leygardagur 10. september 2005síða 40
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 67 - 9. apríl 2005
KLAKSVÍKAR KOMMUNA
Tímalønt arbeiðsfólk
til Mikladal og
Trøllanes
Klaksvíkar kommuna fer at seta ein tímaløntan
persón til at taka sær av kommunalum arbeiðum
í norðaru helvt av Kalsoynni, har arbeiðsøkið
verður Mikladalur og Trøllanes,sum eru partur av
Klaksvíkar Kommunu.
Arbeiðið er sera fjølbroytt og fevnir um fyrifall-
andi arbeiði t.d.:
- umvæling av skúla,
- vegaumvæling og vegarøkt,
- vatnveiting, kaðalgrevstur og gøtuljós
- røkt av kirkjugørðum,
- ruskmóttøkupláss
- fríðkanararbeiði og
- umvæling av viðarlund og øðrum arbeiðum.
- Ætlanin er eisini, at viðkomandi, saman við
øðrum bønarmanni, skal taka sær av grevstri
v.m. í sambandi við jarðarferðir.
Tann, ið settur verður, hevur tilvísing til arbeiðs-
formannin á vegadeildini hjá kommununi, men
samstarv verður eisini við allar deildir undir
Teknisku Umsiting. Roknast skal við, at arbeiðs-
økið til tíðir fer at fevna um alla kommununa.
Eisini skal roknast við møguligum bygnaðar-
broytingum.
Arbeiðsbilur og onnur neyðug amboð eru tøk til
arbeiðið, og væntandi verður ávíst samstarv við
Landsverk.
Vit sóknast eftir einum persóni, sum hevur neyð-
ugan førleika til at røkja arbeiðið, sum nevnt
omanfyri. Yrkisútbúgving er ikki eitt krav, men
arbeiðsfólkið skal helst hava royndir á økinum og
vera hegnigur til handaligt arbeiði og vera fyri-
komandi. Koyrikort krevst.
Tímalønta starvið skal setast skjótast tilber, og
lønin verður sambært avvarandi yrkisfelag. Fleiri
upplýsingar fáast við at venda sær til Andras
Joensen vegformann á tlf. 21 73 88 ella Hans
Fróða Hansen á Teknisku Umsiting á tlf. 41 00 00.
Umsóknir saman við viðkomandi upplýsingum,
s.s. royndir, møgulig viðmæli v.m. verða at senda
til:
Klaksvíkar Kommuna
Postsmoga 2
700 Klaksvík
Og skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 23.
september 2005.
Klaksvíkar Býráð
tlf. 41 00 00
telefax 41 00 01
Tofta skúli –
útbygging
Fyri NES KOMMUNU verður arbeiðið í sambandi við
útbygging av Tofta Skúla,sum fevnir um nýbygging
uppá 2561 m2 og umbygging uppá 1725 m2, boðið
út alment sum niðanfyri tilskilað.
1. Høvuðsentreprisa sum fevnir um
hesar arbeiðstøkur
Jørðarbeiði (regulering)
Kloakkarbeiði
Betongarbeiði
Stálarbeiði
Timburarbeiði (uttan og innan)
Snikkaraarbeiði (uttan og innan)
Lendisarbeiði
Fakentreprisur:
2. Múraraabreiði
3. Hvs, ventilatión, sprinklari
4. El-arbeiði
5. Málaraarbeiði
6. Gólváleggingararbeiði
Útbjóðingartilfarið fæst við at venda sær til tekni-
stovuna hjá Albert Isfeld & Gudmund S. Hansen,
arkitektar A.F.í seinasta lagi mánadagin 19.septem-
ber 2005.
Tilfarið verður latið teim bjóðandi frá mánadegi
19. september 2005.
Veðhald fyri tilfari fyri høvuðsentreprisu er
kr. 10.000,-
Veðhald fyri tilfar fyri fakentreprisu ein ella fleiri
íalt kr. 5.000,-
Veðhald verður latið við krossaðum kekki merktur:
Tofta Skúli.
Ástaðarfundur verður mikudagin kl. 15.00 tann
28. september 2005.
Tilboð skulu, saman við útbjóðingartilfarinum,
latast inn á teknistovuna hjá Alobert Isfeld &
Gudmund S.Hansen,
arkitektar A.
F.,
Lucas
Debesargøta 11,Tórshavn í afturlatnum brævbjálva
merktur:
Tofta Skúli – útbygging
Tilboð
í seinasta lagi mánadagin 17. oktober 2005
kl. 16.00.
Boðini verða tá latin upp og kunnu teir bjóðandi
verða hjástaddir.
Alberg Isfeld & Gudmund S. Hansen, arkitektar
Lucas Debesargøta 100 · 100 Tórshavn
Landsbyggifelagið, ráðgevandi verkfrøðingar
Grønlandsvegur 5 · 100 Tórshavn
Sofus M. Jakobsen, ráðgevandi verkfrøðingur
J. H. Schrøtersgøta 22 · 100 Tórshavn
Viggo A. Hansen, ráðgevandi verkfrøðingar
Jekaragøta 10 · 100 Tórshavn
Leiðari
til
Virkishúsið fyri Ung
í Klaksvík
Klaksvíkar kommuna er í ferð við at seta á stovn
eitt virkishús fyri ung í Klaksvík og søkir í hesum
sambandi eftir leiðara.
Talan er um eitt fulltíðarstarv.
Høvuðsuppgávurnar eru:
• at hava ábyrgd av dagliga virkseminum
• at hava ábyrgd av fyristingini og fíggjarligu
viðurskiftunum í virkishúsinum
Aðrar uppgávur eru:
• at skapa møguleika hjá børnum og ungum fyri
mennandi upplivingum í rúsfríum umhvørvi
• at skipa fyri tiltøkum til frama fyri børn og ung
í Klaksvíkar kommunu
• fylgja við og kunna seg um menning, sum fer
fram á økinum
• samstarva við feløg og einstaklingar um felags
mál
• at verða við í norðurlendskum samstarvi
Vit sóknast eftir persóni, ið:
• hevur hugsjónir um virksemið í einum barna-
og ungdómshúsi
• breiða vitan um ungdómsarbeiði sum heild
• kann ganga á odda og arbeiða sjálvstøðugt
• dugir væl at fyrisita og leiða
• kann virka í góðum samstarvi við starvsfelagar
og onnur
• dugir at samskifta innan- og uttanhýsis
• hevur nátúrligan myndugleika og ein
nútímans leiðslustíl
Útbúgving/royndir:
• pedagogur, lærari ella aðra viðkomandi
útbúgving
• helst hava royndir innan leiðslu
• kunnleika til EDV
Vit kunnu bjóða:
• eitt spennandi arbeiði við nógvum
avbjóðingum
• at verða við frá byrjan og byggja stovnin upp
• góðar samstarvsfelagar
Setanarviðurskifti:
• lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmála
millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og
avvarðandi yrkisfelag
• verður at tola bygnaðarbroytingar
• starvið verður sett skjótast til ber
Fleiri upplýsingar
fáast við at venda sær til Jancy Biskopstø Klein
sosialdeildarleiðara ella John Færø býráðsskriv-
ara á telefon 41 00 00.
Umsókn
saman við viðmælum og upplýsingum um út-
búgving og royndir skulu vera
Klaksvíkar kommunu, postboks 2, 700 Klaks-
vík í hendi í seinasta lagi 23. september 2005.
Klaksvíkar Kommuna
www.sosialurin.fo