Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-10, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. september 2005síða 41

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 172 - 10. september 2005 41 "Leyst" sløkkiliðsfólk Søkt verður eftir "leysum sløkkiliðsfólki" til sløkkiliðið hjá Tórshavnar kommunu. Talan er um fólk til sløkkistøðirnar í Nólsoy, Hesti/Koltri, Velbastað/Kirkjubø og í Kaldbak Høvuðsuppgávur Uppgávurnar eru sera fjølbroyttar, m.a. alt vanligt sløkkiliðsarbeiði, brunafyribyrgjandi uppgávur og bjargingaruppgávur. Førleikakrøv Tú ert likamliga væl fyri og kanst útvega heilsuváttan til roykkavara við setan. Ynskiligt er, at tú hevur handverkaraútbúgving sum t.d. bilmekanikari, maskinsmiður ella líknandi. Fyrimunur er, at tú hevur førarabræv til akfar yvir 3.500 kg. Roknað verður við at tú innan 3 mðr. hevur víðkað fyrstuhjálparprógv. Annað Umsøkjari eigur at hava bústað minni enn 5 minuttir frá sløkkistøðini. Eisini skal umsøkjari útvega reina revsiváttan frá politinum. Setanarviðurskifti Størvini verða sett skjótast til ber, og lønt sambært avtalu. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Kartna Jacobsen, sløkkiliðsstjóra, ella Hans Dávid Hansen, varasløkkiliðsstjóra, tlf. 302100 Umsókn saman við viðmælum, revsiváttan og upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Tórshavnar kommunu, Postsmoga 32, FO-110 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 26. september 2005 kl. 12.00. Viðmerk á umsóknina Leyst sløkkiliðsfólk . » « Sløkkiliðið Støðin hevur útgerð til hjálp í sambandi við ferðsluóhapp, oljudálking á sjógvi og landi, húsaskaðar og frosk- mannaútgerð. Tað eru 34 fólk knýtt at støðini. 19 eru í føstum starvi, harav 8 eru knýtt at eini vaktarskipan. 1 fólk er á døgnvakt. - onnur leys størv? Hygg á www.torshavn.fo Skrivstovufólk Søkt verður hervið eftir skrivstovufólki hálva tíð til kommunuskrivstovuna í Miðvági at byrja skjótast gjørligt. Lønin er sambært 3. lønarflokki í sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til kommunuskrivstovuna á tlf. 332429 ella borgarstjóran tlf. 221429. Umsøknir vera, saman við upplýsingum um royndir, útbúgving og møguligum viðmælum, at senda til Miðvágs kommunu, 370 Miðvági í seinasta lagi 22. september 2005 kl. 1500. Bygdaráðið skilar sær rætt til, um ikki nøktandi umsóknir eru, at lýsa starvið av nýggjum. Miðvágs kommuna Lesið internet Sosialin ! www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo