týsdagur 13. september 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Útróðrarmonnum í
Skálavík dáma væl hesa
bedingina. Og tað gera
eisini útróðrarmenn í
Sandoynni og
aðrastaðni við
BÁTAR
Snorri Brend
Skálavík: - Bátaeigararnir,
- teir lata væl at hesum
staðnum.
- Teir siga, at tað er gott
at bátarnir standa so høgt,
og at tað er so lagaligt at
sleppa til og frá hesum
staðnum.
Tað sigur Palli Olsen,
sum hevur hesa bedingina
undir sær, sum ein part av
sínum arbeiði fyri Skála-
víkar kommunu.
Vanliga verða einir 25
bátar tiknir upp á bedingina
um árið - onkutíð fleiri, og
onkutíð færri.
- Flestu bátarnir er her
eina ferð um árið. Ja, vit
hava fleiri stammkundar,
sigur hann.
Her ella aðrastaðir
Seinast í sjúti-árunum av-
gjørdi bygdarráðið í Skálavík
at broyta bátadráttin soleiðis,
at bátaeigararnir í bygdini
kundu fáa betri umstøður –
soleiðis at meiri varð at líkna
við eina lítla beding.
Ein vognur varð gjørdur,
og kundi hesin taka upp
smærri útróðrarbátar – 10
tonsarar og seksæringar.
Hetta varð gjørt fyri at
lætta um hjá bátunum í
bygdini. Var hesin møgu-
leikin ikki tøkur, vóru teir
noyddir at fara aðrastaðni
við bátunum – kanska heilt
inn á Strendur.
Hetta var tikið væl undir
av útróðrarmonnunum í
bygdini, og í restini av
oynni eisini.
- Ja, tað er eisini komið
fyri, at bátar aðrastaðni frá
eru komnir higar, sigur Palli.
Bátarnir koma ofta líka-
sum í bylgjum, og serliga
uppundir harðan streym
Lagaligir
Kostnaðurin fyri eitt uppi-
hald á bedingini í Skálavík
er sera rímiligur – einans
1000 kr. fyri tveir dagar. Tá
er lán av trýstspulara
íroknað prísin.
Kommunan
er
eisini
lagalig, tí menn skulu eisini
hava møguleika at mála
bátin. Er sjaskveður, og teir
ikki fáa málað, so er
kommunan til at tosa við.
- Annars so taka vit 200
kr. eyka um dagin, um
báturin stendur longri enn
ásett.
- Hetta er gjørt fyri at
menn ikki skulu brúka hetta
plássið sum eitt parkerings-
pláss fyri bátar sínar, sigur
Palli.
6
Nr. 173 - 13. september 2005
Útróðrarmaðurin
Dánjal Hentze fegnast
um lítlu bedingina í
Skálavík. Her kunnu
menn taka bátar sínar
upp til smærri um-
vælingar og vask. Og
tað var júst tað hann
gjørdi týsdagin í
farnu viku
ÚTRÓÐUR
Snorri Brend
Skálavík: Froyurin stendur
frá trýstspularanum á teirri
lítlu bedingini í Skálavík.
Uppi á bedingini stendur
Vesturfarið og í arbeiði
henda dagin er eigarin,
Dánjal Hentze.
Báturin er komin upp fyri
løtu síðani og her er eingin
tíð at spilla: Arbeiðast má,
nú báturin er komin uppá
pláss her í Skálavík.
Sjálvur er Dánjal í olju-
klæðum, tí tað krevst, tá tú
arbeiðir soleiðis við einum
trýstspulara.
Og væl gongur at reinsa
botnin, tí bæði umstøðurnar
og útgerðin eru skræddar-
seymaðar til hetta arbeiðið
og til bátar av slíkari stødd.
- Jú, hetta er eitt hent til-
tak, teir hava her í Skálavík.
Var hetta ikki her, so
noyddust vit aðrastaðni at
gera tað sama.
- Men tað er ikki neyðugt
hjá okkum. Vit hava hetta
fína staðið her, sigur Dánjal
Hentze.
Hann vil helst sleppa
aftur til arbeiðið sítt. Vest-
urfarið skal reinsast og
spulast, onkur smærri um-
vælingin gerast, og so skal
leggjast til brots aftur.
Streymurin er harður
henda dagin, og tí er hóski-
ligt at taka bátin upp beint
nú. Men streymurin linkar
fram móti vikuskiftinum.
Vónar terra
Dánjal Hentze hevur átt
henda útróðrarbátin, sum
upprunaliga er íslendskur, í
átta ár.
- Hann hevur roynst mær
væl, sigur Dánjal.
Sum allir aðrir bátar
hevur hann tørv á at reinsa
botnin við millumbilum, og
tískil hevði hann fingið sær
tíð á bedingini í Skálavík
henda týsdagin í farnu
viku.
Hann tók bátin upp kl. 9
henda morgunin. Og her
fór hann beinanvegin til ar-
beiðis við at vaska botnin.
- Onkur onnur smærri
umvæling skal eisini ger-
ast, eins og botnurin skal
smyrjast.
- Verður terri í morgin, so
vænti eg at verða liðugur tá,
og so fari eg at rigga til enn
ein útróðrartúr, sigur Dánj-
al.
300 pund
Dánjal er einsamallur á bát-
inum, og hann plagar at
royna bæði eystanfyri og
vestanfyri við snelluni.
- Í ár hevur verið lítið av
fiski at fingið.
- Men tað hava hinvegin
verið rættiliga nógvir dag-
ar, so tað er altíð blivið til
eitt sindur, sigur hann.
Dagin fyri hann tók bátin
upp – t.v.s. mánadagin í
farnu viku – var hann á
útróðri og fekk tá nakað
niðanfyri 300 pund.
- Meiri var tað so ikki,
sigur Dánjal.
Dánjal Hentze hevur arbeitt
eina lítla løtu uppá bátin her
á bedingini í Skálavík. –
Hetta er eitt óføra hent stað,
sigur hann
Mynd: Jens Kr. Vang
– Óført stað
at vaska bátin
25 stammbátar um árið
Palli Olsen hevur dagligu umsiting-
ina við bedingini. – Bátarnir koma
higar líkasum í bylgjum – serliga
uppundir harðan streym, sigur hann
Mynd: Jens Kr. Vang