leygardagur 10. september 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 172 - 10. september 2005
Frits Johannesen
Madonna datt inn um dyrnar nú
ein dagin. Ein heilsa frá Edvard
Munch og frá Listaskálanum um
eina framsýning við myndum av
Edv Munch, sum letur upp
fríggjadagin 9. sept kl. 16:00..
Har stóðst tú við Madonnu í
tínum egnu hondum millum kjøt
og blóð, ein summardag í august,
meðan Kambur át skadduna í seg
og legði seg á fjørðin í Munch-
stíli.
Edvard Munch og
málningurin
Edvard Munch hevði málningin,
sum hann ætlaði sær at mála, í
høvdinum í fleiri vikur. Meðan
hann málaði, fekk hann ofta
íblástur til ein annan málning.
Onkur helt, sum sat fyri hjá E.
Munch, at tað var so lætt, tí hann
hugdi ikki so nógv eftir einum,
og kom tað meira enn so fyri, at
E. Munch ikki varnaðist, tá ið
tann persónurin, sum hann
málaði, reisti seg og fór avstað.
Edv. Munch plagdi onkuntíð
taka penslaskafitið og taka eyga-
mát av tí, sum hann málaði, men
tað var sjáldan. Tá ið hann
málaði fólk, teknaði hann altíð
høvdið fyrst við koli á løriftið.
Var hann nøgdur við hesa
strikumynd, tók hann eitt annað
lørift og teknaði somu mynd um
aftur og legði nakrar fáar litir á
løriftið. Var hann nøgdur við
hetta, tók hann aftur og setti eitt
nýtt lørift upp, og gjørdi tað
sama umaftur. Henda mátan
brúkti Edv. Munch fyri ikki at
koma burtur frá tí, sum hann
ætlaði.
Tá ið hann málaði fólk, vildi
hann seta síni fingramerki á
myndina. Hann vildi tulka
lýsingarnar av fólki í eini dýbd,
sum myndatólið ikki kláraði.
Onkur helt fyri at Munch
málaði spegilsmynd av sínum
egna sinnalag, tá ið hann málaði
manslýsingar. Myndirnar eru
ofta inntonktar og glóðin í
hesum lýsingunum fer inn í
málningin.
- Myndirnar skulu ikki líkjast,
ikki vera "andlit" av gøtuni.
Manslýsingarnar skulu vera
góðar, segði Edv. Munch.
- Eg eri ikki bangin fyri
myndatólinum, so leingi tað ikki
kann brúkast í himmalinum og
helviti. Endi má fáast á tí, at
mála kvinnur, ið sita og binda og
menn, sum sita og lesa. Eg skal
mála fólk, sum tiva og stuna,
hava kenslur, elska og líða. Fólk
skulu kenna tann heilaga dámin
av hesum og taka húgvuna av
høvdinum eins og í eini kirkju.
Málningurin
Strokini í næstan øllum myndun-
um hjá Edv. Munch fara sum
frek æl eftir løriftinum. Fólkini
standa, sum um tey og høvdu
røtur í døkkari mold. Standa sum
trø í kylandi loti ein summardag
ella sum veðurbardar greinar ein
heytsardag. Var Edv. Munch
uttanlands og málaði, so vóru
strokini altíð frá Oslofjørðinum í
myndunum. Ringjandi endur-
gevingar av fjøruni við Ågård-
strand, har fjøruluturin og
sjóvarmalin hildu saman hendur.
Ein dreymur um eitt lív við
endurspeglingum í einum sálar-
lívi, av einari sáttargerð millum
simrandi ljós og duldarfult
sálarmyrkur. Flaturnar remba sær
undir hansara stroki - himmal,
trø, strond og fólk liva sum
skrúðgongur í myndunum. Tað er
eins og hesar gongur ongantíð
møtast, men fara ljóðleysar hvør
um aðra og leggja seg til hvíldar
í útriðjuni í málninginum í
friðarligum grannalag.
Mildar tungur teska vát løg í
rurandi aldudragi til tang, gjar,
fliður og kúvingar í út- og inn-
súði ein summardag fram við
fjørusand í leiftrandi mánalýsi,
og fólkið eigur løtuna í reyðum
myrkabláum og grønum. Alt,
sum eygað festir seg við á
miðjum lørifti, er reint og klárt,
men út við útjaðarin á myndun-
um, eru skapini kám og slitin.
Tað er tann stoltleiki, sum
Munch hevur í sínum strokum, at
ljómurin frá penslarípunum eru
diggast inni í miðjuna í mynd-
unum, so tað er óneyðut at prýða
málningin við lítisverdum
mynstri, sum kann koma at
hábinda málningin og gera hann
heimleysan undir kønu hond
listamansins.
Miðjan er ein oasa, sum
Munch leitar til. Sjónin, sum
hann sær í málningunim er
lognbrá, ein skygging av einum
leitandi menniskja, sum roynir at
finna seg sjálva í bylgjandi
skeinum í hesi lítlu viðalund á
oyðimarkarferð síni fram við
fjøruklett og malargrót.
Hann leitaði og leitaði og hann
royndi mangt og hvat í sínum
royndum at tekkjast málning-
inum, men hesi børn vóru
honum ikki altíð líðin, so hann
kundi t. d. spræna máling upp á
løriftið og hevði hann strítt og
strevast leingi við ein málning,
kundi hann taka til: "Ansa tær,
ella fært tú eina innspræning!"
Børnini hjá Edvard Munch
Ja, "børnini" trinu ikki altíð
dansin eftir vilja hansara, og
kundi hann finna uppá at seta tey
út undir takdropar, regn og sól.
Hann gav teimum ein skarpan
gang og rópti hetta fyri "hesta-
kururin". Tá ið hesin tváttur fór
fram í vikur og dagar, tekti
honum eitt listaligt land í
ljósmála, har hann aftur helt seg
til at mála málningin. Hetta
menti sansir hansara í endur-
speglingum í litríkum skapum.
- Eg havi ikki onnur børn enn
myndir mínar. Eg má hava
myndirnar kring meg fyri at
kunna arbeiða. Tá ið eg líti at
teimum, fáa tær meg aftur at fara
undir málingina. Eri eg burtur
frá myndunum, verður tað bert
einans til skitsur. Havi eg sent
tær til framsýningar, blívi eg til
ein friðleysan, látuverdan
blaðlesara. Eg fái ikki rátt mær,
eg má lesa tað, sum verður
skrivað um mínar málningar ,
hóast eg eri vísur í , at tað er
vandamikið at verða róstur. Eg
veit, at eg má arbeiða víðari. Rós
virkar lemjandi. Tað er eins og
onkur stendur aftanfyri og
teskar:
- Soleiðis skalt tú mála -
soleiðis og soleiðis. Tá fært tú
rós!
Stundum hevði hann ilt við at
fáa fram í ljósi á, tað hann ætlaði
at mála. Tá fór sinni við honum,
og hann kundi sparka til myndir-
nar og skraða tær sum eitt ørt.
- Tann helvitis myndin gongur
mær upp á nervarnar. Hon hevur
fingið ein "hestakur" fyri og
annan eftir og verður bara verri
og verri. Far upp á loftið við
myndini. Tveit hana har so langt
út undir væðingina sum til ber.
Hetta segði hann við ein góðan
vin. Men illa gekst hjá hesum
manni at fáa hurðina upp, so
Edv. Munch fór sjálvur í somu
øði upp trappurnar, og hurðin
feyk upp, og myndin var slongd
inn eftir gólvinum.
- Hetta er eitt ónt barn. Eg havi
roynt at gera alt við tað, sum eg
kann , men tað tað er eins og
eitt treiskt ross.. Trúgv mær, tað
kann koma støkkandi niður
trappurnar og raka meg í høvdið.
Eg havi ikki frið á mær, fyrr enn
tað er farið út av húsinum. Hatta
er ein ræðuligur málningur.
Eftir hesa berserksgongd setti
hann seg niður og turkaði
sveittan av sær.
- Eg fái einki at bera til meira.
Hann sparkaði til eina aðra
mynd.
- Tak hana burtur. Hendur havi
eg ongantíð duga mála. Eg veit
væl, at eg havi ongantíð duga
mála hendur.
Hendurna í lýsingunum av
fólki, sum Edv. Munch hevur
málað, eru landskap, sum detta
burtur í einki. Hann sigur, at
hendur dugur hann ikki at mála,
men hann vil ikki mála
hendurnar, sum tær eiga at vera.
Hendurnar kunnu lættliga blíva
til málningar, standmyndir í
myndini og nápa frá litríku
skapunum alt, og listaverkið gert
til eina arkitektoniska innrás,
sum livir sum einabúgvi í
heildini. Nei, heldur lata hend-
urnar vera eitt við málningin -
partar av heildini - søkka inn í
hana og goyma seg burtur
handan skørð og tindar í dreym-
føgrum litspæli..
Madonna
Myndin varð stillað út í Leipzig
1903 undir heitinum "Vøkstur
kærleikans og deyði", og
fremsta myndin í hesi røð var
Madonna. Madonna bar eisini
heitið "Elskandi kvinna", sum
sveimar millum Opheliu og
Salome. Henda sveimandi støðan
millum vøku og svøvn, millum
tað at liggja og standa, millum
tað at fara undir kav og koma
undan kavi og millum tað at
nekta seg og fjala út yvir seg, er
millum kendastu listaverk hjá
Edvard Munch.
Um myndina sigur Munch
sjálvur: "Andlit títt goymir at
heimsins eymleika. Mánalýsið
spælir sær á andlitinum, sum er
fylt við vakurleika og veraldar
pínslum, tí deyðin rættir hendur
sínar út til lívið, og tað verður
knýtt eitt band millum túsundir
av deyðum ættum og túsundir av
komandi ættum."
Madonna er sum eitt segl, sum
drívur allan tann deyðkomna
heimin við sær. Tað stendur um
æsingarnar við glógvandi barm,
við nalvastrong og eygnalokini
eru sum mánar. Hárið er vátt av
jarðarinnar vøkunáttum í sorg
og sakni, og glorian gevur henni
tign sum Maria Moy , ið føða
skal sonin, sum skal frelsa
heimin burtur úr sorg og súti. Í
hesum líki fer hon um tann víðu
verð á stummari nátt og í
mánalýsi, meðan heimleyst ljós
bilgist á pannuni, í sál og likami
og fær ørskapin at darra í holdi
og kjøti. Hetta er tann glógvandi
Madonna - Maria Moy.
Keldur
Mennesket og kunstneren Edvard
Munch av Ragnar Stange
Edvard Munch 1863 - 1944
Benedikt Taschen
Madonna