Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-10, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. september 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 172 - 10. september 2005 SJÁLVMORÐ Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo – Tey siga, at tað ringasta, eitt menniskja kann uppliva, er at missa sítt barn ... Tummas hygg- ur hugsunarsamur fram fyri seg, meðan hann leitar eftir orðunum og heldur fram – Men at missa eitt barn, sum tók sítt egna lív, er at skrúva pínuna eitt vet longur. Onki kann verða ræðuligari. Hví? Tá 16 ára gamli Kristian eitt kvøldið fyri átta árum síðani tók lívið av sær, var tað, sum alt innaní Tummasi steðgaði upp. Hvørt sekund, hvør smálutur hevur brent seg í minnið, og so sjokkið, pínan, og tankarnir, sum bara mólu í ring uttan íhald. – Tann fyrsta langa tíðin kend- ist sum ein endaleys marra av pínu og sakni. Til endan var tað, sum vildi høvdið spreingjast, og eg hevði bara hug at rópa: Nær fær hetta ein enda! Eg var púra sannførdur um, at eg aldrin aftur fór flenna, hava tað stuttligt ella yvirhøvur kunna liva aftur. Í eina rúma tíð aftaná fylti sjálvmorðið alt lívið hjá Tumm- asi. Kristian hevði onki skilnað- arbræv skrivað, og fyrstu tíðina royndi Tummas alt fyri at finna okkurt svar, onkra ábending um, hvat kundi havt fingið Kristian til at taka eina so ræðuliga avgerð. – Eg havi ikki tal á, hvussu ofta eg havi sitið og rótað runt í telduni hjá honum, opna hvørja einastu fílu bara fyri at finna okkurt lítið tekin um eitt svar av onkrum slagi. Men eg fann ong- antíð nakað. Tað hjálpti heldur onki at spyrja nakran annan, tí hini, sum kendu hann, skiltu líka lítið sum eg, sigur Tummas og leggur afturat, at at síggja til hevði Kristian í allar mátar eitt gott lív. Hann var fittur, skila- góður og kláraði seg væl í skúl- anum og tóktist ikki á nakran hátt at vera nívdur av nøkrum so álvarsomum, sum sjálvmorðs- tonkum. – Inn ímillum havi eg spælt við tankan um, at tað má hava verið eitt óhapp, at tað ongantíð veruliga var ætlanin hjá Kristiani at taka seg av døgum. Men eg veit tað framvegis ikki. Skuldarkenslan Ikki fyrr enn seinni gekk tað upp fyri Tummasi, at hann í grundini ongan hevði at spyrja. Hann var tann, sum kendi sonin best, so tá hann onki svar hevði sjálvur, var tað í roynd og veru nyttuleyst at halda fram at leita. – Við hesum kom eisini skuld- arkenslan. Um eg nú var tann, sum var tættast at Kristiani, hví hevði eg so ikki varnast, at okk- urt var galið? Var tað ikki mín ábyrgd, sum pápi at síggja slíkt hjá mínum barni? Hvar hevði eg svikið? Og eg, sum trúði, at vit báðir høvdu tað so gott saman. Frá eini løtu til aðra lá harmon- iska myndin hjá mær av okkum báðum í skeljasori, og har stóð eg og skilti onki. Sum frá leið byrjaði Tummas at skriva sínar tankar niður, tá hann fór í song um kvøldarnar. Kanska fyrst í eini roynd at halda óttanum fyri einseminum og marrudreymunum burtur, men á onkran hátt hjálpti tað seta orð á kenslurnar. Eitt tað síðsta, hann skrivaði í bókina, ljóðaði á leið soleiðis: “Uttan mun til, hvussu nógv eg royni, verða tað altíð spurn- ingar, sum eg ongantíð fái nakað svar uppá. Tað má eg bara góð- taka, um eg skal koma víðari”. – Ikki fyrr enn eg veruliga kom til sættis við, at soleiðis mátti tað bara vera, bleiv tað pláss fyri øðrum í tonkunum. Seinni kom so øðin, tá eg í hug- anum endiliga tordi at spyrja Kristian, hvat hann billaði sær inn at gera soleiðis ímóti síni familju, systkjun og øllum, sum vóru góð við hann. Øðin kendist sum ein forloysandi lætti og enn eitt fet víðari frameftir. Endi og byrjan Mitt í øllum sorgarleikinum helt livið rundan um Tummas fram á sín mest ítøkiliga hátt. Dáman hjá honum var uppá vegin, og seks mánaðir eftir, at hann hevði sagt soninum farvæl á sjúkra- húsinum, stóð Tummas aftur har - hesuferð fyri at taka ímóti dóttur síni. – Tað var ein ótrúliga intens tíð, har eg upplivdi bæði byrjan- ina og endan á livinum innan fyri eitt stutt tíðarskeið. Gleðin yvir dóttrina varð besti og mest lívs- játtandi mátin, eg kundi ynskja mær, at koma víðari, men hon mátti ikki blíva ein máti at flýggja frá sorgini yvir Kristian. Samstundis var tað mín ábyrgd, at hini bæði systkini hjá Kristiani eisini fótaðu sær so væl, sum gjørligt, bæði í sorgini og í nýggja lívinum, tey nú vóru partur av. Tummas er takksamur fyri, at livið lagaði seg á ein hátt, sum uttan iva hevur hjálpt honum lættari víðari, enn hann kundi væntað. Hinvegin heldur hann seg ikki hava roynt at skáka sær undan pínuni eftir sjálvmorðið hjá Kristiani, hóast tað onkuntíð kundi verða freistandi. – Tað hava verið løtur, har eg havi havt hug at givið onkrum øðrum skyldina fyri tað, sum hendi. Eg eri eisini greiður yvir, at tað, at Kristian ikki hevði skrivað eitt skilnaðarbræv, hevur givið mær møguleika at finna ta orsøk, eg sjálvur best kundi liva við. Men eg veit, at eg ikki til- vitað havi roynt at runnið undan pínuni, sigur Tummas og minn- ist, beint eftir, at hann hevði funnið Kristian, at læknin spurdi, um hann vildi hava eina sproytu. – Eg takkaði nei og segði, at hetta var ikki ein pína, sum kundi sproytast burtur, og so- leiðis havi eg nokk hugsað alla tíðina. Uttan mun til hvat hendir, so verði eg altíð pápi Kristian, sum gjørdi sjálvmorð, og júst ta pínuna má eg liva við einsa- mallur. Í síðsta enda syrgja vit øll á okkara egna hátt, sigur Tummas og leggur afturat, at ” Sonur Tummas Tað vardi ongan, tá 16 ára gamli sonur Tummas Joensen brádliga tók seg av døgum fyri átta árum síðani. Og Tummas veit framvegis ikki, hví hann gjørdi tað. – Ikki fyrr enn eg umsíðir góðtók, at eg ongantíð fái nakað svar, bar tað til at koma víðari í lívinum, sigur Tummas – Frá eini løtu til aðra lá harmoniska myndin hjá mær av okkum báðum í skeljasori - Eg var púra sannførdur um, at eg aldrin aftur fór flenna, hava tað stuttligt ella yvirhøvur kunna liva aftur. ”