Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-10, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. september 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 172 - 10. september 2005 Føroyskt grót til føroyska marknaðin Tað vóru kanska ikki mong, ið hugsaðu um tað, tá drotninga- hjúnini fyrr í summar løgdu sjálvan grund- arsteinin við nýggju kirkjuna í Hoyvík. Men hesin steinurin var ein 100 prosent føroysk framleiðsla – úr føroyskum haga, framleiddur á før- oyskum virki til eina føroyska kirkju GRÓT Snorri Brend Myndir: Jens Kr. Vang Skopun: "Enn lívir gamalt føroyskt grót". Soleiðis verður sungið í vælkendum sangi. Men fyri nakrar virkisfúsar menn í Skopun er hetta nú vorðin álvari. Teir hava fyri stuttum sett á stovn eitt virki, ið skal framleiða grót til tann før- oyska marknaðin – og helst eisini tann útlendska við. - Ja, vit vóna at kunna út- flyta grót frá okkum. Men vit mugu samstundis bara ásanna, at tað er sera kostn- aðarmikið at útflyta slíkt, sigur Høgni Tausen, dagligur leiðari. Á hesum virkinum fara teir m.a. at leggja seg eftir at gera húsaklædning úr gróti, og tí gevur henda sangreglan eisini eina meining fyri virkið og framtíðina hjá tí. Tveir mans arbeiða í løtuni á virkinum, sum er væl útgjørt við góðum og heilautomatiskum maskin- um, sum gera tað mesta av arbeiðinum. Og grótið - tað er eisini fyri ein stóran part egin framleiðsla. Tað fáa teir úr Høvdarhaga, norðanfyri Skopun, men fara eisini at framleiða úr útlendskum gróti. - Men tað føroyska grótið, - tað er sera gott grót, sigur hann. Dýrt at útflyta Høgni Tausen er sera spent- ur uppá framtíðina hjá virkinum. - Tað er so avgjørt tørvur á slíkum virki í Føroyum, - einum virki, sum kann framleiða føroyskar vørur úr føroyskum tilfari. - Í fyrstu syftu satsa vit tí uppá heimamarknaðin, men vildu somuleiðis fegn- ir komið á tann útlendska marknaðin. Men tað er bara so dýrt at útflyta slíkt, sigur hann, sum kortini vónar at broyting kann koma í. Nógv fólk hava longu víst Grótvirkinum sín áhuga, og tað eru mong sum koma niðan á ídnaðar- økið í Skopun at hyggja eftir virkinum. Til hús og virki Teir á Grótvirkinum hava gingið heldur stillisliga við dyrnum hesa seinastu tíðina. Ætlan teirra er at virkið skal latast meiri alment upp, tá teir hava fingið eina hampiliga goymslu av framleiðsluni, teir skulu hava. Teir miða eftir at fáa sær eina hampiliga goymslu, soleiðis at teir kunnu lata vøruna til kundan eftir umleið einari viku. - Men enn eru vit ikki komnir so langt. Tí hava vit heldur ikki gjørt so nógv burtur úr at lýsa við virk- inum, sigur Høgni Tausen. Teir fara í fyrstu atløgu at leggja seg eftir at selja brot- flísar, húsaklædning, grav- steinar, borðplátur og ann- að til handlar og privatfólk. Grundarsteinur Hóast virkið ikki alment er latið upp enn, so hava teir longu gjørt vart við seg. Tað gjørdu teir m.a. tá grundarsteinurin til ætlaðu kirkjuna í Hoyvík varð lagd- ur fyrr í summar. Hesin steinur var nevniliga gjørdur á Grótvirkinum í Skopun. Í hesum døgum verður eisini arbeitt við at fríðka um eitt stað í heimbygdini, har ætlanin er at eitt torg skal verða einaferð. Her vóru menn fyrr í vikuni í ferð við at leggja brotflísar á. Og tað grótið hava teir ikki nýtst at fara so langt eftir, tí tað kemur eisini frá hesum virkinum. Hetta vil so aftur siga, at brotflísarnar á torginum í Skopun koma úr egnum haga, eru framleiddar í heimbygdini og liggja nú sum prýði í somu bygd! Grótvirkið í Skopun hevur alla útgerðina til at framleiða gott føroyskt grót. - Vit satsa uppá heimamarknaðin, men vóna eisini at kunna útflyta, sigur Høgni Tausen, dagligur leiðari Høgni Tausen er dagligur leiðari á Grótvirkinum, og hevur m.a. nomið sær kunnleika um framleiðslu úr gróti í Noregi, Danmark og Bretlandi. Hann hevur eisini starvast í Bónus í Havn í sjey ár, men nú er tað grót hann fæst við