Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. september 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 172 - 10. september 2005 Áðrenn Spa-Francorchamps: Heimsins mest spennandi formel 1 breyst Belgiska formel 1 koyringin verður á Spa-Francorchamps hetta vikuskiftið. Flestu formel 1 koyr- arar gleða seg hvørt ár til hesa koyring, fyrst og fremst tí breytin er so avbjóð- andi á so nógvar ymiskar mátar FORMEL 1 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Eingin formel 1 koyring var á Spa-Francorchamps í 2003. Politikkurin í formel 1 snýr seg í alt størri mun um pening, og ES reglur í móti tubbakslýsingum fekk formel 1 stjóran Bernie Ecclestone, at skera talið á koyringum í Evropa. Hetta gekk í 2003 útyvir Spa. Av- lýsingin skapti sera nógva ónøgd millum koyrarar, fjepparar og formel 1 lið, tí hetta er ivaleyst tann besta formel 1 breytin í heim- inum. Tí slapp Spa aftur á kalendaran í fjør. Kimi Räikkönen vann tá í regn- inum, Michael Schumacher gjørdist heimsmeistari á øðrum plássi, 3,1 sekund aftan á at Kimi var farin um málstrikuna. Men mest av øllum var tað hurlivasi og spenningur, sum eyðkendu koyringina. Seks ymiskir bilar vóru á odda, tríggjar ferðir var trygdarbilurin á breytini og einans tíggju bilar komu á mál. Longu tá fyrsta umfar var koyrt, vóru fýra bilar so illa skaddir, at teir noyddust at gevast, og seks aðrir vóru í pit og gjørdu umvælingar. Sum altíð var Spa-Francor- champs ein uppliving. Kanska fer at regna Koyringin á Spa-Francor- champs er tiltikin regnkoyr- ing, veðrið er sera óstøðugt í Belgia hesa ársins tíð, og hetta hevur ofta skapt spenning á breytini. Sam- bært almennu formel 1 síð- uni www.f1.com, siga veð- urmenninir, at tað eru sann- líkt, at tað fer at regna sunnudagin, og møguliga eisini leygardagin. Møgu- leikin fyri regni sunnudagin er 60%, meðan sannlíkindi eru 40% fyri regni leygar- dagin. Dekkini undir nógvum trýsti Spa-Francorchamps er ein breyt, sum fer illa við dekk- unum, nógv háferðsving eru og hetta slítur illa. Her kann Michelin fáa ein trup- ulleika, seinastu tvær koyr- ingarnar, hava lið havt trup- ulleikar við Michelin dekk- unum, fyrst Williams í Turkalandi og síðan McLaren-Mercedes í Italiu. Regn kann eisini spæla inn, og kann geva Bridgestone liðunum ein fyrimun. Hetta eru tó bert gitingar, tí enn hevur ikki regnað í hesum formel 1 árinum, og tí eru regndekkini ikki veruliga roynd enn. Heimsmeistaraheitið kann verða avgjørt Fær Fernando Alonso fýra stig fleiri enn Kimi Räik- könen hetta vikuskiftið, er ungi spaniumaðurin heims- meistari í formel 1. Men bæði hjá Renault og McLa- ren-Mercedes nokta tey at tosa um, at heimsmeistara- heitið er avgjørt enn. Eingin ivi er um, at Kimi Räikkönen og Juan Pablo Montoya í McLaren-Mer- cedes eru stórir favorittar at vinna hetta vikuskiftið. Teirra bilur tykist at vera tann besti í løtuni. Tó hevur liðið havt sera nógvar tøkniligar trupulleikar, og eru hesir einasta orsøk til, at Kimi Räikkönen ikki er á odda í kappingini um heimsmeistaraheitið, og hesir trupulleikar kunnu eis- ini gerast avgerandi hetta vikuskiftið. Uppsetingin hevur alt at siga Spa-Francorchamps er ein sera fjølbroytt og avbjóð- andi breyt, hetta ger at tað er sera torført at seta bilin upp rætt, men verður hann settur rætt upp, hevur tú ein fantastiskan fyrimun fram- um bilar, ið ikki eru settir líka væl upp. Hetta kann í síðsta enda gerast avger- andi, og kann tí skapa onkr- ar óvæntaðar støður. Pizzonia og Klien Ivi hevur verið um, hvør fór at sita í tveimum av teimum tjúgu formel bilunum hetta vikuskiftið. Hjá Williams- BMW avloysti Antonio Pizzonia í Italia Nick Heid- feld, tá týskarin gjørdist so ringur av høvuðpínu, at til bar ikki at koyra. Pínan stavaði frá einum óhappið, sum Heidfeld hevði í royndarkoyringum í vikuni fyri. Heidfeld er ikki heilt til reiðar enn, og tí situr Pizzonia aftur í Williams- BMW bilinum. Tó er hetta ikki nakar trupulleiki. Pizz- onia setti liðfelagan Mark Webber uppá pláss í koyr- ingini í Italia, og endaði á einum sjeynda plássi. Hjá Red Bull Racing hava Christian Klien og Vitantonia Liuzzi býtt koyringarnar millum sín. Á Spa-Francorchamps verður tað enn eina ferð Klien, íð skal koyra. Hetta verður tólvta koyringin hjá Klien í ár, meðan Liuzzi einans hevur koyrt fýra koyringar. Liðið skal seinni í ár av- gera, hvør teirra skal koyra fyri liðið næsta ár saman við David Coulthard. Tað kann tykjast løgið, at Klien fær so nógvar møgu- leikar í mun til Liuzzi, men hetta kemst ivaleyst av, at kappingin um stig er harðna. BAR-Honda liggja einans tvey stig aftan fyri Red Bull Racing í kapping- ini um framleiðarameist- araheitið. Støðan í hesi kapping merkir nógv fíggj- arliga. Tí brúkar liðið tann roynda koyraran, ið gevur teimum stig, heldur enn óskrivaða blaðið Liuzzi, sum ikki hevur sannført í teimum fýra koyringunum, ið hann hevur koyrt. Seinasta ár vóru fýra bilar givnir aftan á fyrsta umfar, og 6 aðrir vórðu umvældir í pittinum Mynd: Reuters Formel 1 á skíggjanum Sjónvarp Føroya sendir koyringina kl. 12.55 sunnudagin. Tíðarkoyringin verður víst á TV2 Zulu kl. 11.55 leygardagin. HM fyri koyararar 1 Fernando Alonso103 2 Kimi Räikkönen 76 3 Michael Schumacher 55 4 Juan-Pablo Montoya 50 5 Jarno Trulli 43 6 Giancarlo Fisichella 41 7 Ralf Schumacher 35 8 Rubens Barrichello 31 9 Nick Heidfeld 28 10 Jenson Button 24 - Mark Webber 24 HM fyri lið Renault F1 144 McLaren-Mercedes 136 Scuderia Ferrari 86 Toyota Racing 78 BMW WilliamsF1 54 Red Bull Cosworth 27 BAR Honda 25 Sauber Petronas 14 Jordan Toyota 11 Minardi Cosworth 7 Um belgisku koyringina á Spa-Francorchamp Umferðir: 44 Breytarlongd: 6,976 km Skjótast umferð: Kimi Räikkönen í 2004 (McLaren-Mercedes) 1 minutt 45,108 sekund Longdin á koyringini: 306,944 km Núverandi koyrarar sum hava vunnið á Spa-Francorchamp: Michael Schumacher 1992 (Bennetton-Ford), 1995 (Bennetton-Renault) 1996, 1997, 2001, 2002 (Ferrari), David Coulthard 1999 (McLaren-Mercedes) Kimi Räikkönen 2004 (McLaren-Mercedes) Keldur: www.f1.com og www.forix.com FAKTA