Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-10, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. september 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 172 - 10. september 2005 SAMRØÐA Dagny Joensen Hon hevur staðið framman fyri eini 1800 fólkum og ballað seg inn í cellofan fyri at tekkjast manninum, og opinskárað sagt frá sínum lívi sum kona, mamma og kvinna við starvsbreyt. Tað er Kristina S. Hansen, sum einsamøll hevur framført sjón- leikin "Sellofan", ið higartil hevur verið framførdur fyri full- um húsi eini 18 - 20 ferðir á Meiarínum. Um hvussu hon m.a. kennir tað at standa hálvnakin framman fyri stórari áskoðarafjøld, og hvussu fólk taka ímóti leikinum, sigur Kristina frá, eins og hon ger viðmerkingar til ymiskt í søgugongdini og førir tað yvir til nútíðar kvinnulív her á landi. Enn er „Sellofan" ikki liðugt spældur í Havn, men møguliga verður seinni farið út ferðast við leikinum, sum hevur fingið so góða undirtøku. 38 ára gamla Kristina S. Han- sen kennir seg aftur í nógvum av tí, sum Elin sigur frá í leikinum, eitt nú um útiarbeiði og familjulív í gerandisdegnum. Kristina var útbúgvin sjón- leikari av Leiklistaskúla Íslands í 1993, og hevur síðani arbeitt í leikbólkinum Grímu og nú Tjóð- palli Føroya. Hon hevur verið við í eini 20 - 30 sjónleikum leikum hesi árini. Kristina og Rói á Rógvu Joen- sen eiga syninir Teitur, sum er níggju ár og fimm ára gamla Niklas. Ein stuttlig søga Um hvussu tað er sum sjónleik- ari at ganga og rokast í stuttum undirkjóla millum áskoðararnar, har hon í sínum leikluti sum Elin, av øllum alvi og við skemtiligari frásøgn lýsir, hvussu henda kvinnan roynir at fáa stundir til allar uppgávurnar í gerandisdegnum, sum er at taka sær av børnunum, manni og útiarbeiði. Tað spyrst ein stuttlig søga burtur úr, sum eisini hevur álvarsligar undirtónar. – Hvat hugsaði tú, tá tú las handritið fyrstu ferð? – Eg helt tað vera stuttligt, av tí at tað hendi so nógv í leikinum og av tí at eg kendi aftur Bjørk Jakobsdóttir, sum hevur skrivað leikritið, og hennara hugsunar- hátt. Vit báðar gingu á leiklista- skúlanum í Reykjavík. – Tá venjingarnar byrjaðu, helt eg tað vera løgið at ganga so- leiðis ítalin, men tá leikurin kom á pall, hevði eg ongar trupul- leikar av hesum. Elin virkar nærum manisk í sínum ovfara- kæti, og tí vóni eg bara, hvørja ferðina leikurin byrjar í forstov- uni, at eg komi væl frá tí. – Eg hugsi ikki so nógv um tað, at eg eri rættiliga ber á pallinum. Spælið er so ógvusligt og fær rættiliga sveittan fram. Tá er tað ein fyrimunur, at vera so lætt ílatin, sigur Kristina S. Han- sen brosandi. – Hóast hetta er ein skemti- leikur, so er tað ein avbjóðing hvørja ferð eg fari á pallin, av tí at eg framman undan ikki veit, hvussu áskoðarnir taka ímóti mær. Eingin framførsla er eins, og Elin hundsar við fólki frá byrjanini. Tað kann virka eitt sindur áleypandi, men tað hava fólk tikið væl ímóti. Tað hevur ikki verið nakar trupulleiki higartil, sigur Kristina S. Hansen. Hon hevur bert fingið positivar viðmerkingar frá fólki, sum hava sæð leikin. "Loyniligt upptøkutól" – Nógv konufólk kenna seg aftur í onkrum av tí sum Elin sigur og ger. Vit, sum eru mammur, konur og hava útiarbeiði, hava somu trupulleikar at berjast við og Elin, hóast hon ger í so nógv av, heldur Kristina. – Eg havi ikki upplivað nakað neiligt við framførsluni. Tað kemst ivaleyst av, at markið fyri hvat er loyvt, longu er burtur áðrenn leikurin byrjar, sigur Kristina og sipar til, at Elin tekur ímóti áskoðarunum, tá tey koma inn á Meiaríið. – Hvat siga áskoðarnir við teg aftan á framførsluna? – Eg havi fingið nógvar við- merkingar, men skal eg taka dømi fram, so er tað m.a. tá Elin kemur ov seint í barnagarðin og hvussu starvsfólkið roynir at niðurgera overvaðu mammuna. - Av meira skemtiligu við- merkingunum er tann, at onkur spurdi meg, um vit høvdu havt "loyniligt upptøkutól" heima hjá teimum, og at fleiri kvinnur tá søgdu, at tær høvdu hugsað tað sama. – Kennir tú teg aftur í leikinum? – Tað geri eg fyri sovítt í ein- støkum førum. Eitt nú í tí at kvinnur hava so nógvar dupult- funktiónir, og skulu fáa alt at hanga saman heima, umframt at skapa sær starvsbreyt, fyri at fáa Sjónleikarin um Elina í „Sellofan": Hon er bara ein vanlig kona - Sum so nógvar aðrara konur, ger hon alt fyri at vera perfekt, men fær ikki samanhang í gerandisdegnum, av tí at hon hevur so nógv um at vera, sigur Kristina S. Hansen - Eg hugsi ikki so nógv um tað, at eg eri rættiliga ber á pallinum. Spælið er so ógvusligt og fær rættiliga sveittan fram. Tá er tað ein fyrimunur, at vera so lætt ílatin, sigur Kristina S. Hansen brosandi