Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. september 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 172 - 10. september 2005 Tórbjørn Jacobsen Tingmanningin heitti á meg um at finna Finnboga eina gávu, nú hann fór um sekstiára hvarvið. Reikaði kring danska høvuðs- staðin og fann umsíðir tað fræg- asta av politiskum litteraturi, sum tá var uppi í tíðini. Seinri, kvøldið var ligið nakað, legði eg leiðina frá Sláturhólmanum inn til DGI-býin, at handa hesum fræga manni gávuna frá flokkin- um, sum hann hevði tænt so fyri- myndarliga mesta partin av lívin- um. Fekk at vita, at Ása og hann vóru farin sær ein spákingartúr í ríkisins metropoli, lat tí resep- tionistinum bøkurnar í varð- veistlu, og heitti á hann um at flýggja harra Ísakson tær, táið hann kom heimaftur á gistingar- húsið. Bara góð tvey ár eru hesp- að upp á tíðarsnælduna síðani. Ikki sørt at eg hevði eina ambi- valenta støðu til tað, at tey bæði vóru stødd í Keypmannahavn hesar dagarnar. Ferðin var finaluvinningurin í eini spurnar- kapping í sjónvarpinum, harið skrivstovustjórin í Løgtinginum og fyrrverandi løgtingsformað- urin bastu okkum báðum Jóann- esi Hansen. Flogvitið og elefant- iska minnið fornoktaðu seg held- ur ikki ta ferðina. Á veg til Før- oyar støkk eg inn á gólvið á Christiansborg hendan leygar- morgunin. Ein partur av viðføri- num stóð har. Ruddaði upp eftir mær fyri vikuna og bráðliga ringir telefonin. Føðingardags- barnið er í hinum endanum. »Hevði ætlað, at vit báðir tóku eitt prát saman í dag«, ljóðaði úr hinum endanum. Tað lat eg mær ikki siga. Hittust inni á høvuðs- jarnbreytini løtu seinri, og á eini matstovu tosaðu vit um leyst og um fast, somikið leingi, at flog- farið hjá Atlantsflog mundi vera komið til Hetlands, táið vit skilt- ust og tey bæði Ása spakuliga gingu seg inn í tað íðandi rákið, mannamúgvurnar, ið fylgja ymsu sjóvarføllunum í stórbýar- lívinum. Aftur einaferð var eg sloppin at sita við Gamaliels føt- ur. At súpa í meg úr vitinum hjá hesum politiska stórmeistaranum úr Brekkuni í Klaksvík. At fram- tíðin í foldarlívinum ikki røkk longur enn fram til hendan miku- morgunin, táið Páll á Reyna- túgvu ringdi, og bar mær feigd- arboðini um deyða hansara, tað vardi meg ikki tá. Finnbogi var ógvuliga bevístur um sín uppruna. Av serliga góð- um grundum kom mamman at hava avgerandi týdning fyri hann, hin gitna Anna í Brekkuni, sum keypti stóra, lokala vinnu- mogulin, J. F. Kjølbro, út úr At- lantsfarinum táið Billu-Jógvan so brádliga legði árarnar inn í 1948. Harvið gjørdist hon ein av fáum kvinnum í Føroyum, sum átók sær at reiða skip út. Eitt konubrot. Tað mundi vera lítið meira enn, at hann mintist pápan, vit plagdu í spølni at tosa um tey árini táið abbi mín førdi Haffarið hjá Jóan Jakku av Viðareiði, og teir báðir Jógvan lógu í broddi fylkingar, í harðari kapping, um at vera besta skipið á vágni. Finnbogi var »sannførdur« um, at J. Símun Hansen hevði lagt túrarnar skeivt saman í »Havið og vit«, um so var, at Haffarið lá eina sponn frammfyri í 1919 og 1920. Tað kann nú vera líka- mikið, hinvegin er ongin ivingur um, at Finnbogi var úr sera góð- um bergi brotin. Hevði fingið ein førning, sum bara er heilt fáum menniskjum beskorið. Vitið, áhugin, treisknið, snúgvnið, arbeiðssemið og lívs- leiðin fatlast oftast saman. Har- fyri mundu tað vera fá, ið grun- aðu, at ein piltur í hesum vinnu- lívsins Mekka, har teir flestu søktu at egningarskúrunum og haðani á skipabunka, skuldi koma sær fram í lívinum á ein so øðrvísi hátt enn teir flestu. Í eftirrationaliseringini er tó lætt at síggja, at eitthvørt stórt var áveg- is. Longu í skúlanum har norðuri sást, at maðurin ætlaði og vildi nakað. Og fyri fáum árum síðani segði hann okkum á einum fundi norðuri á Eiði, at rættiliga polit- iska kveikingin kom, táið hann hevði átikið sær at selja 14. September í leysasølu, ímeðan Klaksvíkstríðið gekk upp á tað harðasta. Eitt og hvørt herlið hevur tørv á propagandu, og her fann Finnbogi løðarsteinin, sum flutti hann fram í fremstu røð og gjørdi hann til eina ta fremstu personasjuna í føroyskum poli- tikki í nýggjari tíð. Umvegis Hoydalar. Umvegis Útvarpið. Havi oftani hugsað um, hvussu ófatiliga stóran ands- menningarligan týdning hesin stovnurin hevur havt fyri tjóðina. Og hvussu hepnir føroyingar vóru, táið tað eydnaðist at raka eitt somikið gott team saman, sum tað, ið mannaði hendan stovnin tey fyrstu árini. Axel, Niels Juel, Elias, Ívar, Finnboga, Árni, Jógvan, Sverri, Marius etc. Ikki bara í innihaldi og tí natio- nala útvarpspolitikkinum. Máls- liga vóru hesir menninir úrmæl- ingar, tiknir úr leikum, og tað er ikki víst, at vit vóru so frætt kálvføddir málsliga í dag, um hesir fýrarnir høvdu valt laga- ligstu loysnina, at verið ein fylgissveinastøð hjá Kalundborg - við onkrum hissini føroyskum ísletti. Harrin havi lov fyri, at teir ongantíð boygnaðu. Sama tærið sást aftur, táið Finnbogi legði frá landi á øðrum sinni, skvisaði donsku sjónvarpstíðindini og setti eina føroyska sjónvarpsavís á skrá, Dag og Viku, har føroysk- ir journalistar fleiri kvøld um vikuna prógva, at alt ber til, um bara viljin er til tað. Ein av mongum varðum á lívsleið hans- ara. Í Útvarpinum, á Tíðindablað- num, í Sjónvarpinum og í 14. September, seinri eisini í Freg- num og í Sosialinum, prógvaði hann sín dugnaskap sum fjøl- miðlamaður. Hetta var hansara professión, well denn, men flo- gið, fuglaperspektivið, vitborna greiningin og oftani skeiva smílið, sum tú mangan varnaðist ímillum reglurnar, var sjaldsamt fyribrigdið í føroyskum journali- stikki. Nógv lisin veit eg, eisini av fólki við øðrum politiskum observansi enn hann sjálvur, og oftani vóru vinklarnir so øðrvísi, at tjak stóðst av skriving hansara. Positivt tjak. Ivaleyst var tað gott fyri Før- oyar, at hann ikki valdi at fara undir stakgreinalestur á donsk- um lærdum háskúla. Vandi kundi verið fyri, at hann tá bara menti ein strong í sínum óvanliga stóra talentmassa. Hann varð stand- andi miðskeiðis í føroyska fólka- havinum og brúkti gávurnar Guð hevði latið honum til fulnar. Á øllum økjum. Mentamaður við lít. Skrivaði, yrkti og týddi. Og málsligi førleikin var so eyð- sýndur. Málið so reint og so vak- urt. So leikandi lætt. Í einum telduposti hann sendi mær fyri kortum, segði hann, at sum yngri, helt hann puritansku leiðina vera hina røttu, men hann varnaðist skjótt, at føroyskt kundi enda sum latín, um ikki málsligi musikkurin gjørdist ráðandi aftur. Kundi fara at hurra sum ein illa slitin blandimaskina, um góða talumálið ikki fekk hevd aftur. Hann hevði sitið væl undir hjá ættarliðnum undan honum og serliga helt hann seg hava fingið málsligu kálvføð- ingina sumrarnar, táið hann vitj- aði skyldfólkið norðuri á Nesi. Hann nevndi eisini Niels Juel Arge og Sofus Joensen sum kata- lysatorar í so máta. Vit, sum av familierum orsøk- um komu at standa Útvarpinum nakað nær, komu sjálvandi at kenna hendan sjaldsama klaks- víkingin á ungum árum. Út- varpsmanningin virkaði tá sum ein lítil familja. So frætt av árum vóru kortini ímillum, at tað gjørdist kanska eitt sindur periferiskt í byrjanini. Men táið Ameriel Norðoy og aðrir frægir unglingar í Klaksvík hildu seg hava funnið kandidatin, og fingu hann valdan á valinum í 1966, hendi nakað heilt nýtt í føroysk- um politikki. Ein lítið meira enn avnalvaður unglingi settist nú NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Stórmeistarin Finnbogi hevur n