leygardagur 10. september 2005síða 36
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 172 - 10. september 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Russar gjørdu "Katrinu"
Amerikanski veðurfrøðingurin Scott Stevens er
sannførdur um, at ódnin "Katrina" var eitt væl skipað
yvirgangsálop á USA.
Stevens hevur í fleiri ár hildið uppá, at tað er ikki
náttúran, sum stýrir veðrinum á Jørðini, og hann sigur
seg vera sannførdan um, at "Katrina" varð gjørd við
hjálp frá veðurmaskinum, sum sovjetska fregnartæn-
astan KGB gjørdi í seksti- og sjeytiárunum. Hann sig-
ur, at fylgisveinamyndir av "Katrinu" vísa, at tað vóru
serliga sterkir generatorar við elektromagnetiskum
økjum og sera høgum ljóðbylgjum, sum ta hørðu
skaptu ódnina.
Men russar vóru ikki einsamallir, tí sambært Scott
Stevens var tann japanska mafian, Yakuza, uppií. Hann
sigur, at japanska mafian leigaði fleiri veðurmaskinur
frá KGB í 1989, og at Yakuza hevur stýrt veðrinum í
Norðuramerika síðani. Sambært Stevens leigaðu
japanar veðurmaskinurnar fyri at hevna amerikanska
kjarnorkuálopið á Hiroshima og Nagasaki í 1945.
Scott Stevens ávarar amerikanararnar um, at USA
verður rakt av einari náttúruvanlukku afturat í ár. Hesa-
ferð verður tað ein harður jarðskjálvti ella eitt gos, sum
verður har vesturi í landinum, sigur hann.
Røkke skal umvæla
Norska stórfyritøkan Aker Kværner hjá kenda vinnu-
lívsmanninum Kjell Inge Røkke væntar at sleppa at
umvæla ein part av oljuútbúnaðinum, sum fekk skaða í
ódnarveðrinum í amerikonsku suðurstatunum.
Fyritøkan hevur ikki fingið nakrar fyrispurningar enn,
men talsmaðurin hjá Aker Kværner, Torbjørn Ander-
sen, sigur við blaðið VG, at fyritøkan er til dystin fús,
og at hon hevur tann neyðuga førleikan. Fyribilskann-
ingar hava víst, at partar av oljuútbúnaðinum í suður-
statunum fingu stóran skaða av "Katrinu". Aker
Kværner hevur eisini eitt ávíst virksemi har, men út-
búnaðurin hjá norsku fyritøkuni slapp rættiliga væl
burtur úr ódnarveðrinum, skrivar VG.
Amerikanska deildin hjá Aker Kværner tekur lut í
hjálpararbeiðinum aftan á ódnina. Eitt nú hava
starvsfólkini savnað pening til tey neyðstøddu.
Hitler-gøta í Onglandi
Eitt gøtunavn hevur elvt til mikið stríð í tí lítla fiski-
vinnubýnum Megavissey í Cornwall har suðuri í
Onglandi.
Gøtan eitur "Cliff Park", men á manna munni verður
hon dagliga kallað "Hitler-gøtan". Hon hevur navn eftir
einum tænastumanni, sum fólk í Megavisey plagdu at
samanbera við týska nazistaleiðaran Adolf Hitler. Tað
skal tó sigast, at gøtan fekk navnið longu í tríatiárun-
um, og tá kundu fólk í Megavissey ikki vita, hvat Hitler
seinni fór at finna uppá.
Fyri fjúrtan døgum síðani samtykti kommunan, at
gøtan skal ikki eita "Cliff Park" longur, men "Hitler-
gøtan", og tað hevur fingið øði í fleiri. Tí er kommunu-
stýrið kallað saman at viðgera málið. Tey, sum eru
ímóti navninum, siga, at tey fara at skræða navna-
skeltið niður, samtykkir kommunustýrið at varðveita
Hitler-navnið.
Eisini brek við Ford
Bilverksmiðjan Ford hevur gjørt av at umvæla ikki
færri enn 3,8 milliónir bilar, tí teir hava brek.
Tað hevur víst seg, at bilarnir hava eitt brek, sum ger,
at eldur kann koma í motorin, sjálvt um motorurin er
sløktur. Sambært CNN hevur Ford fingið kærur frá
umleið 660 bileigarum, sum hava kært seg um, at eldur
brádliga kom í bilarnar, og at teir stóðu í ljósum loga
eftir lítlari løtu.
Brekið hevur fingið nógva umrøðu í USA, eftir at
CNN avdúkaði tað, og amerikonsaku ferðslumyndug-
leikarnir kravdu alt fyri eitt, at Ford skuldi umvæla
bilarnar fyri egna rokning. Sum skilst eru tað
yvirhøvur vøruvognar og smáir lastbilar, sum hava
brekið, ið kann festa eld í teir.
-Røðan í ST-trygdar-
ráðnum um hópoyð-
ingarvápnini hjá Irak
er og verður ein
dimmur blettur í for-
tíð míni, sigur fyrr-
verandi amerikanski
uttanríkisráðharrin
USA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fyrrverandi amerikanski
uttanríkisráðharrin Colin
Powell sigur, at hann
skammast av røðuni, sum
hann helt í ST-trygdarráðn-
um, tá hann legði Irak undir
at hava hópoyðingarvápn.
-Røðan er ein dimmur
blettur. Tað var eg, sum helt
hana fyri heimssamfelagn-
um, og hon verður verandi
ein partur av fortíð míni.
Røðan var pínlig tá, og hon
er pínlig enn, segði Powell í
samrøðu við sjónvarpið
ABC fyrrakvøldið.
Røðan í ST-trygdarráðn-
um hevði stóran týdning
fyri politikkin hjá George
W. Bush, forseta, sum vildi
sleppa at leypa á Irak fyri at
reka Saddam Hussein, for-
seta frá. Uppgávan hjá Po-
well var at sannføra heims-
samfelagið um, at Irak
hevði vandamikil hópoyð-
ingarváp, og tað gjørdi
hann við upplýsingum frá
fregnartænastuni CIA. Men
upplýsingarnar vístu seg
seinni at vera skeivar.
- Onkur í CIA visti, at
keldurnar vóru ikki álít-
andi, men teir søgdu einki,
og tað fekk øði í meg, segði
Colin Powell við ABC.
USA fær neyðhjálp úr
øllum ættum, men tey
neyðstøddu noyðast
at bíða leingi eftir
hjálpini
NEYÐHJÁLP
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Amerikanararnir
eru
ímillum tey dugnaligastu,
tá tað ræður um at hjálpa
øðrum, men teir seinastu
dagarnir hava avdúkað, at
teir duga ikki at umsita
neyðhjálp frá øðrum og at
fáa hana fram. Matvørur,
tjøld, sengur og annað hópa
seg upp í stórum goymslu-
bygningum, meðan tey
neyðstøddu standa í bíðirøð
og bíða eftir at fáa hendur á
tí, teimum tørvar.
Tíðindastovurnar skriva,
at túsundtals fólk standa í
bíðirøð allan dagin. Tey
flestu bíða eftir matseðlum,
onnur eftir onkrum at
búgva í, uppaftur onnur
bíða eftir pengum, og onn-
ur lata seg skráseta, so
børnini kunnu sleppa í
skúla onkunstaðni. Hjá
nógvum er tað sálarliga
trýstið stórt.
- Vit brúka at kalla allan
dagin til at standa í bíðirøð
fyri at fáa fatur á tí mest
neyðuga. Fært tú einki,
ræður um at sova einar
tríggjar ella fýra tímar og
so aftur í bíðirøðina at
standa, sigur David Willi-
ams við Reuters. Saman
við fleiri túsund øðrum býr
hann í teirri stóru ítróttar-
høllini Astrodome í Hou-
ston.
Fyrradagin elvdi tann
drúgva bíðitíðin til mis-
nøgd, so løgreglan noyddist
at leggja uppí at forða fyri
ófriði.
Meginparturin av neyð-
hjálpini kemur úr teimum
ríku londunum, men fleiri
av teimum fátæku londun-
um munnu kenna tað sum
eina moralska skyldu at
samsýna USA. Í hvussu er
hava lond sum Afghanist-
an, Bangladesh og Sri
Lanka sent teimum neyð-
støddu í USA hjálp, skrivar
Reuters.
Colin Powell skammast
Standa allan dagin
í bíðirøð eftir neyðhjálp
Tey neyðstøddu eftir ódnina
"Katrina" standa allan
dagin íbíðirøð fyri at fáa
fatur á tí mest neyðuga