leygardagur 10. september 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
okkara kæra mamma, omma, langomma og vermóðir
Ellen Marie Hansen f. Mikkelsen
vanliga nevnd Ella, í Hósvík, ættað úr Gásadali
andaðist hósdagin 8. september, 87 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Hósvíkar kirkju
sunnudagin kl.14.
Familjunnar vegna
Børnini
Tey ið vilja minnast Ellu kunnu eisini geva cystisk fibrosefelagnum, eina gávu,
konta í peningastovnunum.
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýndu samkenslu og
hjálpsemi, tá góði Preben, vores kære far
Preben William Funch
ættaður úr Gedser
búsitandi á Argjum
so brádliga andaðist.
Tøkk til Bjarna Bæk, prest, kirkjutænarar,
og tykkum sum komu í Vesturkirkjuna.
Tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir.
Tøkk til leiðslu og starvsfólk á Færøernes
Kommando og á Almannastovuni, og annars til
øll. sum á ymsan hátt hava hjálpt og víst
umsorgan.
Ein serstøk tøkk til tín Ingun.
Familjunnar vegna
Jónfríð
Jesper og Henriette
Kunngjørt verður, at kæri maður mín og pápi okkara
Finnbogi Ísakson
andaðist mikudagin 7. september, 62 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
sunnudagin kl. 14.00.
Vegna tey avvarðandi
Ása, Jón og Høgni
Tey sum vilja minnast Finnboga kunnu eisini lata Føroya
Felag Móti Krabbameini eina gávu.
Tað eru kanska fleiri her á
landi, sum spyrja, hvar
kendi tónleikarin og tóna-
smiðurin Regin Guttesen í
Havn bleiv av.
Regin býr í dag saman
við konuni Heidi og sonin-
um Noah nærhendis Napoli
í Italia, har tey virka sum
trúboðarar.
Tey fluttu til Italia fyri
hálvum øðrum ári síðan og
búsettust í lítla býnum
Pozzuoli, nærhendis Na-
poli, sum er 3-størsti býur í
Italia.
Regin er 31 ára gamal og
útbúgvin grafikari. Hann
lærdi hjá REPROZ í Havn.
Hann er sonur Ragnfríð
og Gunnar Guttesen í
Havn, og Heidi er dóttir
Cathy, sum er amerikonsk,
og Jógvan Júst Rasmussen,
úr Klaksvík, sum eru trú-
boðarar á Filipsoyggjunum.
Síðan tey komu til Itaila,
hava tey sett seg inn í málið
og mentanina í landinum.
Tey eru við skotska
trúboðarafelagsskapinum
GLO (Gospel Literature
Outreach).
Regin sigur, at endamálið
hjá teimum er at stovna
samkomur av evangeliskt
trúgvandi italienarum.
Í Italia búgva 58 mill.
fólk, har av 1 prostent av
íbúgvunum eru evangeliskt
trúgvandi, og hini eru fyri
tað mesta katolikkar. Í
Italia eru meira enn 30.000
kommunur ið onga evan-
geliska samkomu hava.
Familjan trívist væl í
Italia. Tað tekur tíð at koma
at kenna málið, fólkið og
mentanina, men hetta er
neyðugt, um tey skulu
arbeiða í landinum. Ætlan-
in er, at tey skulu virka sum
trúboðarar í onkrum øðrum
býi í Italia, tá tey eru komin
meiri inn í málið og
mentaninna. Italienarar eru
opnir og lættir at koma á tal
við.
Ferðsluna
skal
man
sanniliga venja seg við, tað
virkar sum eitt stórt kaos,
men tað venist man eisini
við, sigur Regin.
Meðan tey eru í Føroy-
um, ferðast tey kring
landið, vitja samkomur og
greiða frá virki teirra í
Italia.
Týsdagin kom ein
seglbátur inn á Vest-
manna við fronsku
Miléne Isambert sum
skipara. Hon og
mamman, Catherine
Isambert, hava siglt
úr Norra til Íslands
og síðan til Føroyar
Miléne Isambert, sum er
skipari í bátinum, er næst-
elst av 6 systkjum. Hon er
nýliga útbúgvin sum lækni
í Frankfurt.
Familjuni dámar væl at
sigla, og tey eru so at siga
uppvaksin í báti. Miléne
hevur siglt so nógv saman
við pápanum, at hon nú
dugir sjálv at sigla við
seglbáti.
Møðgurnar vóru eftir
bátinum í Norra, síðan
sigldu tær Íslands. Týs-
dagin í hesi vikuni komu
tær inn á Vestmanna og
mikudagin løgdu tær at í
Vágsbotni.
Tær eru væl nøgdar við
tænastuna tær fáa Bátafe-
lagnum við at brúka teirra
fasilitetir sum t.d. brúsu og
vaskimaskinu.
Tá tær fara avstað aftur,
verður dóttirin einsamøll
við bátinum. Mamman fer
heim aftur við flogfari. Tær
eru sera hugtiknar av stór-
slignu náttúruni í Føroyum.
So tað er ikki bert okkara
Durita Holm sum klára at
sigla um høvini í seglbáti.
Møðgur einsamallar við seglbáti
Heidi og Regin Guttesen:
Trúboðarar nærhendis Napoli í Italia
Regin og Heidi Guttesen og sonurin Noah búgva í dag nærhendi Napoli í Italia, har tey virka
sum trúboðarar
Mynd: Tórvør Vang
Catherine Isambert og dóttirin Miléne við seglbátinum í Vestmanna seinasta týsdag
Mynd: Sámal Bláhamar
Nr. 172 - 10. september 2005
15