Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-10, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. september 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 172 - 10. september 2005 21 TB-B36: Mál- leyst higar- til Tvær ferðir í ár hava TB og B36 spælt málleysan javnleik. Hesa ferð tykist hvørgin parturin at hava ráð til slíkan UPPTAKT Jákup Mørk Í B36 iðra tey seg helst um, at liðið tvær ferðir hevur mist tvey stig í dystum móti botnliðnum av Tvøroyri. Stigamissir, sum tað ikki av álvara eru ráð til, um talan skal verða um eina tilveru heilt ovast á stigatalvuni. Hinvegin munnu tey á Tvøroyri í øllum førum iðra seg um fyrra dystin, har einans stórspæl frá landsliðsmálverjanum hjá B36 forðaði TB at taka øll stigini. Og hesaferð er lítið at ivast í, at hvørgin partur- in er serliga áhugaður í einum javnleiki. TB skal skjótt til at savna sær nakrar sigrar, um tey ætla sær at flyta av botnsessin- um, sum liðið nú hevur verið á í nøkur umfør, og við bara seks dystum eftir, er kjaftbandið um posan av álvara við at kennast stramt. Og til uppgávuna hava teir í øllum førum alt fólkið tókt. Eisini Pre- drag Zivkovic, sum var leikbannaður, tá TB í sannari málveitslu spældi 4-4 móti NSÍ seinast. Hjá B36 er miðvøllurin nakað skerdur, nú Mikkj- al Thomassen er leik- bannaður. Tað kann tó roknast við, at Fróði Benjaminsen verður fluttur úr miðverjuni og eitt stig niðan, og at Her- bert í Lon, sum nú aftur er tøkur eftir skaða, tekur sess í miðverjuni. KÍ-SKÁLA: Skálamenn eru favorittar í Klaksvík Nógv vendir skeivan vegin, tá ið klaksvík- ingar fara at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting móti skálamonnum, sum stríðast fyri framvegis at halda seg á FM kósini UPPTAKT Jóannes Hansen Tað er nógv, sum sammett við ikki so gamla føroyska fótbóltssøgu vendir upp og niður, tá ið KÍ í morgin fer at fáa vitjan av Skála, sum fyrr í ár hevur vunnið 2-0 í Klaksvík. KÍ hevur vunnið FM seytjan ferðir, og Skála, sum er lutfalsliga nýtt í fremstu deildini, eigur fram- vegis fyrsta FM heitið á. Men hesa ferð eru teir á Skála favorittar, tá ið teir fara til Klaksvíkar. - Vit taka uppgávuna í størsta álvara. Fleiri elta okkum, og KÍ hevur sanni- liga sítt at stríðast fyri, og tí verður tað torført. Tað verð- ur neyðugt hjá okkum at arbeiða av fullum huga fyri søkini, staðfesta skála- menn, sum eru heilt væl fyri. Eingin er leikbannað- ur, og eingin er so mikið skaddur, at tað bilar. Jónhard Frederiksberg og Pauli G. Hansen hava verið burturi frá venjing orsaka av landsliðsboðum, men teir komu báðir til hús aftur ómóðir, tí hvørgin teirra varð settur á vøllin miku- kvøldið. Hagtølini siga, at Skála ikki hevur tapt hesu megin summarsteðgin. Teir hava tapt tvær ferðir í ár. Fyrra ferðin var í 5. umfari, tá ið teir á heimavølli taptu 1-0 móti VB, og seinna ferðin var í 9. umfarinum, tá ið teir í Runavík taptu 1-0. Í 22. umfarinum skal KÍ stríðast fyri at styrkja um sína støðu í botninum. Spurningurin er, um teir fara at gera tað við at leypa á, ella um teir fara at nýta sama mátan, sum fuglfirð- ingar nýttu á Skála fyri tveimum vikum síðani. Tá var tað um reppið, at ÍF fekk stig, og tað var rættu- liga týðuligt, at tað líkaði skálamonnum ikki væl, at mótstøðuliðið lá aftarlaga og harvið syrgdi fyri at øk- ið at spæla á gjørdist rættu- liga avmarkað. KÍ miðvallarin Høgni Madsen er leikbannaður eft- ir gula kortið í Gøtu, og Le- on Bjartalíð verður ikki við. Hann varð í síðstu viku skaddur í fótinum undir venjing, og hann hevur ikki verið til venjingar í hesi vikuni. Ove Nysted var leikbann- aður í Gøtu. Hann er tøkur aftur. Tað er Kristoffur Jac- obsen eisini. Hann hevur vitjað í sjálvum Bayern München og var tískil ikki við, tá ið KÍ vann 2-1 í Gøtu fyri tveimum vikum síðani. Eyðun Klakstein hevur vant tær seinastu vik- urnar, og tað kann væl vera, at hann verður í hópinum í morgin. Heðin á Lakjuni er ein- asti KÍ spælarin, sum síðstu vikuna hevur verið burturi frá venjing, tí hann hevur verið upptikin av landsliðs- kjansinum. - Tað er framvegis langt á mál, áðrenn vit hava rokkið setninginum, sum er at sleppa burtur úr niðurflyt- ingar hóttanini. Lagið undir venjingunum er gott. Áhugin er stórur, og vit hava vónir um, at tað við stuðli frá áskoðarunum skal eydnast at fáa úrtøku burt- urúr móti Skála, siga teir í Klaksvík. KÍ hevur tapt fýra teir seinastu heimadystirnar, og fyrr í summar taptu teir 4-0 úti á Skála. NSÍ hevur ikki tapt seks tær seinastu ferðirnar, og í EB/- Streymi eru teir sein- astu níggju ferðirnar farnir av vøllinum við stigum UPPTAKT Jóannes Hansen Tað eru tvey av teimum, sum rættuliga leingi hava verið millum teirra við frægast úrtøku, sum í morg- in bresta saman í Runavík. Fyri bæði NSÍ og EB/- Streym er tað galdandi, at talan helst skal gerast um fulla úrtøku, um dreymurin um heiðursmerkir og altjóða luttøku skal varðveitast. Innanhýsis uppgerðirnar higartil í ár leggja ikki upp til fulla úrtøku. NSÍ hevur tvær ferðir verið á Eiði, og í báðum førunum eru teir farnir til hús aftur við 2-2. Í EB/Streymi er sjálvs- álitið í toppi, eftir at teir næstsíðsta leygardag sendu meistararnar í HB til hús aftur við 4-0 tapi. Hetta hevði við sær, at HB gav venjaranum sekkin. Sorin Anghel hevur sein- astu vikurnar verið heilt væl fyri. Hann skoraði trý mál móti HB. Tí er tað ikki so undarligt, at tað kom sum stórur kvøkkur, tá ið hann týskvøldið noyddist at gevast at venja orsaka av skaða. Fyrrapartin í gjár var ikki greitt, um hann verður tøkur í morgin, men teir vónaðu tað besta. Knút Vesturtún var ikki við seinast orsaka av skaða. Hann er tøkur aftur. Arn- bjørn Hansen og Jákup Martin Joensen eru ikki tøkir. Teir eru báðir skaddir. Venjingarnar hjá EB/- Streymi hava ikki verið merktar av, at spælarar hava verið burturi frá í landsliðs- ørindum. Felagið eigur framvegis til góða, at ein av teirra spælarum fer at fáa landsliðsboð. Vøllurin í Runavík er av sama slagi, sum vøllurin í Streymnesi er. Tí hava teir í EB/Streymi í síðstu viku og í hesi vikuni ikki vant á Mølini á Eiði, men heldur á graslíkinum í Streymnesi! Í Runavík er tað ikki frítt, at teir framvegis iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at fáa fult á Sevmýri, tá ið teir megnaðu at skjóta fýra mál. Úrslitið var 4-4, eftir at NSÍ eina løtu var frammanfyri 4- 3 og hevði meiri enn ein mø- guleika at økja um leiðsluna. - Hatta er farið. Vit mugu fegnast um, at tað eydnaðist so væl í álopspartinum og royna at tetta í hinum endan- um, verður sagt úr Runavík. Christian Høgni Jacob- sen og Jens Martin Knud- sen hava verið burturi frá í landsliðsørindum. Christi- an Høgni verður ikki við í morgin. Eftir gula kortið á Sevmýri er hann leikbann- aður. Ike hevur verið leikbann- aður í trimum teimum sein- astu dystunum. Í síðstu viku spældi hann í 3. deild, og hann verður við, tá ið EB/Streymur í morgin fer at vitja við Løkin. Í NSÍ hava teir tær sein- astu vikurnar kent seg at hava knívin á strúpanum. Tað siga teir seg eisini hava hesa ferð, men teir siga seg hava gott mót. Sami boð- skapur ljóðar norðan úr Sundalagnum, og tá ið bæði liðini mest sum hava gloymt, hvussu tað kennist einki at fáa burturúr, so kann tað ikki annað enn gerast tætt og spennandi - rættuliga spennandi. Tað var ikki gamalt, men hesa ferð eru tað Skála- menn, sum eru favorittar, tá vitjað verður í Klaksvík NSÍ-EB/Streymur: Báðir partar eru á kambinum Ikechukwu Onyema er nú aftur tøkur hjá NSÍ, eftir at hann hevur verið leikbannaður í tríggjar dystir