leygardagur 10. september 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 172 - 10. september 2005
Týsdagin 6. sept-
ember var móttøka
hjá P/F Meinhardt
Arge við Oyggjar-
vegin í Havn í sam-
bandi við at stjórin,
Finnbogi Arge, fylti
50 ár hendan dagin
MÓTTØKA
Myndir:
Jens K. Vang/Jan Müller
Umleið 300 fólk møttu til
eina annarleiðis móttøku í
stóru verkstaðshøllini hjá
P/F Meinhardt Arge, har
maturin stóð á borðum og í
viðførisrúmum á teimum
ymisku bilunum. Eisini var
lastin á einum pick-up
brúkt til endamálið. Hotel
Føroyar syrgdi fyri mati og
tænastu.
Vegna starvsfólkin helt
Jan Hentze, goymslumaður,
ein talu fyri Finnboga.
Hann
segði
m.a.
at
Finnbogi var orsøkin til, at
starvsfólkini trívast so væl í
fyritøkuni. Hetta ger hann
m.a. við at skipa fyri út-
ferðum ymsastaðni í land-
inum og syrgir fyri at tey
fáa fríska frukt og at
arbeiðsumhvørvið er gott
og roykfrítt.
Starvsfólkini góvu Finn-
boga renniklæðir við til-
hoyr í føðingardagsgávu.
Hann rennur úti í Havnar-
dali hvønn og dag, og sum
tey høvdu skilt, vóru klæð-
ini uppslitin.
Finnbogi syrgir fyri trivnaðinum
Systir Marisa og Finnbogi
Finnbogi saman við konu og børnum, f.v.: døturnar Turid, Elisabeth og Maria, Finnbogi og
Armgarð og yngsta dótturin, Lív
Fíni rækjumaturin var í eini pick-up last við ísi. Finnbogi saman við Halli H. Midjord og
Virgar Enghamar frá Hotel Føroyum
Finnbogi og Osmund Justinussen, sum fylla sama dag
Pápi Finnboga, Meinhardt Arge, og Edmund Johannesen
Oyvindur Brimnes heilsar Finnboga