Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-10, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. september 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 172 - 10. september 2005 Frits Johannesen Ljósið í myndunum hjá Mikinesi er lívrunnið ljós. Ja, ikki bert tað, men tað er bíbilskt. Sagt verður um ein, sum liggur og dregur - liggur á deyðastrá: So leingi lív er, so leingi er vón. Í tí lítla samfelagnum fylgja vit væl við, tá ið um lív ræður. Vit steðga á, tá ið ein verður borin út, sum hevur staðið okkara hjarta næst, faðir, móðir, systir ella bróðir, sonur ella dóttir, skyldfólk, vinur ella bara eitt bygdarfólk, sum tú hevur livað saman við eitt heilt lív. Svárt er tað, tá ið endin er komin og tann døkka mold tekur likamið til sín og hylir tað undir grønum svørði. Mikenes sang fyri líki sum 8 ára gamal, og tá á døgum var líkið ikki borið í kirkjuna, men fór heimanífrá beinleiðis í kirkjugarðin. Her hevur henda unga sál staðið og sæð niður í ta døkku mold, har spurningar um lív, deyða og grøv hevur verið ein tráður í list hansara, sum í mongum førum snúði seg um ljós og myrkur. Tvey systkin hansara doyggja av turberklum 1930, bert ein mánaður ímillum. 1933 farast Nólsoyggin og Neptun, og 9 mans úr Mykinesi sjólátast við Neptun, og sama ár doyr pápi hansara Johannes 57 ára gamal og systurin Elisa Marianna doyr undir krígnum í Tórshavn av turberklum. Tað er ein líkleiki millum Sámal Joen- sen Mikines og Edvard Munch, tá ið nomið verður við miss. Teir kendu báðir til deyða og sakn í lívinum, sum hevur verið við til at ført teir inn á hesa rás í listaligu gongdini. Markið millum lív og deyð - ljós og myrkur. Ljósið Jú, sagt verður, har sum lív er, er vón. Í málningum hjá Mikenesi er kanska talan um, at har sum ljós er, er vón. Fáliga ljósið í málningunum, sum eru málaðir millum krígsárini, nerta við ein klassiskan strong í myndlistini, sum boðar frá tí innisæla ljósin- um, sum dettur inn um gluggan í einum largostíli, sáttliga, inni- liga, lítiðlátið, men í einari dygdarkvirru, sum vit nema við hjá t. d. Rembrandt. Hetta ljósið kenna vit aftur frá lívinum, t. d., tá ið fólk sótu skýming, meðan stokkar, rokkurin, matgerðin ella bara alt hvønndagsligt tos legði saman hendur, og hvíldin var í kvirruni. Tá datt dagsins fjarandi ljós inn um gluggan í einum sátt- ligum kvøldarinnsúði og festi seg við hendur og andlit í mótljósi. Hetta minnist meg væl frá mín- um barnaárum frá Ansastovu í Oyndarfirði frá fyrst í fimmti árunum. Abbi, omma, mostrar og onnur sótu í hesi dýrdarkvirru og lótu skýmingina tala. Renni ofta aftur til hesar løtur í myndunum hjá S. J. Mykinesi, hóast tað er dimmari, daprari og døkkari ljós, ið talan er um, men har sum ljós er, er vón fyri lívi. Nú er tað ikki bert tað jarðiska lívi og tess ljós, sum talan er um, men ljósið, sum skínir í myrkrinum. Tað ljósið, sum er handan deyða og grøv, tað æviga ljósi, har alt okkara kristna lív er knýtt at. Tað er hetta, sum nemur hjartað, tá ið hugt verður at t. d. Sakni (1934), Fyri jarðarferðina 1935 og Aftur av Jarðarferð (1937). Tað æviga ljósið, sum skínur í myrkrinum. Tað kemur frá vinstru til høgru. Sama vegin, sum vit skriva. Einki løgið í tí. Sólin rísur í eystri og setur í vestri, tað ger eisini sítt til, at ljósið í summum førum í mynd- um S. J. Mikenes fellur, sum tað ger. Eg eri ljós heimsins..... Hóast deyða og grøv er vón fyri stavn. Tað smædna ljósið, sum er í Jarðarferðini hjá Mikenesi, er í havsbrúnni millum myrkt skýrák, hav, bát og fólk, sum knúgvað av sorg koma aftur av jarðarferð. Sorgin er um ennið, andlitið og hevur sett seg í hendurnar á teimum, sum málleys koma aftur frá døkku, dimmu, sorgtungu jarðarferðini, men í hesum milda mótljósi spælir vónin í kroppi, andliti, hondum, havi og lofti. Nú er foldarlívið endað hjá tí, sum hesi fólk hava fylgt til gravar, men lívsvónin er í máln- inginum bæði fyri teimum, sum eru í bátinum og tí deyða. Eg eri ljós heimsins. Tann, sum fylgir mær, skal ikki ganga í myrkrin- um, men hava lívsins ljós ( Johs. 8. kap. 12. ørindi). Tað er vónin. Tað er hetta, sum Mikenes stríddist við alt sítt lív: Ljós og myrkur eins og Edvard Munch. Tað sama kunnu vit siga um myndina Sakn og Fyri Jarðarferð. Deyðin og tunglyndi Mikenes er borin í heim náttina 23. febr. 1906 og doyr 1979. Edv. Munch er føddur 1863 og doyr 1944. Tað, sum hesir lista- menn hava til felags, er sálar- stríðið - stríðið millum ljós og myrkur. Báðir hava upplivað sorgina , tá ið systkin og søgdu hesum foldarlívi farvæl. 1930 missir Mikines, sum sagt, tvey av systkjum sínum Jógvan Anton Meinhard, Doru og. pápan 1933 57 ára gamal. Hetta neit fast, eins sum hjá Edv Munch, sum missir mammuna bert fimm ára gamal. Átta ár seinni doyr systir hansara Sofie. Seinni doyr næst- elsta systir hansara Laura, og beiggi hansara doyr 1898 seks mánaðir eftir brúdleypið. Faðir Edvard Munch var ein góður húsfaðir, sum dugdi stak væl at siga frá ævintýrum og søgum, men tá ið kona hansara doyr 1858 bert 33 ára gomul, gjørdist faðirin, Christian Munch, sum var lækni, hug- tungur, svartskygdur og søkti troyst í kristindóminum. Tað var stórur aldursmunur millum Christian Munch og konuna. Hann var 20 ár eldri enn hon. Tá ið hann misti konuna, var sakn- urin so stórur, at tunglyndi tók yvir. Tá ið so børnini fella frá og fara undir steinin, verður sálar- ligi standurin ikki betri hvørki hjá pápanum ella Edvardi. Faðir og sonur Faðir og sonur sótu ikki altíð so væl um sátt. Bíbilskar spurningar vóru teir ósamdir um. Einum sinni høvdu teir skeldast um, hvussu leingi fólk píndust í helviti. Siggið kom í Edvard og hann reyk á dyr spinnandi óður og fór um gøtur og stræti í øðini. Tá ið øðin var farin úr honum, fór hann til hús aftur og angraði sína gerð. Tá ið Edv. Munch gloppaði kamarsdyrnar hjá faðirinum, sær hann pápan liggja á knæ og biðja fyri sál sonar síns. Hann ger fleiri skitsur frá hesari hending, og er eisini ein træskurður (1902) av pápanum, meðan hann biður. Listaverkið Sámal Joensen - Mikines og Ed