leygardagur 10. september 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 172 - 10. september 2005
29
hægri starv og meira í lønar-
posan. Ein trupulleiki er eisini, at
partar av uppalingini av børn-
unum liggur aðrastaðni enn
heima hjá foreldrunum.
– Tað kennist sum er rákið í
nútíðini, at familjur skulu hava
so nógvar fyriskriftir at ganga
eftir, fyri at sita til vanliga
familjumynstrið. Elin lesur um
kanningar og hagtøl fyri at
uppfylla fyriskiftirnar, hvussu
hjún skulu liva saman. Tá hon
lesur um eina hagtalskannning,
sum sigur, at røtt hjún skulu hava
sex tvær - tríggjar ferðir um
vikuna, verður hon ørkymlað, tá
hon kemur í tankar um, at hon
og maðurin bert hava sex tvær
ferðir um mánaðin. Tað noyðist
hon at gera nakað við, hóast hon
hvørki hevur hug ella stundir.
Í einum vikublað hevur hon
lisið um 10 hættir at tekkjast
manninum. Hon velur ein burtur
úr, sum er at balla seg inn í
sellofan. Tá maðurin kemur
heim, skal hon liggja innballað
sum ein sexpakki hjá manninum
at pakka upp.
– Tað er eisini soleiðis í
veruleikanum, at fólk hava so
nógv um at vera, og at tey ikki
hava stundir ella orku at uppfylla
krøvini, sum verða sett teimum,
sigur Kristina S. Hansen.
– Sum Elin sigur einastaðni, at
hon noyðist at gera tíðarætlan
fyri vikuskiftið, av tí at bæði
foreldur og børn hava so nógv at
gera. Tey skulu til fótbólt, bjóða
fólki til døgurða, fara í kirkju
o.s.fr., umframt at hava stundir
til sex.
– Kann hesin leikurin læra
okkum nakað?
– Hann sigur ið hvussu so er,
at vit noyðast at taka okkum
stundir, sjálvt um tað ikki altíð
riggar so væl, so sum í royndini
hjá Elini.
– Hartil kemur, at opinleikin
um sex er so nógv størri í dag,
enn áður. Fólk koma í tvístøðu,
tá tey ikki at fáa tíð til alt í viku-
skiftinum, umframt alt annað í
gerandisdegnum.
Kravmikil leiklutur
Kristina sigur, at leikurin stendur
og fellur við spælinum hjá henni,
og hvussu væl hon er uppløgd tá
framførsla er, men viðgongur, at
tað hava verið onkrar "móðar"
framførslur, av tí at einmans-
leikluturin er so strævin. Hon
skal spæla seg gjøgnum hand-
ritið, sum er umleið 40 A4 síður
til støddar. Tað krevur nógva
orku, men sjónleikarar eru eins
og onnur fólk. Teir hava góðar og
minni góðar dagar.
– Hava kvinnurnar verið í
meirluta til sýningarnar?
– Tað er so ymiskt frá kvøldi
til kvøld. Onkuntíð hava kvinn-
urnar verið í meirluta, meðan tað
onnur kvøld hava verið nógv
mannfólk - og teir flenna eisini í
skellilátri.
– Heldur tú at kvinnur gera so
nógv sum Elin, fyri at tekkjast
monnum sínum?
– Kvinnur eru helst soleiðis
háttaðar, at tær vilja vera per-
fektar sum mammur og konur,
og halda tað verða neyðugt at
fornýggja kynslívið, fyri at halda
spenninginum til hitt kynið uppi.
– Soleiðis er kanska ikki í
Føroyum – og kortini – tíðin er
øgeliga hektisk eisini hjá okkum,
kvinnur eru partar av samfelag-
num og noyðast at fylgja við,
annars dragnar tær burtur úr. Tað
kunnu kvinnur í Føroyum heldur
ikki loyva sær, tí vit mugu hava
tveir lønarposar, fyri at fáa
endarnar at røkka saman, sigur
Kristina.
– Hvat kann hesin leikur læra
okkum?
– Við hesum leikinum kunnu
vit varpa ljós á ymiskt í tilveru
okkara, og seta spurnartekin við,
hví vit jagstra okkurt, sum vit
ikki vita hvat er. Er veruleikin
tann, at vit bert skulu vísa okk-
um úteftir?
– Eg haldi eisini tað sigur
nakað um samfelagið, at kvinnur
lata seg ávirka av hagtalskann-
ingum, hvussu ofta hjún skulu
hava sex o.s.fr.. Hetta er ikki
óvanligur lesnaður í bløðunum.
– Sum Elin sigur í leikinum,
sex kemur í síðstu rekkju, ella
mugu vit bara gera tað um
morgunin. Kanska er tað ein
spurningur um javnrættindi
millum hjún, og um at býta
uppgávurnar millum sín, sigur
Kristina S. Hansen og leggur
aftrat:
Veruleiki ella parodi
– Tað er í lagi at kvinnur fara út
á arbeiðsmarknaðin, men veru-
leikin er, at tær framvegis hava
somu umsorganaruppgávur og
skyldur og áður. Tær skulu bert
kvika sær at fáa alt frá hondini
heima, áðrenn tær fara til
arbeiðis.
– Kunnu vit brúka søguna hjá
Elini til nakað?
– Hon setur ið hvussu er
tingini í perspektiv, men eg haldi
eisini, at tað er gott at flenna at
sær sjálvum. Er tað so illa statt,
ella? Hetta er ikki nakar klass-
iskur leikur, og tað er eitt lættilsi
við hvørt, men ein leikur, sum
avspelgar nútíðina - og ikki tað
stóra dramaið.
– Heldur tú at hesin leikurin
verður eins aktuellur um 10 ár?
– Eg veit ikki um hann yvir-
høvur sigur okkum nakað um 10
ár. Tá hava vit kanska funnið
annað mynstur millum kvinnu og
mann, sum ikki líkist tí, sum er
galdandi í dag.
- Tú kanst kanska eisini siga,
at Elin bert er ein nútíðar av-
bronglan ella parodi av kvinnuni,
sum altíð skal vera í góðum lag
og síggja gott út, sigur Kristina
S. Hansen.
Kristina S. Hansen, sjónleikari: - Leikluturin
Elin setur tingini í perspektiv, men eg haldi
eisini, at tað er gott at flenna at sær sjálvum
við hvørt. Hetta er ikki nakar klassiskur
leikur, men ein mynd, sum avspelgar
nútíðina.