Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-10, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. september 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 172 - 10. september 2005 27 kanska av somu orsøk hevur hann ongantíð sjálvur lisið nakað serligt um sjálvmorð, og hvussu ein best kemur ígøgnum sorgina. – Eg havi viljað sloppið at liva við hesum uppá mín egna máta. Kanska er tað bara ein máti at verja seg ímóti, at onki annað kemur og órógvar, ella at onkur knappliga kemur og sigur, at eg átti at gjørt tað øðrvísi. Eg veit ikki, men soleiðis havi eg bara kent tað rættast. Ikki eitt ikon Fyrstu tíðina fingu Tummas og hansara nærmastu dyggan stuðul frá familju, vinum og øllum í bygdini. Hann minnist, hvussu gott tað kendist, sjálvt um tey kanska ikki tosaðu so nógv um júst tað, sum var hent. – Bara tað at tey vóru har og lótu okkum føla, at vit ikki vóru einsamøll, var nokk. Tað kendist ótrúliga trygt og fjálgt at hava tey har, og í langa tíð svav onkur eisini hjá okkum um náttina. Men sum frá leið noyddist Tummas og familjan undir gerandisdagin aftur og at finna sín máta at liva við minninum um Kristian. Og tey hava altíð tosað um hann í tann mun, onkur hevði tørv á tí og annars, tá tað kennist nátúrligt. – Tað kann verða so mangt, sum bendir tosið inn á Kristian. Tað kann til dømis vera okkurt, sum minnir um okkurt, hann plagdi at siga ella gera; kanska onkur lutur, hann átti, kemur upp í hendurnar á okkum, ella tá hann hevur føðingardag. Tað er, sum tað kemur seg, tí ongin skal kenna seg kroystan til hvørki at tiga ella tosa um Kristian, sigur Tummas og nevnir sum dømi, tá eldra dótturin slapp at eiga tvør- floytuna hjá Kristiani. – Tað er ikki ein tvørfloyta, hon er sloppin at lána, ella sum hon skal fara serliga varliga um, tí Kristian hevur átt hana. Nú er tað hennara floyta, sum hon kann spæla uppá, sum hon vil. Onki kann setast í staðin fyri Kristian, eins og hini í familjuni eisini fylla hvør sítt pláss á sín egna hátt. Kristian doyði á ein gátu- føran hátt, beint sum hansara lív skuldi byrja, men hann skal ikki gerast til eitt ikon, sum ongin má nerta við. Onki loyndarmál Sjálvur heldur Tummas, at hann í stóran mun er sloppin at tosa um Kristian, og tað sum hendi, tá hann hevur havt brúk fyri tí. Er hann sjálvur komin inn á tað, hava onnur ikki verið avvísandi, men hava lurtað og roynt at spyrja. Hinvegin hevur hann onkuntíð kent seg noyddan at siga meir, enn hann hevði hug til ella ætlaði, um tosið kom inn á Kristian. – Tú kanst ikki bara siga, at sonur mín gjørdi sjálvmorð uttan at fylgja tí upp. Sigur tú, at sonur tín doyði i eini ferðsluvannlukku, kunnu onnur lættari vísa sína samkenslu og royna at skilja við til dømis at tosa um øll tey ungu, sum doyggja so meiningsleyst í ferðsluni. Við sjálvmorði er tað nakað annað, tí tað er ein avgerð eitt menniskja tekur, hóast tað veit, hvussu svárt tað kemur at raka tey nærmastu. Vit krevja eina forkláring, fyri at kunna rúma slíkum – eisini um ongin forkláring finst. Á onkran hátt hevur Tummas altíð skilt tað, um onnur halda tað vera trupult at tosa við hann um Kristian og mátan, hann doyði. Tað, hann gjørdi, var veruliga ófatuligt og so mein- ingsleyst, sum nakað kann verða. Og hevur tú ikki sjálvur staðið í støðuni, er tað ógjørligt at ímynda sær, hvusssu tað kennist at sita eftir. Men Tummas hevur ongantíð góðtikið, tá onnur bein- leiðis hava sloppið sær burtur, fyri at sleppa undan at standa andlit til andlit við hann. – Í byrjanini upplivdi eg nakrar ferðir, at fólk smoygdu sær yvir á hina gongubreytina. Tað kend- ist ræðuligt og fekk meg at hugsa, “Eri eg veruliga ein so- vorðin, fólk helst ikki vilja møta?”. Men samstundis tók eg synd í teimum, at tey ræddust “mítt” sjálvmorð so illa, at tey ikki toldu at hoyra tað verða nevnt. Tað hjálpir ongum at tiga slíkt í hel, sigur Tummas, og tí fekk sjey ára gamla dótturin eisini eitt svar, tá hon ein dagin spurdi, hví Kristian doyði. – Vit søgdu, at hann vildi ikki liva meir. Enn hevur hon ikki spurt hví ella hvussu, men tá teir spurningarnir koma, fær hon eisini eitt svar. Søgan um Kristi- an skal ikki verða nakað loyndar- mál – tað er jú eisini søgan um ein fittan ungan drong, sum í dag hevði verið 24 ár og uttan iva í holt við eina hægri útbúgving – kendi eg Kristian rætt ... – Ivin fer altíð at spøkja, men innast inni veit eg, at eg gjørdi, hvat eg kundi fyri at geva Kristiani eitt gott lív. At eg ikki fekk møguleikan at hjálpa honum til allarsíðst, má eg bara liva við, tí tað fær ikki verði øðrvísi. tók lívið av sær - Eg fekk ikki møguleikan at hjálpa Kristiani til allarsíðst. Tað má eg bara liva við ” - Kristian doyði á ein gátuføran hátt, men hann skal ikki gerast til eitt ikon, sum ongin má nerta við. ” - Eg kann ikki bara siga, at sonur mín gjørdi sjálvmorð uttan at fylgja tí upp. Vit krevja eina forkláring, fyri at kunna rúma slíkum – eisini tá ongin forkláring finst, sigur Tummas Joensen