leygardagur 10. september 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 172 - 10. september 2005
Komandi vikurnar fer ST
at vera á breddanum í al-
heims pressuni. Høvuðs-
orsøkin er royndirnar at
gera bygnaðarbroytingar,
soleiðis at felagsskapurin
gerst nútíðarhóskandi og
meira effektivur. ST er
somuleiðis 60 ár í ár.
Vanligt er, at aðalfundir
eru um heystið, har sendi-
nevndir frá øllum lima-
londum taka støðu til upp-
skot og gera mótupskot til
hvat felagsskapurin skal
gera. Men í ár er ein ser-
ligur topfundur beint
undan aðalfundinum.
Hesin topfundurin, World
Summit, er frá 14-16
september 2005. Væntandi
vera meginparturin av
stjórnarleiðarum við á
hesum fundi, sum verður
mettur at verða tann
týdningermesti síðan
stovnanina av ST. Í hesum
døgum er ein forfundur til
henda toppfundin, har
sendinevndir taka støðu til
uppskotið hjá Kofi Annan
um bygnaðarbroytingar,
koma við broytingarupp-
skotum og royna at nærk-
ast hvørjum øðrum,
áðrenn komandi topp-
fundin
Bogi Eliasen
stjórnmálafrøðingur,
cand.scient.pol
Hvat er ST?
ST er ein alheimssamstarvsfe-
lagsskapur, og flestu fullveldis-
lond eru limir. Limatalið er 191.
Tá ST bleiv stovnað í 1945, var
limatalið 51. ST bleiv stovnað
aftaná seinna heimsbardaga av
vinnaralondunum, og endamálið
var at byrgja fyri at slík oyði-
leggjandi kríggj kundu taka seg
upp aftur. Aftaná fyrra heims-
bardaga, bleiv sonevnda Fólka-
samgongan sett á stovn, men hon
virkaði ikki. Nógv hildu, at
orsøkin var at Fólkasamgongan
var bygd ov nógv á rættvísi og
ov lítið á trygd, umframt at USA
aldrin gjørdist limur. Við stovn-
anini av ST var tí semja um, at
høvuðsdenturin skuldi leggjast á
trygd, og bleiv hetta gjørt við
sonevnda Trygdarráðnum.
Høvuðspartarnir
Høvuðspartarnir í ST eru Aðal-
fundurin, Trygdarráðið, Bú-
skapar- og Sosiala Ráðið,
Trusteeship Council (sum stend-
ur fyri avtøku av hjálandaskipan-
um), Altjóða Dómstólurin og ST
umsitingin. Høvuðssætið er í
New York, men undirfelagskapir
hava høvuðssæti aðrastaðni, t.d. í
Geneve, Vien og Rom. Aðal-
skrivarin er hægsta starvið í ST.
Tað er í dag Kofi Annan úr
Ghana, sum situr í hesum starv-
inum.
ST-umsitingin
ST umsitingini er býtt upp í fleiri
ráð, nevnd kontór ella deildir.
Stjórin í hesum ráðum er sam-
stundis eisini nevndur undir-
aðalskrivari. Dømi um hesi ráð
eru Office of Legal Affairs –
lógarráðið og Department of
Political Affairs – politiska ráðið.
Øll hesi eru sjálvsagt undir
Aðalskrivaranum Kofi Annan.
Síðan 1997 hevur aðalskrivarin
havt ein varaaðaskrivara knýttan
at sær, hvørs høvuðsuppgávu er
bygnaðarbroytingar. Umsitingin
kann sostatt við fyrivarni saman-
berast við útinnandi valdið í eini
politiska skipan.
Aðalfundurin
Aðalfundurin kann meira saman-
berast við Tingið, ella lóggevandi
valdið í eini politiskari skipan.
Øll limalondini eru umboðaði og
eru, um tey ynskja, við í sam-
ráðingum og í tingingum. Har-
afturat eru fleiri nevndir, bæði
fastar og ad-hoc og so tær
sonevndu seks høvuðsnevndirnar
ella standing committees. Ting-
formaðurin ella forsetin fyri
aðalfundin er Jean Ping úr
Gabon. Millum limalondini er
stór kapping um at fáa stuðul og
soleiðis verða valdur til sessirnar
í Trygdarráðnum og Búskapar-
og Sosiala ráðnum, sum verða
mett at verða tey mest umráð-
andi, men eisini aðrir sessir eru
at tingast um. Aðalfundurin
byrjar hvørt ár týsdagin í triðji
vikuni í september sum hevur
minst ein arbeiðsdag. Sambært
reglunum verður við byrjan
avgjørt, hvussu langur fundurin
skal verða. Øll limalondini eru
umboðaðið og øll eru javnsett í
atkvøðum uttan mun til stødd.
Trusteeship Council
Trusteeship Council hevur havt
uppgávuna at taka av hjálanda-
skipanir. Hetta hevur verið
skipað soleiðis, at hjálondini
antin blivu samrunnin partur av
miðveldinum, fingu fullveldi ella
ST – á breddanum e
Bygnaðurin hjá ST
Kofi Annan, Aðalskrivari í ST