Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. september 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 172 - 10. september 2005 17 Bilvask í Hoydølum leygardagin TÍÐINDASKRIV Í sambandi við at hástigs- flokkarnir í ávikavist evnafrøði og lívfrøði fara á lestrarferð til Danmarkar 2.-8. Oktober, verð- ur skipað fyri bilvaski í Hoydølum leygardagin 10. sept. Á ferðini skulu tey millum annað vitja heimskenda heili- vágsframleiðaran Novo Nord- isk, og eisini gongur leiðin til ymsar skúlar og stovnar í Keypmannahavn. Bilvaskið í Hoydølum verður frá klokkan 10 til klokkan 16. Kostnaðurin er 100 kr., tá verð- ur bilurin vaskaður uttan og dustsogin. Samstundis verður møguleiki fyri at keypa kaffi og køkur. Sigmund Ísfeld nýggjur sendi- maður í London Nýggjur sendimaður Føroya í London er Sigmundur Ísfeld. Hann avloysir John Rajani, sum hevur verið sendimaður sein- astu trý árini og nú er farin aftur til Føroya at arbeiða á Løg- mansskrivstovuni. Sigmundur hevur áður starv- ast í uttanríkisdeildini á Løg- mansskrivstovuni. Hann tók við starvinum í London 1. september. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. ímillum hesar garvaðu politikk- arnar og hann lat sær ikki siga, breyt upp um armar, og lat ongan ivast í, at hansara mandat, sum tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin í Norðoyggjum, hevði sama virð- ið, sum tað hjá teimum, ið høvdu slitið taburettirnar upp í ára tíggir. Hann helt sjálvur, at hann var hin fyrsti føroyingurin, sum var valdur orsakað av síni kendu rødd frá útvarpslurtinum. Tað kann tað vera nakað um, og tað hendir hjá onkrum, bæði her heima og aðra staðir, men í hes- um førinum bar formatið so- mikið langt ávegis, at hevði hann ætlað sær at verið politikk- ari, so bleiv hann tað, líkamikið um veljarin kendi røddina ella ikki. Hann gjørdi vart við seg bein- anvegin. Gjørdi ta skilagóðu fintuna, at kjálkja upp ímóti og velja sær ein gigant sum Øreg- aard til sparringspartnara í politiska dialoginum, og tað kundi ikki gerast annað enn áhugavert. Ikki so ólíkir heldur, skjótir í replikkini, speisamir og rættiliga málrættaðir um hvat teir vildu við sínum politiska lívi. Tjóðveldisflokkurin hevði fingið ein rættiligan fong við hesum unga manni. Spennið tambaðist. Stóru ideologarnir frá krígsárunum vóru farnir at eldast og hesin pragmatiski brekkumaðurin úr Norðoyggj- um var í grundini fyrsta nýbrot- ið eftir fyrsta ættarliðið. Sjálvur spírin í næsta ættarliðnum, sum skuldi taka yvir táið teir sum stovnaðu flokkin fóru at leggja frá sær. Erlendur var framvegis har. Politiska halgimennið, sum hevði sitið í spjellinum fyri sak- ina hjá føroyskum fiskimonn- um. Hugsi tað var Jákup Frederik, sum segði, at hann var einasti politikkarin í Føroyum, sum ikki var til sølu. Tað hevði hann prógvað, táið hann sat handan rimarnar, í vikur, fyri sakina hjá øðrum, og verðarnir eittans vóru gamalt breyð og onkur vatnsopi. Hann var ideo- logurin og propagandisturin. Veik ikki frá málinum. Finnbogi var ein øðrvísi stødd. Haldi ikki at tað er ov nógv sagt, at hann hevði sítt egna felt í flokkinum, sín egna vong, og tað var nú ikki so løgið, táið hugsað verður um aldursmunin á honum og teim- um, sum høvdu dugnað flokkin- um og loysingarsakini, so væl, í so mong ár. Tí kom hann at spæla ein heilt øðrvísi leiklut í árunum sum komu. Saman við teimum, sum tóku yvir í øðrum flokkum, um hetta mundið. Í einum landi, har so fá fólk búleikast, er tað sjaldsamt, at tveir so serliga gávaðir politiskir figurar, sum Finnbogi og Atli, stoyta saman, og eru aktivir um somu tíð. Tað var tað sum hendi, og nú eru teir báðir farnir. Teir skipaðu stórsta nýbrotið, táið teir skipaðu samgonguna frá 1974 og frameftir. Ongin iving- ur um tað. Eitt sveinastykkið, sum ongin helt vera møguligt, eftir at tjóðskaparligur blokk- politikkur hevði verið ráðandi alt frá stríðsárunum. Og síðani hevur Finnbogi havt ein fingur við í spælinum. Heilt fram til hann sjálvur valdi at gevast á valinum í 2002. Vit, ið sum reinar novisur komu brestandi inn á politiska pallin í 1998 hava nógv at takka Finnboga fyri. Vit vóru ikki samdir um alt. Minni enn so. Men hann tók so sera væl ímóti okkum, og var ongantíð bangin fyri at geva burturav sínum politiska vísdómi. Vísti okkum á loynistýggjarnar, greinaði fyri okkum hvussu hinir flokkarnir vóru samanskrúvaðir, hvussu teir skuldu taklast í ávísum før- um, og tað gretti ikki, at kom stígur í viðhvørt, í samgongu- stevinum, so skar hann støðuna sundur við einum retoriskum barberblaði, setti hana saman aftur, og endin bleiv at kalla hvørja ferð niðurstøðan, sum hesin royndi politikkarin var komin til á fundi í tingmanning- ini. Eitt samankók av royndum, talentið og tevi. Tað finnast ikki so nógvir við hesum heilt serliga talentinum. Táið eg sat í Fólkatinginum, og sá Mogens Lykketoft, ein hin dugnaligasti politikkarin í Dan- mark í áratíggir, fara upp á røðarapallin, og greina eitt mál, karva tað sundur fyri síðani at seta tað saman aftur, eftir sínum høvdi, tá kom mær oftani Finn- boga til hugs. Fasongurin, fasadan, attitydan, gongulagið og hendan ísakalda og djúp- hugsna analysan. Tá hoyrdist ikki eitt kis frá nøkrum í salin- um. Allar antennurnar vóru uppi. Misti onkur eitt sigarett- blað á gólvið, hevði allur salurin verið á gosi. Nú var tað format- ið, sum røddi ex catedra. So- leiðis var tað eisini í Løgting- inum, táið Finnbogi hevði orðið. Guð náði hann ella hana, ið fór at skavast við eitthvørt hesa løtuna, tí nú var okkurt álvars- ligt á skrá. Men fari ikki skeiv av fasong- inum. Hetta er hin professio- nelli politikkarin í fullum vigøri. Handan fasaduna finst eisini komplexiteturin, sum Guð hevur deseinað í sínum oftani sjaldsama bílætið. Lykketoft, sum oftani sær so tristur út, er stórskemtari til, og vit sum kendu Finnboga vita, at hann var ein sera skemtingarsamur maður og hartil kensluliga løddur. Hetta sást tíðum, táið onkur løta var, har vit tóku okkum meira av løttum. Minnist serliga væl eitt kvøldið fyri jól, tað eina árið, tingmanningin hevði sett sær sjálvari stevnu, til eitt hugnakvøld, og vágaði mær at syngja og spæla framúr vakra sangin hjá honum: “Far lítli útum eina løtu og spæl.” Tá vætti úr eygnakrók-unum, og hann græt um hendan sangin hjá sær, sum var hann eitt barn, ið var farin til gongu á fyrsta sinni. Handan maskuna bløða polit- ikkarar kanska meira inneftir, enn fólk vanliga geva sær far um, fysiska slitasjan er eyðsýnd, í hvussu er meira sjónsk enn hjá fólkum flest. Kanska ganga sálin og kroppurin meira hond í hond, enn hildið verður. Finnbogi gjørdist ongantíð landsfaðir. Tað legði hann ikki í at vera. Hann var ikki popu- listur. Ikki breyðpolitikkari. Rann ikki aftaná atkvøðum, vildu fólk ikki atkvøða fyri tí hann stóð fyri, so kundi tað vera líkamikið. Tað kom serliga til sjóndar, táið hann var lands- stýrismaður í fíggjarmálum, í ringastu búskaparkreppu før- oyingar hava upplivað. Hin- vegin var hann rættiliga bevístur um maktsferuna í politiska lívinum. Vildi, sum sjálvsagt er, vera ein partur av elementinum, har avgerðirnar vórðu tiknar, soleiðis at hann kundi gera sína ávirkan galdandi optimalt. Hetta var viðvirkandi til, at hann oftani var í mótrákið. Heldur ikki tað gjørdi honum nakran mun. Var hann sannførd- ur um rættleikan í sínari støðu, so helmaði hann ikki í, fyrrenn hann hevði nátt sínum máli. Sum hann einaferð segði: “Hevur tú valt at gerast partur av heimsins skitnasta hand- verki, eigur tú ikki at vera rædd- ur fyri at dálka tær fingrarnar, annars átti tú heldur at havt kosið tær eitt annað djobb.” Men hann varð, er og fer altíð at vera nógv virdur ímillum allar teir, úr øllum flokkum, sum starvaðu saman við honum. Hann helt allar avtalur. Minnist einaferð Høgni og eg koyrdu hann niðan eftir ein tingfund, hetta var í 98, og spurdu hann hvørji serlig ráð hann kundi geva okkum sum nýmælingar á politiska pallinum: “Tað ræður um ongantíð at vera illoyalur, men harfyri kanst tú vera eitt lítið sindur snildur.” Møtti tær á veg oman ígjøg- num Amtmansbrekkuna Ólav- søkuaftan, táið Hanus á Kjal- nesi skuldi seta tjóðarhátíðina. Visti at tú hevði havt onkran trega dastið av vetrinum og várinum, og tað sá onki serligt út. Ása tók myndir av tær og eina soninum. Sjálvur slapp eg uppá einu myndina. Sjónligt var, at mótbrekkan nú var so møtismikil, at hetta fór ikki at spæla væl av. Tú, sum hevði vart teg fyri øllum handa slagi av álopum uttan ífrá, kveistrað tey burtur við tínum úrvaldu gáv- um, vart nú álopin innan ífrá. Natúran gjørdi bart. Niður- smeltingin var byrjað. Og so komu boðini nakrar dagar seinri, krabbin, hesin myrkur- sins gongumaður, var farin sína sigursgongd. Sama dagin løgdu vit báðir Høgni leiðina framvið hjá tær og Ásu, ófatiliga birgur, eftir at hava fingið boðini um títt egna endløsnung. Avklárað- ur. Foldarlívið var at kalla yvir- staðið. Tú vart á veg inn í eitt annað ljós. Men sjálvt hesa løtuna, táið falløksin sveiggjaði yvir høvurið tínum, megnaði tú at tosa um dagsins politisku mál, og tað var ikki sørt, at hin gamli skemtarin trein fram á pallin aftur - eina løtu. Tjóðveldisflokkurin hevur mist sín størsta profil og polit- ikkara tey seinastu tríati-fýrati árini. Føroyingar hava mist mentamannin, skaldið, rithøv- undan og politikkaran, sum altíð vardi áhugamálini hjá fólkinum. Takk fyri øll tey góðu ráðini. Takk fyri, at tað altíð bar til at ringja til tín, eisini táið politisku strongirnir vóru uppi, og fáa ráð og veðleiðing, sum munaðu, og uttan undantak, munaðu felags starvinum fram ímóti teimum frælsu Føroyum. Sigi sum Ívar segði um Niels Juel táið hann var farin: “Góður vart tú at lena seg aftur á. Góður í ávikum skal verða sannað.” Spell bara, at hann ið stjórnar bláloftinum ikki gav tær eitt tíðarmál afturat, soleiðis at tú kundi dugnað før- oysku tjóðina tað meira. So- leiðis sum tú skitseraði tað fyri mær hendan morgunin inni á høvuðsjarnbreytini í Keyp- mannahavn, táið tú slepti seksti- ára hvarvinum. Sum týðari, skribentur og kanska serliga sum politiskur viðmerkjari, har ongin kom tær upp á øklarnar. Ein rasa, sum tykist vera doyggjandi. Hetta eru tungir dagar hjá tær Ása. Og hjá tykkum báðum Jón og Høgna. Fjølskylduni allari. Mátti Harrin lætt um sorg tykk- ara, nú politiski stórmeistarin Finnbogi Ísakson hevur flutt sín seinasta leik á foldum og er farin í eitt annað ljós at verða. Hvíl í friði kæri frændi. nú flutt sín seinasta leik