Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-10, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. september 2005síða 35

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 172 - 10. september 2005 35 frælsan felagsskap. Hetta ráðið er ikki virkið longur, men til reiðar um mett verður at tøvur er á tí. Trygdarráðið Trygdarráðið er helst týdningar- mesta ráðið í ST. Høvuðupp- gávan er at arbeiða fyri altjóða friði og trygd, sambært grund- reglunum hjá ST. Hetta inniber m.a. at eygleiða støður, sum kunnu elva til altjóða stríð; koma við semingsuppskotum; at meta um váða fyri vápnaðum stríði; at mæla til tiltøk til tess at fyri- byrgja ella steðga stríði; at fara í vápnað stríð ímóti ágangandi stríðslandi ella londum; at loyva nýggjum limalondum í ST; at tilmæla Aðalfundinum hvør skal verða Aðalskrivari og saman við Aðalfundinum at velja dómarar- nar til Altjóða Dómstólin. Tá ST varð stovnað, var semja um at sterkastu londini máttu hava serligt vald fyri at tryggja frið, tí bleiv Trygdarráðið sett saman av fimm føstum limum, vinnandi stórveldini eftir seinna heims- bardaga, USA, Bretland, Frak- land, Sovjet (sum nú er Russ- land) og Kina, sum part av tíðini hevur verið Teivan. Harafturat eru 10 lond vald fyri 2 ár, og hvørt landið hevur formans- skapin í ein mánaða. Fyri at eitt uppskot skal verða samtykt í Trygdarráðnum, er neyðugt at tey fimm føstu londini atkvøða fyri. Tey hava eisini sýtingarrætt. Danmark hevur í løtuni sæti í Trygdarráðnum. Undir Kalda Krígnum virkaði trygdarráðið illa, serliga tí at Sovjet og USA nýttu sýtingarrættin móti hvørj- um øðrum. Búskapar- og Sosiala ráðið Búskapar- og Sosiala ráðið hevur 54 limir, sum verða valdir á aðal- fundinum fyri trý ár í senn. Høvuðsnevndirner eru m.a. skipaðar eftur hesum evnum; sosial menning, mannarættindi, kvinnurættindi, rúsevnir, vísund og tøkni fyri menning; og burða- dygga menning. Hesin parturin av ST er sera umfatandi, og fleiri triðjaheimslond vilja heldur hava nevndarsess her enn í Trygdar- ráðnum. Altjóða Dómstólurin Altjóða Dómstólurin er ein av høvuðpørtunum í ST skipanani og týdningarmiklasti dømandi partur í skipanini. Dómstólurin er í Haag í Niðurlondum og er í stóran mun eitt framhald av Altjóða Dómstólinum undan Seinna Veraldarbardaga, sum var stovnsettur har í 1922. Dómstól- urin hevur tvær uppgávur; onnur er at døma í ósemjum sum lond skjóta inn fyri rættin, og hin at ráðgeva løgfrøðilsliga altjóða stovnunum í ST familjuni. 15 dómarar verða valdir í dómstólin og eru teir valdir fyri 9 ár ágangin og kunnu dómararnir eisini afturveljast. 5 dómarar verða valdir triðja hvørt ár. Eitt land kann ongantíð hava meira enn ein dómara. Dómstólurin tekur bert støðu til mál millum tvey ST limalond. ST felagsskapir –Familjan – og Stórfundurin Sum sæðst á yvirlitinum av ST skipani, eru fleiri ST felagsskap- ir og nevndir. Alt hetta tilsamans verður nevnt ST-familjan. Tað ber ikki til í eini grein at koma inn á allar hesar partarnar av ST, men heldur at taka ein ella nakrar fáar partar í senn. Ætlanin við hesi grein er at vísa hvussu ST í høvuðsheitum er uppbygd og greiða frá ST nú stóri fund- urin verður í komandi viku. 14. – 16. september er sonevnda Wold Summit har meira enn 170 stjórnarleiðar hittast og fara at tosa um bygnaðarbroytingar í ST, og hvussu heimsins avbjóðingar skulu taklast. Vikuna aftaná byrjar Aðalfundurin, sum skal stinga kósina út í kortið og møguliga taka avgerðir hesum viðvíkjandi, um londini koma fram til semju. Broyting skal til Flest øll eru samd um at ST skal broytast. ST er ikki broytt nevnisvert síðan tað bleiv sett á stovn og heimurin í dag er ein annar. Men limalondini eru ikki øll samd um, hvussu ST skal broytast. M.a. ynskja fleiri eina broyting og onkur eina víðkan av føstu limunum í Trygdarráðnum, men tað hava føstu limirnir ikki so góðan hug til, tí so missa teir vald. G8 londini, tey ríku, hava t.d ikki somu áhugamál sum G77 londini, ið umboða fátækaru londini. Kofi Annan er sjálvur komin við einum uppskoti um broytingar, sum kjakast nú verður um, eins og broytingar- uppskot verða send aftur og fram. Í løtuni er forfundur til stórfundin, sum verður komandi viku. Innrásin í Irak og Olju fyri Mat ætlanin eru dømir um, at ST ikki virkar nóg væl í slíkum kreppum. Broytingar mugu koma, spurningurin er bara um hvussu umfatandi tær verða og nær tær koma. Flestu eru samd um, at ein broyting má hava undirtøku frá USA, og ger hetta at USA hevur stórt vald í sam- ráðingunum. Hinvegin, gerst ósemjan so mikið stór, at eingin broyting verður framd, kann tað gerast endin á ST, tí skipanin er ov tung og sein, og ikki minst muturgølurnar vaksa ikki um álitið á felagsskapin. Tí kann sigast, at broytingar eru neyð- ugar, um ST framhaldandi skal verða alheims felagsskapurin. Í komandi viku verður hugt nærri at toppfundinum World Summit, uppskotinum hjá Annan og teim ymsu broytingaruppskot- unum, sum eru komin. Keldur: www.un.org ella á veg í grøvina? Greinaskrivarin og aðrir saman ráðgevanum hjá Kofi Annan, Edward Mortimer á skrivstovu hansara í ST bygninginum í New York. . Amerikanski forsetin og amerikanski sendimaðurin í ST John Bolton, geva Kofi Annan harðan gang Fyrrverandi stjórin á Office of Legal Affairs í ST, sviin Hans Corell í samrøðu við greinaskrivaran