Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 173 - 13. september 2005 5 Sjálvmorð kann fyri- byrgjast, um onnur fáa møguleikan og vita, hvussu tey skulu blanda seg. Tí er neyðugt við eini til- búgvingarætlan, so hjálpin kann koma, meðan tíð er, var ein av niðurstøðunum á Alheimsdegnum fyri sjálvmorðsfyribyrg- ing í Miðlahúsinum leygardagin SJÁLVMORÐSFYRI- BYRGING Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Fakfólk úr nógvum ymsum fakbólkum høvdu leitað sær oman í Miðlahúsið leygardagin til seminarið um sjálvmorðsfyribyrging. Tormóður Stóra, sálar- lækni, legði út við at greiða frá støðuni í Føroyum, sum, burtursæð frá at talið er munandi lægri enn aðra- staðni, ikki er so ólík støð- uni í øðrum londum. Eyð Hansen Høyer viðgjørdi spurningar so sum sjálv- morðstekin og vandabólkar og síðani varð kjakast varð um møguleikarnir fyri at veita sjálvmorðshóttum hjálp, meðan tíð er. Sjálvmorð kann fyribyrgjast Í fyrilestrinum "Sjálv- morðsfyrbyrging" legði Heri Kragesten út við at spyrja, um tað yvirhøvur ber til at fyribyrgja sjálv- morði. Út frá egnum roynd- um metti hann, at tað altíð ber til at skumpa fólk aftur yvir á lívssíðuna, hóast tey hava sett sær fyri at taka seg av døgum. - Sjálvmorð er ein ætlað gerð, við deyðiligum úr- sliti, tá onnur ikki blanda seg. Tí ber eisini til at forða sjálvmorði, um onnur fáa møguleika og vita, hvussu tey skulu blanda seg, segði Heri millum annað. Hann legði afturat, at eftir hans- ara tykki var sjálvmorð ikki at meta sum eitt val, men sum ein tvungin handling út frá ótolandi umstøðum. Men umstøður kunnu broy- ast, og tí gevur tað eisini meining at tosa um sjálv- morðsfyribyrging, við at betra um umstøður og sam- skifti millum menninskju bæði í persónligum og al- mennum høpi. Nógv ymisk uppskot vóru frammi um, hvussu ein til- búgvingarætlan til sjálv- morðsfyribyrging kann skipast. Tormóður Stóra nevndi millum annað eina verkætlan, sum er við at verða sett í verk í Danmark, har fakfólk fylgja við gongdini hjá fólkum, sum fyrr hava verið innløgd eftir eina sjálvmorðsroynd. Eis- ini nevndi hann eitt sveisiskt átak, har fakfólk í staðin fyri at seta spurningar heldur í felag við tann sjálvmorðs- hótta royna at finna fram til orsøkirnar til ótolandi lívsstøðuna. Tey avvarðandi Sera nógv fólk vóru møtt til seinna partin av tiltakinum, sum var fyri almenningin- um. Hesin parturin snúði seg serliga um støðuna hjá teimum avvarðandi eftir sjálvmorð, teirra sorg og mátan at handfara spurn- ingar frá øðrum. Eftir at Hans Pauli Strøm, lands- stýrismaður í Almannamál- um, hevði lagt fyri, varð d o k u m e n t a r f i l m u r i n "Sannleikin um eitt sjálv- morð" vístur. Á ein sera beinraknan og viðkomandi hátt lýsti filmurin, hvussu avvarðandi hava valt at siga sannleikan og verða opin um sjálvmorði hjá einum av teirra nærmastu. Aftaná filmin nýttu fleiri av áhoyr- arnum høvi at leggja eitt- hvørt afturat út frá egnum royndum. Eisini helt Kathrina L. Joensen, sálarfrøðingur, fyrilestur um Munin á sorg- ini við sjúku og sjálvmorði. Kathrina hevur drúgvar royndir frá sínum arbeiði við krabbameinssjúkling- um og teirra avvarðandi, umframt at hon sjálv er av- varðandi eftir sjálvmorð. Hon vísti á, at stóri munur- in á sorgini við sjúku og sjálvmorði er kenslan av maktaloysi hjá teimum sjálvmorðsavvarðandi, tí tey ikki fingu møguleika at hjálpa - ein sannroynd, sum mong av teimum avvarð- andi millum áhoyrarnar mundu kenna seg aftur í. At enda treiv Tormóður Stórá í mongu myturnar um sjálvmorð. Tíverri eru nógvar av mytunum við til at forða bæði fakfólki og avvarðandi í at veita hjálp, meðan tíð er. Tí er umráð- andi, at upplýsa um slíkt, fyri at mana misskilingar í jørðina. Tiltakið um sjálvmorðs- fyribyrging varð hildið um allan heim hendan dagin og var tað fyrsta av sínum slag í Føroyum. Stigtakarnir Tormóður Stóra, sálar- lækni, og Kathrina L. Joen- sen, sálarfrøðingur, vóru sera væl nøgd við tiltakið og ikki minst við góðu undirtøkuna, og at tiltakið burturav varð skipað við føroyskum innleggum. Alheimsdagur í Miðlahúsinum: Neyðugt við sjálvmorðstilbúgving Stigtakarnir Tormóður Stóra og Kathrina L. Joensen vóru sera væl nøgd við tiltakið um sjálvmorðsfyribyrging og serstakliga við góðu undirtøkuna millum bæði fakfólk og onnur Tormóður Stóra, sálarlækni, tosaði millum annað um nógvu myturnar, sum ofta eru at hoyra um sjálvmorð Eyð Hansen Høyer helt fyrilestur um Sjálvmorðstekin og vanda- bólkar, sum hon eisini hevur skrivað doktararitgerð um Hans Pauli Strøm fegnaðist um, at stig nú vórðu tikin í Føroyum til at varpa ljós á viðkvæma sjálvmorðsevnið Kathrina L. Joensen greiddi sera viðkomandi frá muninum á sorg við sjúku og við sjálvmorði Út frá egnum royndum við sjálvmorðshóttum menniskj- um metti Heri Kragesten, at tað í allarflestu førum ber til at skumpa fólk yvir aftur á lívssíðuna Tað var fullset í Miðlahúsinum leygardagin, bæði til seminarið fyrrapartin og til almenna partin seinni á degnum