leygardagur 10. september 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HB-GÍ:
So skal Julian royna seg
Býráðið hjálpir Tórsvølli
Tríggir týdningar-
miklir spælarar resta í
hjá HB, tá teir sunnu-
dagin skulu royna at
venda skútuni, so
FM-kósin aftur fæst á
beint
UPPTAKT
Jákup Mørk
Seinastu tíggju dagarnar
hevur Julian Hansen koyrt á
HB-spælararnar.
Sum
skilst, so hevur lagið í hóp-
inum verið gott, men eitt er
venjing. Nakað annað eru
týðandi dystir har týðandi
stig standa upp á spæl, og í
so máta er fyrsta sveina-
royndin hjá Julian og spæl-
arunum sunnudagin.
Og liðformaðurin hjá
liðnum,
Rúni
Nolsøe,
ásannar eisini, at nú er tað
álvari í.
- Vit hava í øllum førum
ikki ráð at tapa meira. Fyri
okkum eru tað bara sigrar,
sum kunnu brúkast til
nakað, um vit vilja vera við
í toppinum. Og tá kunnu vit
framvegis ikki avgera alt
sjálvir. So tað ræður um at
taka ein dyst í senn og trý
stig í senn, sigur Rúni.
Og sum so kann HB
kanska finna sær nakað av
inspiratión í, at tað júst er
GÍ, sum nú er mótstøðu-
liðið. Tá HB í 2002 skifti
venjara í úrtíð, var fyrsti
dysturin hjá nýggju venjar-
unum móti júst GÍ. Og tann
royndin
eydnaðist
sum
kunnugt rættiliga væl.
Tað verður tó eitt nakað
skert HB-lið, sum fer á
vøllin. Hans á Lag og Jó-
hannis Joensen hava sein-
astu tíðina havt trupulleikar
við skaðum, og tað kann í
ringasta føri merkja, at teir
ikki eru tøkir aftur í ár.
Jóhannis byrjaði kanska
nakað tíðliga aftur eftir sín
skaða, tá HB tapti á Eiði,
og Hans hevur aftur fingið
trupulleikar í knæið. Hartil
hevur Tór-Ingar Akselsen
trupulleikar við liðbondun-
um í øðrum knænum.
Hjá GÍ er setningurin
framvegis at halda sær í
bestu deildini. Eitt mál sum
enn ikki er rokkið við
vissu. Hesa ferð mugu teir
vera Hans Jørgen Djurhuus
fyriuttan, eftir at reyða
kortið, sum hann fekk móti
KÍ. Hartil er Poul Arni
Jacobsen úti við skaða.
Borgarstjórin váttar,
at samráðingar eru í
gongd um, hvussu
Býráðið kann lættu
um hjá Tórsvølli.
Men talan verður ikki
um stuðul til rakstur-
in, sigur Heðin
Mortensen
TÓRSVØLLUR
Jákup Mørk
Í blaðnum í gjár staðfesti
Poul Michelsen, at hóast
trupulleikar hava verið við
grasinum á Tórsvølli í ár,
so er ikki so einfalt at loysa
hesar. Ikki minst, tí fíggjar-
orkan hjá grunninum ikki
røkkur til størri ábøtur. Eitt
nú at skifta grasteppið.
Tað er Tórshavnar Býráð,
sum í seinasta enda stendur
við ábyrgdini fyri Tórsvøll,
og har verður ásannað, at
grunnurin hevur ein trupul-
leika, tí inntøkurnar eru í
minna lagi.
Ein
møguleiki,
sum
onkra tíð hevur verið
nevndur, er at kommunan
snøgt sagt flytir raksturin úr
grunninum og í kommunu-
kassan, men hesum møgu-
leikanum er borgarstjórin,
Heðin Mortensen, ikki
serliga heitur fyri.
- Tað liggur eitt ótrúliga
stórt sjálvboðið arbeiði í
grunninum, og tí eri eg ikki
so vísur í, at tað vildi verið
nøkur góð loysn. Hinvegin,
so er tað ein sannroynd, at
grunnurin ikki hevur ser-
liga nógvan pening at ar-
beiða við, og at orkan til
íløgur og viðlíkahald tí er
avmarkað.
Vil tað siga, at tit um-
hugsa at lata grunninum
stuðul til raksturin?
- Nei. Men hinvegin kann
Býráðið í aðrar mátar
hjálpa til. Eg kann siga, at
vit í løtuni er í samráðing-
um við grunnin um, hvussu
vit kunnu betra um karmar-
nar, soleiðis at betri renta-
bilitetur fæst í raksturin. Og
her verður fyrst og fremst
hugsað um íløgur. Har
liggur jú eisini ymiskt ann-
að í kortinum, soleiðis at
Tórsvøllur í enn størri mun
kann gerast ein depil fyri
allari ítrótt. Eitt nú hevur
verið tosað um at gera
fimleikahallir við vøllin,
sigur Heðin Mortensen.
Hann leggur tó dent á, at
talan verður ikki um nakrar
veldugar íløgur í sjálvan
Tórsvøll, men heldur fast
um, at Býráðið er sinnað at
hjálpa til.
- Størri íløgur haldi eg
ikki, at býráðið kann loyva
sær í løtuni. Tað eru aðrar
ítróttargreinar, sum standa
longur frammi í røðini nú,
og her hugsi eg serliga um
fimleikin og frælsa ítróttin,
sigur Heðin Mortensen at
enda.
Dystir um vikuskiftið
Formula-deildin
Dagur Dystur
Dómari
11.09
ÍF-VB
Eiler Rasmussen
11.09
KÍ-Skála
Georg N. Rasmussen
11.09
HB-GÍ
Jens P. Brattalíð
11.09
NSÍ-EB/S
Páll Augustinussen
11.09
TB-B36
Dagfinn Olsen
2. deild
10.09
AB-Royn
Jónleif Frederiksen
10.09
LÍF-B36
Hans F. Hansen
10.09
GÍ-FSV04
Rúni Gaardbo
10.09
HB-B71
Milan Cimburovic
10.09
Sumba-B68
Dan Højgaard
3. deild
11.09
EB/S-Fram
Jan á Líðarenda
11.09
VB-SÍ
Mihai Matia
11.09
NSÍ-B68
Jón S. Gleðisheygg
11.09
Skála-KÍ
ÍF
11.09
HB-ÍF
AB
1. deild kvinnur
11.09
AB-B36
B71
11.09
FSV04-GÍ
SÍ
11.09
KÍ-EB/S
LÍF
Nr. 172 • leygardagur • 10. september 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Nú eru ráðini ikki til at tapa
meira í HB. Fyrsta av seks
»finalum« verður
sunnudagin, tá GÍ vitjar í
Gundadali