leygardagur 10. september 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 172 - 10. september 2005
31
ber heitið: Gamal maður í bøn.
Svarthvíta prentið er bardagin
millum ljósið og myrkrið ikki
bert tað, men eisini ræðslan fyri
myrkrinum, sum Edv. Munch
strýddist við næstan alla ævi
sína. Pápan hevur hann eisini
málað sitandi, men tað er nakað
dapurt og sorgarkent yvir hesum
málningum.
Edvard Munch hevur bert
rósandi orð um faðir sín, áðrenn
mamman doyði. Hann kundi siga
frá søgum og søgnum, ævintýr-
um og spøkilsissøgum sum fáur.
Tá ið konan doyði, gjørdist hann
"gamal". Edvard kundi ikki tosa
við pápan eins og faðir og sonur
áttu at gjørt. Vit kunnu eisini
siga, at hann sum barn eisini
misti pápan. Christian Munch
leitaði sær troyst í Guðs orði og
gjørdist ein hugtungur kristin,
men hann var góður við síni
børn. Tann áhaldandi bíbil-
lesnaðurin hjá faðirinum setti seg
sum dumba á sinni hjá børnun-
um: "Verið still, pápi lesur í
Bíbliuni," varð javnan sagt
heima.
Bíbliulesnaðurin, sjúka og
deyði lá sum ein marra yvir
barndómsheimið. Hesa marru
royndi Edv. Munch at rista av
sær við at mála málningar.
Mostirin, Karen Bjølstad, tók
húsið upp á seg eftir deyða
systur sína. Karin og Edvard
vóru sum krókur og lykkja, so
góð tey vóru í fyrstuni. Tey stóðu
hvørt øðrum nær, serliga meðan
systirin Sofie lá á sóttarsong.
Hon doyði av teringi - lugna-
tuberklum. Tá var Edvard bert
trettan ára gamal og hon bert
fimtan ára gomul. Hetta neit fast,
og helt hann lítið um, at pápin
ikki kundi bjarga dóttur síni sum
lækni. Og ikki gjørdist støðan
betri, tá ið tær innarligu bønirnar
um lekidóm ikki munaðu.
Gamli Munch fríggjaði til
Karina, men hann fekk krakk frá
henni. Tá ið tað um Edvard
ráddi, helt hon stundum við
pápanum. Munch helt tá, at hon
var meira enn mostirin og
húshjálpin í húsinum. Hetta
skuffaði hann ikki so lítið, men
hóast tað, var hon tann einasti
persónurin í hansara lívi, sum
hevði stuðlað honum at gerast
listamaður.
Munch málar mostrina
Tá ið Munch var um tjúgu ára
aldur, teknaði hann ofta hús-
fólkið, men mostrina teknaði
hann sjáldan, og tá ið hann letur
hana vera við á eini tekning, sæst
sjaldan andlit hennara. Tjúgu eitt
ára gamal málar hann hana
sitandi í einum ruggustóli sum
eina unga kvinnu, hóast hon er
44 ár. Hon hyggur niður, svart-
klødd, og liggur nakað undran-
arvert og duldarfult yvir henni.
Hon er í svørtum kjóla, gardin-
urnar eru svartar, meðan veggur
og gólv glógva í døkkum og
ljósum rustreyðum liti. Við oyrað
á skuggasíðuni er ein lítil glóð í
oyralippuni - ein oyraringur? Inn
gjøgnum gluggan flýtur ljósið.
Hon er umgyrd av ljósinum,
reivað inn í glóðheitan lit, sum er
kærleiks og bardagaliturin.
Tær mjúku linjurnar, sum bera
brá av bleiktrandi ljósdropum,
fevna um mostrina eins og ein
eymlig, kínandi kærleikshond.
Hann torir ikki at hyggja inn í
eygu hennara. Hon var bæði ein
kærleikans kelda í listini hjá
honum og góður stuðul. Listin er
duldarfull, djúp og viðkvom sum
hjá einari ungari kvinnu, og ofta
er ilt at fáa samband við hetta
eygnabráið í hesum bláa dýpi
serliga hjá so viðkvæmari sál
sum hjá Edv. Munch. Hóast tað
er ljósið til steðar í myndini, ja ,
ein so lítil glóð, sum skyggir í
einum oyraringi(?) eins og hjá
Vermeer: Gentan við
oyraringinum, sum er heimslist.
Tað er hendan myndin eisini.
Munch málar systrina
Sophie
Tjúgu trý ára gamal málaði
Edvard Munch myndina Sjúk
genta.( hetta motiv málaði hann
fleiri ferðir) Hetta er eitt farvæl
til kæru systrina, Sophie, sum
doyr, sum sagt, av teringi bert
15 ára gomul. Ja, meira enn tað.
Hetta er ein skaldamynd, ein
yrking, ein dreymur um deyðan.
Gentan situr í einum stóli og
vendir andlitið móti ljósinum.
Tað bleika andlitið, sum deyðin
hevur sett síni fingramerki á, fer
næstan sjónleyst yvir í dagslýsið.
Tað er sett við bleikum, reyðum
rípum, sum fara um hárið, og ein
lítil, reyður blettur bleiktrar tætt
við munnvikan. Mostirin situr
við sóttarsongina við boygdum
høvdi.- Nú er endi á øllum . Nú
brast eygað. Tann sjúki er blivin
eitt við ljósið!
Myndin er málað í doyvdum,
gráum og grønum litum. Strokini
veita ein linna í málninginum, og
tað er næstan soleiðis, at tú følir
strokini meira enn tey síggjast.
Myndin er friðsom og frígjørd.
Hon er meira enn litir og linjur.
Hetta vóru tónar, ein yrking og
ein vónarinnar dreymur. - Av
jørð er tú komin, og til ljós skalt
tú verða.
Munch málar Melankoli
Tann stóra myndin, sum eitur
Melankoli er málað sum eitt
minni um systrina Lauru. Hann
hevði verið og vitjað hana ein
sólskinsdag og upplivað hana í
vónleysum myrkri. Hon leið av
"sløvsind". Hon situr saman-
sokkin í síni myrku verð. Tað
gylta dagslýsið streymar inn
gjøgnum stórar rútar. Á borðin-
um standa tvær blómur á einum
eldreyðum dúki. Hvat vil Edvard
peika okkum á í hesi mynd? Jú,
hann vil siga okkum mótsetn-
ingar millum sólarljósið, tær
frísku litirnar um hana og
náttarmyrkið í henni. Hann kom
til hana við blómum. Hon kendi
hann ikki. Hon sat har uttan at
røra seg og segði einki. Lívið,
sum er ljósið og blómurnar, men
sjúkan, sum systirin er fongd
við, er døkka myrkrið, sum
avspeglast í andlitinum.
Edv. Munch um seg sjálvan
Edv. Munch hevði hetta í kjøtin-
um borið, at kenna snertin av
sálarligum trupulleikum, sum
ættin var fongd við, men sjálvur
sigur hann: " Sjúka, vitloysi,
ørskapur og deyði vóru teir
svørtu einglar, sum vaktu við
vøggu mína, og sum síðani hava
fylgt mær gjøgnum lívið."
Ræðslan fyri sjúku - tuberklum
og sinnisjúku og deyðsangist
fylgdi Munch stórsta partin av
ævi síni. "Hesar veikleikar vil eg
hava inni við meg sjálvan. Hetta
er ein partur av mær. Eg vil ikki
hava sjúkdómin burtur, tí mikil
er skuld mín til sjúkdóminí list
míni."
Danski listamálarin, Ejnar
Nielsen (1872-1956) var lærari
hjá Mikenesi á listaháskúlanum í
Keypmannahavn. Hann var mill-
um annað symbolskur málari,
hugsaði eins og Edv. Munch
nógv um tilknýtið, sum menn-
iskjað hevði til sjúku og deyða.
Hann hevur eisini málað eina
mynd, sum ber heitið: Sjúk
genta(1880). Hesin listamaður og
lærari hevði ávirkan á listina hjá
Mykinesi, og høvdu teir bræva-
skiftið sínamillum, sum lýsir
støðuna millum næming og
lærara. Norski listamaðurin Carl
Krogh hevur eisini málað eina
sjúka gentu, sum situr í einum
stóli. Hetta er systir hansara, sum
hann hevur avmyndað, sum
eisini doyði heilt ung. C. Krogh
misti eisini foreldrini ungur,
men var ikki so nógv merktur av
hesum hendingunum í list síni.
Hans Heyerdahl (1857-1913)
málar Doyggjandi barn. Munch
sigur: "Um tað sjúka barnið er at
siga, at tú livdi við hesum í eini
koddatíð."
Fleiri málarar mála sjúkt barn
har bakgrundin er ein hvítur
koddi. Allir tríggir listamenninir
Munch, Krogh og Heyerdahl lata
úr hondum hesar myndir, sum
eina skygging av deyðans køldu
hond, men ljósi livir í myndunum
sum tað æviga ljósið. Koddin er
glorian og bløðini(rósurnar), sum
systir Krogh hevur í teimum
foldaðu hondunum, er tekni um
tað forgeingiliga, men í miðøld-
ini var hesin boðskapur, at hesin
persónur var eitt halgimenni.
Eisini svenskarin Erns Joseph-
son (1852-1906) og danskarin
Michael Anker(1849-1927)
hoyra til "koddamálararnar".
Edv. Munch kendi seg í síni
listaligu gongd tætt knýttan at
hesum myndlistamonnum.
Endi
Her er so nógv at tríva í um hesa
norðurlendsku listina, sum er ein
ótømandi kelda. Eitt stríð, ein
hólmgonga millum hold og anda
í tjúkkum strokum hjá Munch og
einari ílidnari Pieta av Mikinesi.
Hann var drivin í sjúku - lungna-
bruna, meslingum og fiskahúð,
men myndirnar frá tí døkku
tíðini er klassisk ljóslist, har flat-
urnar eru mettaðar av littungum
seiggi.
Mikines segði á einum sinni....
eg haldi tað er Karen Blixen, ið
hevur sagt: "Lykke er smerter,
der holder op"- so satt, so satt,
og hóast tað hevði hon ongantíð
havt psoriasis."
Eg gloymi aldri orð Mikinesar,
har hann í eini sjónvarpssending
segði um støðuna hjá sær 1978,
meðan hann var innlagdur á eitt
eldraheim, hugsi tað var: "Nu har
de placeret mig imellem halv-
tossede mennesker!" Eitt sorgar-
ljóð frá stórsta listamanni før-
oyinga, sum upp undir endan
gekk í myrkri í sínum myndum
og leitaði eftir tí fáliga ljósinum,
sum skein ígjøgnum gluggan í
myndum hansara: har sum ljós
er, er vón fyri lívi.
Keldur:
Mikines: Bárður Jákupsson
Ernst Mentze: S. Joensen - Mikines
Mennesket og kunstneren Edvard
Munch av Ragnar Stange
Edvard Munch 1863 - 1944:
Benedikt Taschen
Rolf Stenersen: Edvard Munch:
Nærbilde av et geni
Inger Alver Gløersen: Den Munch
jeg møtte
dvard Munch - ljós og myrkur