Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. september 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 172 - 10. september 2005 11 FØROYSKA SJÓMANS- PRESTASTARVIÐ Essayistur Ólavur Rasmussen 6. og seinasti partur Ólavur Petersen fekk í hvussu so er tað burturúr síni skriving, at onkur í mentamálaráðnum gjørdist forskrektur. Hesum visti Ólavur Petsersen bara ikki av, tí hann hevði ikki nóg stórt innlit í málinum. Men eg visti, at onkur í mentamálaráðnum duldi eitt stórt loyndarmál, sum, um tað lak út, kundi fáa stórar avleiðingar. Eg visti eisini, at nevndin fyri før- oysku sjómanskirkjuna duldi sama loyndarmál. Og eg visti eisini, at danska sjómanskirkjan duldi henda sama loynidóm sum mans- morð. Og eg visti, at Høgni Hoydal, sum tá var vorðin mentamálaráðharri, tók hetta loyndarmál í so stór- um álvara, at hann avgjørdi, at alt málið um sjómans- kirkjuna skuldi takast til nýggja viðgerð av somu nevnd, sum gjørdi áltið. Hetta skuldi gerast, áðrenn trýárasáttmálin millum føroysku sjómanskirkjuna og Føroya landsstýri rann út, nú móti vetri 2005. Av- gerðin hjá Høgna bleiv kunngjørd í bløðunum, og er skjalfest í mentamálaráð- num. So fall landsstýrið og Høgni fór frá. Hvat nú hendir er ein púra opin spurningur, og er tað høvuðsorsøkin til, at eg havi skrivað hesa greina- røð. Loyndarmálið verður nevniliga enn tann dagin í dag dult sum mansmorð; at Hjørdis var kallað inn til setanarsamtalu í Keyp- mannahavn, áðrenn før- oyska sjómanskirkjan hevði gjørt sína innstilling í Før- oyum! Hetta var ikki bara óhoyrt, men beinleiðis óreiðiligt og eitt fúlt álop á føroysku sjómanskirkjuna, og á føroyska borgaran, sum rindaði allar pengar- nar. Hesin markleysi frek- leikin hjá Claus og Ronald avdúkaði tíverri, at teir onga sum helst virðing høvdu fyri hvørki lands- stýrinum, føroysku sjó- manskirkjuni ella siglandi føroyinginum. Tí at ein og hvør, sum kendi til manna- gongdirnar hjá donsku sjó- manskirkjuni visti framm- anundan, at ein innkalling av einum umsøkjara var tað sama sum at viðkomandi de facto var settur í starvi. Málið um føroysku sjó- manskirkjuna var nú vorðið til eina kristna kriminalsak. Tá ið eg gekk uppi á Prest- fjalli og umhugsaði, hvørt eg skuldi søkja ella ikki, kendi eg hetta loyndar- málið. Tá var tað at seiggið kom í meg at søkja starvið. Eg visti, at um eg varð inn- stillaður sum nummar eitt av føroysku sjómanskirkj- uni, so sluppu Claus og Ronald ikki so lætt. Eg havi nógv vinfólk í donsku sjó- manskirkjuni, og visti snøgt sagt ov nógv til at teir kundu sleppa at spæla hund. Um ikki annað kundi eg seta teimum knívin á strúpan, tí eg sat við lykl- unum til eitt skáp, sum fjaldi ein loynidóm, ið ikki toldi dagsins ljós. So kundu teir sleppa at velja ímillum meg ella játtanina hjá landsstýrinum. Og eftirsum at teir vóru í dýrastu neyð fíggjarliga, kann ein og hvør rokna út, hvat teir høvdu valt. Teir vóru eisini sum smør, so leingi sum peningajáttina úr Føroyum var óviss. Men Ronald og Claus tóku ein vælumhugsaðan kjans. Teir vistu sum var, at eg fekk millum lítla og onga undirtøku av prestun- um at verða valdur í nevnd- ina fyri føroysku sjómans- kirkjuna, og tá ið eg ikki so frægt sum varð valdur í hesa nevnd, hóast eg einsa- mallur hevði fostrað upp- skotið, so fór eg ongantíð at verða innstillaður sum nummar eitt av føroysku sjómanskirkjuni. Tí vóru teir leysir av tí einasta per- sóninum, sum kundi seta teir uppá pláss. Onkur heldur kanska, at tað var falskt spæl av mær, ikki at gera vart við hetta loyndarmálið. Sannleikin er tann, at so skjótt sum eg fekk at vita, at Hjørdis var innkallað til starvssamtalu í Keypmannahavn, bað eg staðiliga nevndina í før- oysku sjómanskirkjuni um at protestera, so at tað buldraði eftir í. Men nei, nevndin var helst bangin fyri, at tey 20%, sum tey høvdu fingið í olmussu frá Claus og Ronald, eisini fóru sín salta sjógv. So gjørdi eg nakað ann- að, eg ringdi til mentamála- ráðið og fortaldi einum av teimum heilt stóru em- bætismonnunum, hvat var hent, og bað eg hann um at síggja til, at landsstýrið protesteraði ímóti, at før- oyskur peningur var mis- brúktur á henda hátt. Em- bætismaðurin sló alt uppí glens og vaknaði ikki fyrr enn Høgni Hoydal tók um endan. Tá var tann føroyski embætismaðurin sum smør, og lovaði at taka sær av málinum, so at nevndin, sum gjørdi álitið, varð sett av nýggjum at evaluera alt málið. Ì dag eri eg bangin fyri, at embætismaðurin hevur “gloymt” alt um hetta. Tíverri gav eg ikki Hans Jacob Joensen boð um, hvat var farið fram, tí so ivist eg ikki í, at ein reaktión var komin. Eg veit ikki hví eg ikki gjørdi tað, málið var eftirhondini vorðið so syndrað syndur, at eg nærum ikki visti hvat vendi niður og hvat vendi upp. Innanhýsis í nevndini fyri føroysku sjómanskirkjuna hevur onkur róð framm- undir, at talan ikki var um eina starvssamtalu, men um eina persónliga samtalu. Tað líkist akkurát Claus og Ronaldi at servera slíkt vrøvl fyri fólki. Hetta er í hvussu so er ein lodrøtt lygn, og kann tað doku- menterast, tí at proseduran í donsku sjómanskirkjuni var tá, at tey, sum eru innstill- að, verða tikin inn til sam- talu. Bara Hjørdis var til samtalu, eingin annar, hóast Andrias varð inn- stillaður sum nummar eitt, og Hjørdis als ikki kom uppá tal í femstu røð í før- oysku innstillingi. Eftir stendur so tann keðiligi spurningurin, um tann, sum letur seg snýta veruliga er snýttur. Ólavur Petersen hevur verið ógvu- liga persónligur í sínum álopum á navngivnar per- sónar í samband við hetta málið. Serliga hevur hann lagt Jógvan Fríðriksson undir medvitandi at hava oyðilagt starvsmøguleik- arnar hjá Andriasi. Her eri eg fullkomiliga ósamdur, tí at Jógvan vil øllum væl, eisini Andriasi. Men eg eri ómetaliga harmur um, at nevndin í føroysku sjómanskirkjuni hevur verið so himmal- rópandi naiv, at tað nærkast reinum gallskapi. Hetta hevur einki við óndskap ella persónsforfylgingar at gera, sum Ólavur Petersen vil vera við, men at nevndin hevur verið bæði ódugna- lig, óhjálpin og bláoygd, tað kann bara tann diskutera, sum einki hevur at disku- tera við. Var hetta ein nevnd hjá eini privatari fyritøku, so hevði tað straks fingið avleiðingar. Men tað ringasta er, at hesin ódugnaskapur hevur elvt til nógv persónlig sár, og einki føroyskt andlit. Í staðin fyri eina livandi før- oyska sjómanskirkju, sum virkar til frama fyri okkara siglandi fólk, okkara útiset- ar í Bretlandi, og einum líka so livandi andliti her heima hjá okkum, hava vit fingið eitt gapandi tómrúm. Nevndin var enntá so naiv og veik, at tá ið Hjørdis var kallað inn til starvssamtalu í Keypmannahavn, sam- stundis sum seriøsir um- søkjararar her heima hildu seg søkja undir púra van- ligum treyum, læt nevndin sum luft. Ja, nevndin var so naiv, at hon avreiddi alt til donsku sjómanskirkjuna, so at játtanin hjá lands- stýrinum endaði í privata dunnuhylinum hjá Claus Harms og Ronaldi Peder- sen, so at teir kundu standa sterkari í samráðingunum við DKU. Teir fingu tað, teir vildu hava, pengar í egnan kassa og teirra egna danska prest, tí at ongin, sum hevði ábyrgdina her heima, var árvakin nokk til at gjøgnumskoða sjónleik- in. Við øðrum orðum, nevndin í føroysku sjó- manskirkjuni livdi ikki upp til sína ábyrgd. Ein kri- tikkur, sum sanniliga eisini rakar mentamálaráðið, ið var kunnað um hvat veru- liga fór fram. Hvat hava vit fingið burt- ur úr? Hvør kennir annað til føroysku sjómanskirkjuna enn tað, sum Ólavur Peter- sen hevur skrivað? Hvat sigur politiski myndug- leikin, sum í hesum døgum hevur fingið eitt tilmæli frá føroysku sjómanskirkjuni um at leingja sáttmálan við Føroya landstýri og Hjørd- is. Og hví verður nevndin, sum gjørdi álitið, og sum Høgni Hoydal avgjørdi skuldi setast at eftirmeta málið, ikki sett? Um lands- stýrismaðurin metir, at tað er mín persónur, sum er trupulleikin, so skal eg taka meg aftur úr nevndini, og lata sessin til onkran annan, t.d. Una Næs, okkara álitis- mann, sum ikki er bangin fyri at havast at, um hann heldur tað er neyðugt. Utt- an at eg á nakran hátt havi tosað við hann um hetta mál. Og hvussu ber tað til, at landsstýrismaðurin í mentamálum letur tað fara óátalað afturvið borðinum, at danska sjómanskirkjan tók sín kandidat til starvs- samtalu, áðrenn nøkur inn- stilling varð gjørd í Før- oyum. Eg havi ein sterkan illgruna um, at lands- stýrismaðurin einki veit um hetta. Eg vil fegin hava før- oysku sjómanskirkjuna at halda fram. Men eg havi mist álitið á, at eitt orð er eitt orð í hesum máli. Tíðin er komin til, at politik- ararnir vakna, og krevja, at pengarnir hjá borgarunum verða brúktir til annað enn til ein glantrileik hjá Ron- ald Petersen og Claus Harms. Ì dag eru nýggjar tíðir í donsku sjómanskirkjuni, sum nú er løgd saman vi DKU. Har varð mett, at tann nýggja felags kirkju- organisatiónin trongdi til eina upprudding, og bæði Claus Harms og Ronald Pedersen eru burtur haðani. Vit treingja so sanniliga eisini til at fáa slætt borð her í Føroyum, og eina veruliga nýggja byrjan. Eg havi einki ímóti Hjørdis, hon er ikki annað enn ein brikkur í talvinum, har aðrir hava flutt fólkið. Hon er fullkomiliga sakleys í hesum máli, men hon hevur langt síðan prógvað, at hon ikki megnar at geva føroysku sjómanskirkjuni eitt føroyskt andlit bæði útvortis og innvortis, tí at hennara andlit er danskt. Tað var eisini einasta grundin til, at hon varð kallað inn til starvssamtalu, áðrenn nakrir bláoygdir føroyingar skiltu poingið. Tíðin er, við øðrum orð- um, komin til, at pening- urin hjá borgarunum verður brúktur til eitt gott føroyskt endamál. Hetta er alneyð- ugt, um vanæringin ikki skal vera fullkomin. Tí mæli eg til, at tann føroyski sáttmálin við Hjørdis gong- ur út í seinasta lagi veturin 2006, tá ið hennara sáttmáli við donsku sjómanskirkj- una eisini er útrunnin. Sátt- málin millum føroysku sjó- manskirkjuna og Hjørdis rennur út um nakrar vikur, samstundis sum sáttmálin millum landsstýrið og før- oysku sjómanskirkjuna gongur út. So har er ríkiligt av møguleikum at rudda upp og lýsa starvið leyst av nýggjum. Og eg mæli til, at tað straks verður funnin ein leistur, soleiðis at tragisku og óreiðiligu setanarviður- skiftini ikki endurtaka seg. Og eg mæli til, at nevndin, sum gjørdi álitið, verður sett at fara til verka, ongan- tíð ov skjótt, soleiðis at hjartabarnið kann fáa eitt skap, sum sømir seg eini siglandi tjóð, eins og Høgni Hoydal, vegna Føroya landsstýri, gav boð um. Tí tað kann ikki vera rætt, at nevndin í føroysku sjó- manskirkjuni, sum hevur kostað bæði umsøkjarum, borgarum og landsins myndugleikum so nógv sár og so nógvan kleyvarskap, skal sita í sínum egna kongaríki, og meta um egnan naivitet, so fittir og skilagóðir hesir prestarnir eru í aðrar mátar. Landsstýrið einsamalt hevur ábyrgdina av, at tann peningurin, sum verður játtaður, verður brúktur á so skynsaman hátt sum gjør- ligt. Hetta eru, hóast alt, fólksins pengar. Nakrar smávegis broytingar gera hvørki til ella frá, sum tann afturvendandi ónøgdin við føroysku sjómanskirkjuna, ið kemur til sjóndar í før- oysku bløðunum, er besta prógvið um. Ein ónøgd, sum bara er toppurin av ís- fjallinum. Politiski myndugleikin kann ikki skjóta seg inn undir, at hetta ikki er teirra borð. Tí at trýára sáttmálin millum føroysku sjómans- kirkjuna og Føroya lands- stýri rennur út um nakrar vikur. Mentamálaráðið sit- ur í skrivandi løtu og tekur støðu til málið, ráðført av monnum, sum í denn grad eru involveraðir. Mín leiklutur í hesum máli er ivaleyst endaliga avgreiddur, men tað er heldur ikki tað, sum tað snýr seg um. Men minsta kravið má vera so mikið av reiðiligheit, at føroyskir umsøkjarar í framtíðini ikki verða givnir fullkomiliga upp til skutils. Tað var í hvussu er ikki tað, sum var ætlanin, tá ið eg umborð á Smyrli fekk hugskotið at stovna eitt føroyskt sjó- mansprestastarv. Nú er nokk snorkað í blá- oygdum skammlopum. Ein kristin kriminalsak Nevndin í føroysku sjómanskirkjuni hevur mælt Mentamála- ráðnum til at leingja sáttmálan millum landsstýrið og før- oysku sjómanskirkjuna, samstundis sum sáttmálin við Hjørdis skal leingjast. Spurningurin er: “Er landsstýrismaðurin kunn- aður um tann stóra loynidómin, ella er hann líkaglaður?”