leygardagur 10. september 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 172 - 10. september 2005
9
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Leygardagin 10. sept. kl.
13.00 verður kappingin fyri
ungar jassbólkar YNJC í
Norðurlandahúsinum.
YNJC hevur seinastu seks
árini verið uppá skift í
øllum
teimum
norður-
lendsku høvuðstøðunum,
og verður kappingin í ár í
Tórshavn,
Kappingin er fyri bólkar
har allir limir eru undir 26.
ár. Kappingin er skipa so-
leiðis, at hvør bólkur spælir
í 25 min, og síðan meta
tríggjir dómarar um hvør
framførslu var best. Vinn-
ingurin er ein tónleikarund-
ferð í Norðurlondum.
Luttakandi bólkarnir eru:
Stryknin, Ísland
JassKamikaze, Danmark
Listen, Noreg
Ben-Jammin, Føroyar
Sound of the Millenium,
Svøríki
Reactor-5, Finland
Jassvanten, Áland
Tey størri londini hava í
farna árinum havt innleið-
andi umfør, har lokali
vinnarin so umboðar landið
á konsertini í Norðurlanda-
húsinum. Tey smærru lond-
ini velja ofta út bólkar at
umboða seg, og soleiðis
hevur eisini verið við tí før-
oysku luttøkuni.
Undanfarnu árini hava
føroyskir bólkar verið við á
hvørjari finalu. Av tónleik-
arum sum hava luttikið fyri
Føroyar, kunnu nevnast Búi
Dam, Heðin Z. Davidsen,
Brandur Jacobsen, Mikael
Blak, Dánjal á Neystabø,
og mangir aðrir. Føroyski
bólkurin í ár, Ben-Jammin,
er mannaður við evnaríkum
tónleikarum:
YNJC er tað besta, sum
Norðurlond hava at bjóða
innan jass undir 26 ár, og
støðið er sera høgt og vítt-
fevnandi, – líka frá reinum
jassi til tað rokkuta. YNJC
verður fyriskipað av Jass-
forbundunum hjá teimum
størri londunum, saman við
jass- áhugafeløgum í teim-
um
smærri
londunum.
Ókeypis atgongd er til
konsertina.
Ben-Jammin stovn-
aðir til endamálið
Vit vilja ordiliga gjarna
vinna eina tónleikarund-
ferð, tí her heima ganga vit
og keða okkum sigur
Benjamin Petersen, lag-
skrivari og gittarleikari í
Ben-Jammin
Tónleikakapping
Ben-Jammin er ein ungur
jassbólkur úr Føroyum,
ivaleyst tann einasti ungi
jassbólkurin í Føroyum, og
bólkurin hevði ikki verið
til, var tað ikki tí YNJC
skuldi vera. Ólavur Olsen
hevur heitt á teir fýra, ið
manna
bólkin,
um
at
luttaka í kappingini. Teir
spæla allir til dagligt í
Tórshavnar Big Band og
kennast væl. Tí byrja teir
ikki á berum.
Benjamin Petersen er
gittarleikari í bólkinum og
hevur somuleiðis skrivað
øll løgini. Hann kallar stílin
fyri
eksperimentarandi
melodiskan jass. Benjamin
gjørdist kendur í Føroyum,
sum tann ótrúliga gávuríki
ungi
gittarleikarin
hjá
Brandi Enni. Hann hevur
síðan tíðina við Brandi
mest fingist við jass eitt nú
saman við Arnoldi Ludvíg
og Brandi Jakobsen.
Umframt Benjamin er
trummu- og ásláttursleik-
arin Jan Rúni Poulsen, og
teir báðir blásararnir Trónd-
ur Olsen, trompet og Dávur
Juul Magnussen, trombone.
Tróndur spælir í gerandis-
degnum ljómborð og trom-
pet í Lama Sea og er saman
Dávi ein partur av blási-
sektiónini í Lawetz. Jan
Rúni hevur royndir úr
Havnar Hornorkestri.
Limirnir
í
bólkinum
plaga ofta at spæla saman
til jam session á Manhatt-
an, og eru allir væl. Saman-
setingin av bólkinum er eitt
sindur annarleiðis. Vana-
hugsanin spyr, hvar bass-
leikarin er. Benjamin sigur,
at hann veit væl, at hetta er
eitt sindur løgið. Men teir
kendu ongan bassleikari í
rætta
aldursbólki,
sum
spælir jass. Í øllum førum
ikki nóg væl. Teir hava bara
vænt í eina góða viku, og tí
mettu teir tað ikki ráðiligt
at taka onkran nýggjan
ókendan faktor inn í teirra
eind, tað skal jú arbeiðast
skjótt. Benjamin heldur
fram, at hetta heldur ikki er
neyðugt í hesum saman-
hangi, tí tað ljóðar væl
uttan bass.
Teir eru øgiliga spentir til
konsertina í morgin. Benja-
min sigur, at tað hevði verið
ótrúliga deiligt at sloppið at
ferðast við tónleiki runt í
Norðurlondum,
tí
her
heima ganga teir og keða
seg.
Jóannes Eidesgaard,
løgmaður, er farin
til Suðuroyggjar.
Har skal hann hitta
ráðsformenninar
fyri Hetland,
Orkunoyggjar og
Suðuroyggjar
– Sum oyggjalond hava
hesi fýra samfeløgini
nógv í felag, og tí er tað
skilagott javnan at hittast
at geva hvørjum øðrum
hugskot og íblástur, og at
kjakast um mál av felags
áhuga, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Hann fer á ferðini mill-
um annað at kunna ráðs-
formenninar í Hetlandi,
Orkunoyggjum og Suð-
uroyggjum um framstig-
ini, Føroyar hava gjørt í
viðurskiftunum við Dan-
mark við uttanríkispolit-
isku heimildarlógini og
við yvirtøkulógini.
Løgmaður og ráðsfor-
menninir fara millum
annað at umrøða tele-
tøkni og alternativa orku-
framleiðslu, so sum aldu-
orkuverk.
Øki, ið tey fýra oyggja-
samfeløgini hava felags
áhuga í, eru millum ann-
að alivinna, orkufram-
leiðsla úr varandi orku-
keldum,
oljuvinna,
undirstøðukervi, mentan,
ítróttur og umsiting av
havsins tilfeingi.
Fyrsti fundur av hesum
slag millum Føroyar,
Hetland, Orkunoyggjar
og Suðuroyggjar var í
Føroyum í fjør summar.
Gunnhild Sundli
orkar ikki longur, og
fer burturúr norska
rokkbólkinum Gåte.
Bólkurin velur tí
fyribils at gevast aftan
á seks ár saman. Men
hetta nýtist ikki at
vera endin, siga limir
í bólkinum.
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Norski bólkurin Gåte, sum
tvær ferðir hevur vitjað í
Føroyum gevst. Sangarinn-
an Gunnhild Sundli orkar
ikki longur, og vil royna
okkurt nýtt. Hetta sigur hon
við norska blaðið VG.
Gunnhild er 20 ár, hon
hevur sungið í Gåte, síðan
hon var 14 ár. Nú vil hon
standa á egnum beinum.
Hon sigur, at tað verður
deiligt, ikki longur at skula
arbeiða saman við beiggja
sínum og sjeikinum, og
gleðir seg til at fáa eitt
vanligt forhold til teirra.
Beiggi Gunnhild, Sveinung
Sundli spælir violin og
ljómborð í Gåte, og sjeikur-
in Magnus Børmark er
gittarleikari í bólkinum.
Gåte spældu á G! 2004,
og vóru ein av jaligastu
upplivingunum hetta árið.
Tey vóru av nógvum sam-
mett við Clickhaze, nokk
mest tí hetta er ein rokk-
bólkur við eini framúr góð-
ari og sera ungari song-
kvinnu, sum tolkar gamlar
vísir og fólkatónleik.
Bólkurin var í vár aftur
og vitjaði í Føroyum. Tá tey
spældu konsert í Mentanar-
húsinum í Fuglafirði saman
við Knút Háberg Eystur-
stein, Makrel og Lama Sea.
Seinastu seks árini hevur
Gåte spælt 350 konsertir,
luttikið á teimum størstu
festivalunum
í
Norðan
Londum, og útgivið tvær
vælumtóktar fløgur, ið eru
seldar í 84.000 eintøkum.
Gåte hevði júst fingið
avtalu í lag við Warner í
Týsklandi,
men
hetta
verður
nú
av
ongum.
Avtalan var annars størsta
gjøgnumbrotið í søguni hjá
bólkinum. Ætlanin var at
brúka Týskland sum lopfjøl
til at gerast eitt kent navn í
øllum Evropa.
Sveinung sigur við VG,
at hann væl skilur systur
sína, fyri framman lá sera
nógv og strævið arbeiði, og
um øll ikki eru til reiðar til
hetta, so riggar ikki. Hann
sigur samstundis, at tað ber
ikki til at halda fram við
Gåte uttan Gunnhild.
Gunnhild hevur ikki sum
er konkretar ætlanir um at
fara at virka sum einstakl-
ingur. Fyribils fer hon at
royna seg sum sjónleikara í
Korsvikaspelet í Trónd-
heim. Hon sigur, at stigið at
gevast í Gåte er neyðugt
fyri hennara menning. Hon
kennir tað, sum um hon nú,
sum 20 ára gomul, er
komin í pubertetin. Í Gåte
var alt trygt, nú vil hon taka
nakrar tjansir.
Bæði
Gunnhild
og
Sveinung siga við VG, at
tey velja at síggja hetta sum
ein steðg heldur enn endan
á bólkinum, á hendan hátt
er lættari at byrja aftur, um
áhugi verður fyri tí. Bólk-
urin sigur, at tey ætla at
halda eina farvæl konsert,
men enn er ikki avgjørt nær
og hvar.
Løgmaður vitjar í
Suðuroyggjum
Norðurlandameistaraheitið í ungum jassi
í Norðurlandahúsinum
Ben-Jammin umboða Føroyar í kappingini
Gåte gevst