leygardagur 10. september 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 172 - 10. september 2005
23
Tá tosast skal um hagtølini
undan dystunum um viku-
skiftið, so skerst illa burtur,
at NSÍ má roknast sum
størsti favoritturin. Í fýra
dystum, har EB/Streymur
hevur vitjað við Løkin,
hevur NSÍ vunnið hvørja
ferð, og enn hevur EB/-
Streymur fyrsta málið til
góðar á vøllinum.
Í aðrar mátar hevur HB
heilt greitt hagtølini við
sær, tá talan er um heima-
dystir móti GÍ. Her hevur
GÍ bara eina ferð vunnið
seinastu tíggju árini.
Í hinum trimum dystun-
um er talan um javnar upp-
gerðir í so máta. VB hevur
tó havt takið á ÍF, hóast
seinasti dysturin liggur
seks ár afturi. Á Tvøroyri
hevur B36 ikki tapt móti
TB síðani '95, og í Klaks-
vík hevur KÍ munin á
Skála, sum tó vann fyrru
uppgerðina við Djúpumýri
í ár.
Hagtølini avgera tó ong-
an dyst, men stuttlig kunnu
tey kortini vera at hyggja
at.
EB/Streymur hevur eingi
mál við Løkin
ÍF-VB:
Nógv stendur upp á
spæl í Fuglafirði
Manningarliga stend-
ur so væl til, sum tað
ber til, hjá ÍF og VB,
sum bæði við sigri
kunnu skapa sær
rættuligan glotta í
botnstríðnum
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Tað eru tvey lið, sum hava
knívin á barkanum, sum
seinnapartin í morgin fara á
vøllin í Fuglafirði.
Felags fyri tey er, at úr-
tøkan nógvu tey seinastu
umførini ikki hevur verið
nakað serlig. Tað ber við
sær, at báðir partar stríðast
fyri at sleppa undan aftastu
plássunum. Og tað kann
væl fara at vísa seg, at ein
møguligur vinnari í Fugla-
firði í morgin fer at fáa ein
orduligan lætta. Hesi bæði
liðini kappast við TB og KÍ
fyri at sleppa undan aftastu
sessunum, og tað er kanska
ikki serliga sannlíkt, at hesi
bæði, sum skulu spæla á
heimavølli móti ávikavíst
B36 og Skála, fara at fáa so
nógv burturúr. Í hvussu so
er ikki, um roknað verður
út frá støðutalvuni.
Hjá ÍF var talan um stórt
vónbrot, tá ið teir fyri
tveimum vikum síðani í
evstu løtu mistu eitt stig á
Skála. Fuglfirðingar hava
ikki givið skarvin yvir. Teir
hava ikki havt spælarar
burturfrá í landsliðsørind-
um, og teir siga seg næstan
vera so væl fyri við fólki,
sum tað ber til. Í hvussu so
er hava teir ikki verið
manningarliga so væl fyri
leingi, sum teir nú tykjast at
vera.
Einasti, sum ikki er tøk-
ur, er Gunnar Nielsen. Tað
ber honum ikki til at venja
við fullari ferð. Hann vitjar
støðugt hjá fysioterapeuti,
men tað hevur víst seg at
ganga illa at sleppa av við
búkskaðan.
- Lagið hevur verið gott
undir venjingunum, og vit
eru greiðir yvir, at talan
móti VB verður um rættu-
liga lyklauppgerð. Vónandi
fer hetta at síggjast aftur í
avrikinum
á
vøllinum,
verður sagt úr Fuglafirði.
Stigatalvan boðar frá, at
støðan í Vági ikki er nakað
serlig. VB hevur fingið eitt
stig í fýra teimum seinastu
royndunum. Málmunurin í
hesum dystunum er 3-13!
Vágbingar plaga ofta at
standa seg væl í Eysturoy.
Síðsta dømið um hetta var,
tá ið teir fyri trimum vikum
síðani megnaðu 1-1 í Gøtu.
Fyrr í ár hava teir vunnið á
Skála.
Í Vági hevur verið soltið
við fólki seinnapartin av
árinum. Positiva søgan úr
Vági er, at allir eru tøkir.
Eingin er leikbannaður, og
eingin er skaddur.
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1 Skála
21
12 - 7 - 2
48
23
25
43
2 B36
21
11 - 7 - 3
29
12
17
40
3 HB
21
12 - 3 - 6
55
28
27
39
4 NSÍ
21
10 - 7 - 4
35
27
8
37
5 EB/Streymur 21
8 - 9 - 4
33
28
5
33
6 GÍ
21
6 - 4 - 11
28
37
-9
22
7 KÍ
21
6 - 2 - 13
29
41
-12
20
8 ÍF
21
5 - 5 - 11
24
48
-24
20
9 VB
21
5 - 4 - 12
26
43
-17
19
10 TB
21
3 - 6 - 12
21
41
-20
15
2. deild menn
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1 B71
12
10 - 1 - 1
44
7
37
31
2 B68
12
10 - 1 - 1
43
10
33
31
3 FSV04
12
8 - 1 - 3
36
11
25
25
4 AB
12
7 - 2 - 3
28
22
6
23
5 HB
12
6 - 1 - 5
32
25
7
19
6 LÍF
12
4 - 1 - 7
35
35
0
13
7 Sumba
12
4 - 1 - 7
27
40
-13
13
8 Royn
12
3 - 1 - 8
13
44
-31
10
9 B36
12
2 - 2 - 8
11
31
-20
8
10 GÍ
12
0 - 1 - 11
12
56
-44
1
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo