Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. september 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 172 - 10. september 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 10. september. Buchhardt, deyður umleið ár 754. Munkur úr Wessex í Onglandi. Fór seinni sum trúboði til Galliu og endaði sum biskupur í Würtzburg í Týsk- landi. 11. september. Hildibjartur. Føroyskt navn fyri Hillebert, sum var biskupur í Tours í Fraklandi og doyði í 1134. Upprunaliga týskt navn, ið merkir stríð og bjartur. 12. september. Guido, deyður í 1012. Guðrøkin ungur maður, sum gjørdi fleiri pílagrímsferðir. Heimafturkomin doyði hann í Anderlecht í Hálandi av stravnu ferðum sínum. Fleiri undurverk hendu við grøv hansara, og tí varð hann lýstur halgimenni. Hóskvøldið helt Signar á Brúnni minningarsorð um floksfelagan og vinmannin Finnboga Ísakson í Kring- varpi Føroya. Vit hava fingið loyvi at prenta orðini. Mikumorgunin 7. september fingu vit tey sorgarboðini, at Finnbogi Ísakson var slóknaður 62 ára gamal. Vit vistu, at Finnbogi nívdist av álvarsamari sjúku, men at hann skuldi fara so brádliga, vardi okk- um ikki. Finnbogi var føddur 7. februar 1943 í Klaksvík.Foreldur hansara vóru Anna og Jógvan Isaksen. Finnbogi var ein gávuríkur maður við fjølbroyttum evnum. Bert 23 ára gamal varð hann valdur á ting í 1966 í Norðoyggjum umboðandi tjóðveldisflokkin. Í umleið 30 ár var hann tingmað- ur, harav nøkur ár landsstýris- maður. Tey fyrstu átta árini sat hann og hansara flokkur í andstøðu á tingi, men í 1974 hendi stórbroyting á politiska økinum, nýggj stór lands- stýrissamgonga varð skipað av fólkaflokkinum, javnaðarflokkin- um og tjóðveldisflokkinum. Finn- bogi var ein hin ídnasti at fáa samansjóvað nevndu samgongu. Tá ið landsstýrið varð skipað, gjørdist Finnbogi Ísakson annar av landsstýrismonnunum, ið umboð- aðu tjóðveldisflokkin. Samstarvið var gott, og Finnbogasa partur lá ikki eftir, tá ið galt um at fáa góð úrslit burturúr. Av stórmálum, ið Finnbogi stóð á odda fyri, skulu nevnast yvirtøkan av postverkin- um, nýtt skip til Suðuroyar sigl- ingina og yvirtøkan av skúlaumsit- ingini. Finnbogi var virdur av tingmonn- um, ikki bert av sínum floksfeløg- um, men eisini av teimum, ið hann var í samgongu við, og teimum, ið vóru í andstøðu. Hann var ting- maðurin ella landsstýrismaðurin, ið allir tingmenn lýddu á, tá hann tók orðið. Hann hevði orðið í síni makt, var so greiður í orð og talu, at øll sum lýddu á, skiltu hann. Hann dugdi somuleiðis væl at lurta eftir tí, ið aðrir tingmenn bóru fram, eisini eftir teimum, ið høvdu eina heilt aðra fatan um málini, enn hann sjálvur hevði. Eisini tað skapti virðing fyri honum. Finnbogi smæddist ikki fyri at gera atfinningar at sínum egnu partamonnum, um hann hevði grundir fyri tí - við øðrum orðum, hann gjørdi ikki mun á monnum. Finnbogi var ein djarvur politikk- ari, hann tordi at taka tøk, tá ið mest leikaði á. Tá ið kreppan í 90 - árunum rakti okkara samfelag, tók Finnbogi upp á seg at umsita fíggjarmál í landsstýrinum. Mong vóru tey, ið hildi hetta verða óða- mannaverk, ið fór at kosta tjóð- veldisflokkinum dýrt. Hann fór undir hesa ótýdligu uppgávu, tí hann visti, at tøk máttu takast til tess at skapa vend í ta búskaparligu gongdini í Føroyum. Finnbogi átti tað dirvi, ið skuldi til, og í dag mugu flest øll ásanna, at neyðugt var við teimum tiltøkum, ið vóru sett í verk, og sum kastaðu av sær, tá ið ein tíð var liðin, og sum gjørdi sítt til at skútan kom á rættkjøl aftur. Ì tíðarskeiðnum 1998 til 2002 var Finnbogi Ísakson løgtingsformað- ur. Eisini hetta starv røkti hann til lítar, sum alt annað hann fekst við. Aftur her vísti hann sítt dirvi og áræði, tá ið hann fór undir at skapa tingmonnum betri umstøður at virka undir, ið hann visti fór at koma samfelagnum øllum til góðar. Fjølmiðlamaður, rithøvundur og yrkjari. Finnbogi er ikki bert kendur sum politikkari, men eisini sum fjøl- miðlamaður, rithøvundur og yrkjari. Nú Finnbogi er farin, missa før- oyskir journalistar og fjølmiðlafólk ein slóðara og eina fyrimynd. Hann breyt upp úr nýggjum á fleiri økjum í fjølmiðlahøpi.Í 1974 kom Tíðindablaðið - ein óheftur tíðindaberi og nýbrot í føroyskum journalistikki - sum Finnbogi gav út saman við bygdarmanni og vin- manni sínum, Árna Absalonsen. Og 10 ár seinni - eftir eitt langt skifti í politikki - var fjølmiðla- maðurin aftur við einari journalist- iskari nýskapan. Tá legði hann saman við øðrum lunnar undir Sjónvarp Føroya. Gomul útlendsk tíðindi fóru eftir føroyskum sjónvarpsskíggjum um hetta mundi, men Finnbogi og starvsfelagarnir í Vørðsluni í Havn vóru treiskir, og tey prógvaðu, at hitt einasta rætta er at sjónvarpa tíðindi úr okkara egna gerandisdegi og okkara egna landi. Finnbogi, sum tók journalistút- búgving í sekstiárunum, hevði tíðliga sína gongd í útvarpinum, har hann taldist millum teirra, ið menti henda týðandi miðilin, sum tá var nýggjur í Føroyum. Soleiðis hevur finnbogi Ísakson havt avgerandi ávirkan á teir báðar sterkastu miðlarnar í samfelagnum - loftmiðlarnar - og júst tað man siga nakað um hansara fakligu dygdir og áræði. Seinast í áttatiárunum fór Finn- bogi undir at geva út bøkur. Nakrar við tilfarið, ið hann sjálvur hevði gjørt, og aðrar við umsettum tilfari. At umseta úr fremmandum máli, er eingin løtt uppgáva, men Finnbogi hevur megnað hetta meistarliga væl. Tað, sum er felags fyri allar hansara bøkur, bæði tað hann sjálvur hevur skapt og tað hann hevur umsett er, at málburðurin er leikandi lættur og vakur. Við síni bókaútgávu hevur Finn- bogi ríkað úrvalið av góðum skald- skapi, skrivað á góðum føroyskum máli. Eftir at Finnbogi var farin úr politikki, hevði hann fingið fleiri áheitanir um at hjálpa til við bókaútgávum. Hetta hevði hann glett seg til, men nívandi sjúkan forðaði honum í hesum. Í fyrru giftu síni við Litu Godtfred fekk hann synirnar Jón og Høgna. Í seinni giftuni við Àsu Justinus- sen fekk hann dóttrina Glæmu. Men teimum untust ikki at hava hana leingi, bert góðar tríggjar mánaðar, tá hon leið vøggudeyðan. Hetta tók Finnboga og Ásu ógvu- liga dygt. Í hesi sorgarløtu leita tankar okk- ara til tykkum, ið stóðu Finnboga so nær - tær Ásu, ið stuðlaði Finn- boga so væl, í øllum tí hann tókst við og tykkum báðum Jón og Høgna - við bøn um, at hann, ið øllum valdar gevur tykkum styrki at koma gjøgnum sorgina. Vit drýpa høvur og ynskja frið yvir minnið um Finnboga Ísakson. Signar á Brúnni Finnbogi farin Minningarorð um Finnboga Ísakson (Tá tingið kom saman aftur hósdagin helt løg- tingformaðurin Edmund Joensen hesi minn- ingarorð um fyrrverandi løgtingsformannin Finnboga Ísakson, sum andaðist mikudagin.) Í gjár 7. september andaðist Finnbogi Ísakson, fyrrverandi løgtingsformaður 62 ára gamal. Við deyða Finnboga hava vit ikki bert mist ein markantan politikara, men eisini ein tann dugna- ligasta og mest beinrakna politiska eygleiðaran og viðmerkjaran. Finnbogi Ísakson var føddur 7. februar 1943 í Klaksvík. Hann var sonur Onnu og Jógvan Isaksen úr Klaksvík. Finnbogi var tvær reisur giftur, fyrru ferð við Litu Godtfred úr Vági og eiga tey 2 synir, aðru ferð við Ásu Justinussen úr Havn. Tey áttu dóttrina Glæmu, sum doyði í 1986 bert 4 mánaða gomul. Finnbogi Ísakson var útbúgvin tíðindamaður. Hann starvaðist bæði í útvarpi og sjónvarpi eins og hann arbeiddi við blað- og bókaútgávu. Hann hevur harumframt umsett hópin av bókum til føroyskt og var eisini ein gávuríkur táttayrkjari Hóast Finnbogi bert gjørdist 62 ár og fór frá sum virkin politikkari á vári 2002, so hevði hann góð 33 ár á baki sum politikkari. Hann varð valdur á ting fyri Norðoya valdømi í 1966 bert 23 ára gamal og var virkin í polittikki fram til 2002 við undantak av árunum 1984 til 1988, tá hann var programmleiðari í tí tá júst stovnaða Sjónvarpi Føroya. Hann var landsstýrismaður frá 1975 til 1979, aftur eitt stutt skeið í 1989 og síðan frá 1993 til 1994. Fínnbogi Ísakson var valdur til løgtingsformann 15. mai 1998 og røkti hann hetta starv til 15. mai 2002. Vit sum hava hava arbeitt saman við honum mugu vit ásanna, at tað, at Finnbogi fór úr politikki var ein missur fyri orðaskiftið á Tingi. Eg fari at biðja tykkum um at reisa tykkum og saman við mær minnast Finnboga Ísakson í tøgn.