leygardagur 10. september 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 172 - 10. september 2005
Klokkan 15:00 hin 7. september 2005 varð so
sáttmálin millum Landsverk og Ístak á borðin-
um í fundarhølinum hjá Landsverki í Tórshavn
og so varð undirskrivað. Langt um leingi er er
tað komið hartil, at tunnilin millum Hov og
Ørðavík fer at gerast veruleiki. Tað kann vera
torført hjá fólki uttan fyri oynna ímynda sær,
hvussu ómetaliga stóran týdning hendan verk-
ætlan fer at hava fyri gerandislívið, vinnulívið
og menningina í Suðuroy.
Við lisitatiónina hjá Landsverki 12. juli 2005,
gjørdist úrslitið, at íslendska fyritøkan Ístak
hevði lægsta boðið av fýra - kr. 126.668.934,-
uppá arbeiðið at gera vega- og tunnilssamband
millum Øravík og Hov. Eini 20 fólk stukku inn
á gólvið hjá Landsverki hendan dagin. Um-
framt sjálva undirskrivingina vóru tvær smærri
framløgur um verkætlanina. Hetta er ein roynd
at skapa meira opinleika og geva fólki betri inn-
lit í verkætlanina, og hvussu alt arbeiðið verður
skipað . Tað royndist eftir øllum at døma væl og
er avgjørt nakað, sum Landsverk eigur at halda
fram við.
Suðuroyggin hevur sum kunnugt stórar bú-
skaparligar trupulleikar. Arbeiðsloysisprosentið
er 7 og tungt gongur við at fáa hjólini í sunnaru
helvt at mala aftur. Tó eru glottar eitt nú við, at
arbeiðsloysisprosentið er fallið - tað var 9 fyri
hálvum ári síðani. Eitt gott infrakervi er ein
meginforreyt fyri menning. Við tunnlinum
millum Hov og Øravík verður infrakervið og
infrabygnaðurin í oynni munandi betur og er
sostatt ein meginfortreyt fyri menning lokin.
Tunnilin kemur so at siga at gera oynna til ein
bý og hevur hetta stóran týdning fyri heilsu-
verk, útbúgving og vinnulív í oynni
Um ein góðan mánaða kemur nýggi Smyril í
sigling millum Suðuroynna og meginlandið.
Henda hending fer ikki at hava minni týdning
fyri oynna. Gott og regluligt samband við
meginøkið er onnur fortreytin fyri menning og
trivnað í Suðuroy. Smyril verður so at siga
landavegur suðuringa millum høvuðstaðin og
lokalsamfelagið. Tað er tí umráðandi, at fók og
vinnulív í oynni fáa sum mest burturúr hesari
íløgu. Smyril má sigla minsta tríggjar ferðir um
samdøgurði millum Drelnes og Havnina, og
farmagjøldini eiga at vera til at bera hjá
vinnuni. Hetta verður dýrt, men tað verður sum
frá líður enn dýrari ikki at veita suðringum ta
best møguliga tænastuna.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Frambrot fyri Suðuroy
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
FJM heiðrað fyri nýhugsan
HEIÐUR
Á samkomu fyri framsýn-
arum á Icefish framsýn-
ingini í Íslandi í gjár, bleiv
FJM og Skagin, sum er
samstarvfelagið hjá FJM,
heiðrað fyri størstu nýhugs-
an á framsýningin. Orsøkin
til hendan heiður er teirra
nýggja flaka skerimaskina,
sum skerir bein úr fiski við
vatnstrálum.
Talan er um frukta gott
samstarv millum føroyska
felagið FJM í Rúnavík og
íslendska felagið Skaginn í
Akranesi. Íslendska felagið
er veitari av flowlinjum til
flakavirkir og hevur sín før-
leika í góðum stálarbeiði,
meðan parturin hjá FJM í
hesum prosjektinum er
tøknin at stýra maskinun-
um.
Seinastu 15 árini hava
fleiri fyritøkur roynt seg
við
flakaskerimaskinum
sum brúka vatnstrálir at
skera við í staðin fyri van-
ligar knívar. Hetta hevur
ikki eydnast hjá nøkrum
fyrr enn nú hjá FJM og
Skaginn.
Fyrsta maskinan er seld
og verður í løtuni royndar-
koyrd á einum flakavirki í
Kópavági. Tann maskinan
hevur 2 skerilinjur við
tveimum
skeridýsum
á
hvørjari
linju.
Nýggja
maskinan kann koma at
kollvelta tann vanabundna
háttin at reinskera fløk við
hond.
Nýggja maskinan verður
eisini sýnd fram á Icefish
framsýningini á básinum
hjá Skaginn.
Nú er hann aftur her, Lars
Mygind, og fer at halda
fyrilestur í B 36-húsinum
týskvøldið 13. septembur
kl. 19.00. Hann fer at
greiða frá seinastu hættun-
um innan lekidóm og orku-
heilivág. Lars er millum
undangongumenninar
í
Danmørk innan øðrvísi
(alternativa) viðgerð, og
bæði viðskiftafólk og lær-
lingar hansara uppliva tað,
ið av og á nærum kann
samanberast
við
undurverk.
Lars Mygind hevur verið
í Føroyum fleiri ferðir áður
og greitt frá TFT, ið er
stytting fyri Thought Field
Therapy, ein viðgerðar-
háttur, ið vindur skjótt upp
á seg kring heimin allan.
Hetta kvøldið fer hann
umframt TFT eisini at at
greiða frá andadráttarvið-
gerð, djúphugsan (medita-
tion), mati, látri og dukandi
elektromagnetiskum økj-
um, sum somuleiðis tekur
seg fram og vísir seg at
veita linna og lekidóm.
Sum kvøldið líður, fer
Lars at veita viðgerð og
sýna, hvussu hesir viðgerð-
arhættir kunnu hjálpa og
kanska lekja, um alt gongur
eftir vild.
Fyrrapartin mikudagin
14. septembur hevur hann
eina miniworkshop um
somu evni, og har fáa fólk
eisini høvi til at læra meiri
um hesar viðgerðarhættir
og um, hvussu ein kann
læra til viðgera (terapeut).
Miniworkshoppin verður
í
hølunum
hjá
Sp/f
Koyrikortinum í Slættanes-
gøtu 5. Til ber at boða frá
luttøku týskvøldið í B36-
húsinum ella við at ringja
318821 ella 218777.
Í heyst roynir Lars Myg-
ind seg sum rithøvund sam-
an við konu sínari Hanne
Heilesen, tá ið tey á for-
lagnum Borgen geva út bók
um TFT. Hetta er fyrsta
bókin á donskum um hetta
evnið.
Uppvaksin í sjónleikara-
umhvørvi (sonur Jytte Ab-
ildstrøm og bróðir Peter
Mygind) dugir hann sera
væl at greiða frá einum álv-
arsomum og djúpum evni
soleiðis, at flestu áhoyrarar
fáa spent láturvøddarnar
væl og virðiliga kortini.
Fundurin í B36-húsinum
og miniworkshoppin eru
ókeypis, og kaffi verður at
fáa.
Fundur um TFT og aðrar øðrvísi viðgerðarhættir
Arne Carlsen prosjektleiðari
er sera glaður fyri heiðurin