Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. september 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 172 - 10. september 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Finnbogi Ísakson andaðist mikudagin, 62 ára gamal. Farið verður úr Landssjúkrahúskapellinum leyg- ardagin klokkan 17. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni sunnu- dagin klokkan 14. Tey, sum vilja minnast Finnboga, kunnu eisini lata Føroya Felag móti Krabbameini eina gávu. Ella Hansen í Hósvík, ættað úr Gásadali, andaðist hósdagin 8. september, 87 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Hósvíkar kirkju sunnudagin klokkan 14. Tey, ið vilja minnast Ellu, kunnu eisini geva Cystisk Fribrosufelagnum eina gávu. Maud Heinesen, Tórshavn, andaðist á Lands- sjúkrahúsinum mikudagin 7. september, 69 ára gomul. Kistan kemur í Havnar kirkju leygardagin klokkan 19. Jarðarferðin verður sunnudagin klokkan 16. Tey, ið vilja minnast Maud, kunnu lata Amnesty Inter- national Føroya deild eina gávu. Konto í Føroya Sparikassa. Andlát og jarðarferðir Leygardagin 10. september 2005 fyllir Karin Joensen úr Fuglafirði, búsitandi á Eysturoyar Ellis- og Røkt- arheimi, 100 ár. Í hesum sambandi verður opið hús, sum familjan, heimið og Fuglafjarðar kommuna skipa fyri í felag. Almenn umboð, stýrislimir og umboð fyri bý- og bygdaráðini í Eysturoy koma eisini at heilsa upp á Karina hendan dagin. Karin Joensen, f. Eliasen, er ættað úr Fuglafirði. For- eldrini vóru Líggjas við Gjógvará og Katrina, fødd Toftegaard. Tey vóru fimm systkin, tríggir dreingir og tvær gentur. Karin gekk í barnaskúla í Fuglafirði, og sum ung fór hon á húsarhaldsskúla í Havn. Seinni fór hon út at tæna, soleiðis sum vanligt var tá í tíðini. Í 1934 giftist Karin við Elias Joensen av Skipanesi. Hann arbeiddi í mong ár sum snikkari hjá Jákupi Oluf Jacobsen í Fuglafirði. Karin og Elias fingu trý børn, dóttrina Rigmor, gift Toftegaard, og Kaj Eli Blábjørg, sum bæði búgva í Fuglafirði, og Charles Fríð- berg, ið býr á Argjum. Arbeiði hjá Karini var at halda hús, og har var nokk at takast við. Tey høvdu nakað av jørð og eina kúgv, so m.a. gekk hon til neytar, burtur í torv og hoyggjaði og gjørdi annars alt sum hoyrdi til eitt vanligt húsar- hald tá í tíðini. Hon bakaði breyð, líka til hon fór á ellisheimið. Tá mamma Karin gjørd- ist álvarsliga sjúk, fluttu foreldrini inn til tey at búgva. Karin bleiv einkja í 1989, tá Elias doyði 80 ára gamal. Síðan oktober 1996 hevur hon búð á Ellis- og Røkt- arheiminum í Runavík. Likamliga er Karin rími- liga væl fyri, situr í rulli- stóli, men ikki ber til at fáa samband við hana. Karin eigur 10 ommu- børn og 18 langommubørn. 100 ára føðingardagur: Karin Joensen 100 ár Sunnudagin 11. september verður Alma 99 ár. Alma er fødd og uppvaksin í Sandavági. Hon giftist við Sig- mund Frederiksen úr Miðvági, og búsettust tey í Miðvági. Tey fingu 8 børn. Áðrenn átti Alma eina dóttur, so børnini vóru 9 í tali. 5 gentur og 4 dreingir. Alma og Sigmund stríddust sum so mong onnur við so nógvum børnum. Tey upplivdu bæði gleði og sorg, ein drong mistu tey bert 8 dagar gamal, og ein drong mistu tey 21 ára gamal. Tey fingu eisini ein sjúkan drong, sum fór til Danmarkar, bert 6 ára gamal. So tað hevur ikki altíð verið lætt, men í øllum førum hevur Harrin hjálpt ígjøgnum alt. Alma bleiv einkja í 1980. Í dag býr Alma á Ellisheiminum í Miðvági. Hon hevur nógv ommu- børn, 26 í tali, og 61 langommu- børn, 9 oldurommubørn. Eisini har veit hon, hvat tað er at missa síni kæru. Alma hevur áhuga í øllum hesum børnum, hon hevur sam- band við tey - tey hyggja inn á gólvið, og tey ið burtur eru, ringja til hennara, um tað so er úr Ghana. Tað sum er so stuttligt við Almu, er at minnið er sum á ungum árum. Tað er so stuttligt at tosa við hana, hon minnist alt, og er forvitin at frætta um tað, sum gongur fyri seg, bæði rundanum hana og alt í bygdini, tað er mangan at hon fortelur okkum tíðindi. Alma er uppi hvønn dag, og klárar seg fyri tað mesta sjálv, henni dámar væl ítriv og bingo, men eyguni eru ikki so góð longur. Tað er sera stuttligt at síggja hana í dag, hon er 99 ár, so flott og ferug, ja, sum ein drotning plaga vit at siga, hon hevur jú eisini heilsa uppá drotningina, tað var eitt stórt upp- livilsi fyri hana. Hendan megnar kvinna er mamma okkara. Elskaða mamma, hjartaliga tillukku. Elisa og Signa Alma Frederiksen í Miðvági 99 ár Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi Jógvan Johansen Eiði doyði og varð jarðaður. Tøkk til starvsfólkið á B6 og B8, ið vóru um hann. Tøkk til Emil Olsen, prest, fyri góð orð í kapellinum og í Eiðis kirkju. Tøkk til Kjartan fyri sangin. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og gravarar. Tøkk til øll, ið hjálptu til við ervinum, og til tykkum, ið komu við køkum og øðrum. Tøkk fyri blómur og kransar, og tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna John, Odny, Magnus og Katrin Maria