Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 173 - 13. september 2005 Í vetur fer FAREC undir eina nýggja seminarrøð. Evnið er: »Tillagingin til heims- samfelagið - eitt gandaorð ella ein trongdur veruleiki« BÚSKAPUR - Føroyar hava ikki lagað seg eftir broyttu umstøðun- um í heimssamfelagnum. Livistøðið er á veg at lækka munandi - kanska eina helvt av tí í Íslandi og Danmark um fá ár. Hetta sigur Farec International í tíðindaskrivi. Búskaparfrøðingar hava í nógv ár tosað um »tillag- ingar«. Lítlar og ongar til- lagingar eru hendar í nógv ár. Tey, sum virka í fiski- vinnuni, síggja ongar tillag- ingar, tey spyrja, hvar alter- nativini eru, og hví tey lærdu fólkini onga tillaging fremja. Tunglyndi er yvir fiskivinnuni. Løgmaður hevur sett eina 2015-ætlan út í kortið. Hann vil, at Føroyar skulu í fremstu røð. Ávirkanin á Føroyar frá globaliseringini og broyt- ingarnar í altjóða búskapin- um er ein avbjóðing, sum FAREC hevur avgjørt at viðgera í vetur. Nøkur evni, sum verða viðgjørd á seminarrøðini í vetur, eru: • Hvat og hvørjum liva vit av nú - og hvørjum skulu vit liva av í framtíðini? • Er fiskivinnan liðug? • Hvussu fyribyrgja vit, at livistøðið verður helvtina av tí í Íslandi og Danmark? o Er nakar møguleiki uttan- fyri ES - er EFTA loysnin? • Hava fakfeløg ov stóra makt í mun til politikarar og vinnulívsfólk? • Kann tann breiðkandi gjógvin millum samfelags- bólkar steðgast? • Hví eru so fá høgt út- búgvin fólk í privatari vinnu - hvør er trupulleikin? • Hví er meginparturin lønmóttakarar - hvar eru entreprenørarnir? • Hví eiga útlendingar og tað almenna meginpartin av føroysku vinnuni? FAREC International Virksemið hjá FAREC Inter- national er at virka og veita ráðgeving á altjóða pall- inum. Virksemið er nú úr Hollandi. FAREC Internati- onal bjóðar at veita tænastur og ráðgeving til føroysk virk- ir, ið virka ella umhugsa eis- ini at virka uttan fyri Føroy- ar. FAREC International veitir m. a. ráðgeving um bú- skap, marknað, business-de- velopment, at finna íleggj- arar og eisini um ES-viður- skiftir. FAREC hevur 15 ára royndir og eitt netverk, sum røkkur um allan heim. Skrá og tilmelding Skrá og tilmelding er á www.farec.fo. Serlig avtala verður gjørd fyri skúlar og aðrar fel- agsskapir. Meira kann fáast at vita frá: Óla Samró, tel. 0031 703388004, 0031 646080 833 (mob) ella 217895 (mob FO) Teldupost: farec@farec.fo. MARKNAÐARRÁK Oljuprísurin er hækkaður nærum 60% í ár, og liggur nú um 63 dollarar fyri tunnuna. Stigið er so mikið høgt, at tað av álvara merk- ir ídnaðin og fíggjarmarkn- aðirnar. Eftirspurningurin eftir ráolju er øktur 10% síðan 2000. Framleiðslan er fylgd við, men tað er lítil eyka kapasitetur at dúva uppá. Tað ger, at yvirgang- ur, ódnir o. a. gera olju- keyparar bangnar fyri, at framleiðslan minkar, og tí vilja teir rinda meir fyri olj- una enn áður. Útlit eru ikki fyri, at OPEC ella aðrir oljuframleiðarar fara at framleiða munandi meir í bræði, og sannlíkt er, at eftirspurningurin fer at hækka. Tí meta vit, at meiri sannlíkt er, at oljuprísurin fer at hækka heldur enn lækka varandi komandi hálva til heila árið, hóast einstakar lækkingar á 20%- 30% kunnu koma fyri í styttri tíðarskeið. Les grein- ingina "Ven teg við høgan oljuprís" á www.kaup- thing.fo. Lánsbrævarentur hildu sær lágar Danska 10-ára rentan helt sær beint oman fyri 3,00% í farnu viku. Sostatt hava lánsbrævarenturnar ikki funnið nakað rættiligt rák enn. Henda rákleysa støða hevur nú vart í 3 mánaðir (sí mynd), og hevur ført við sær, at fleiri realkreditt- lánsbrøv hava givið góð avkast. Partabrøv stóðu seg væl Partabrævamarknaðirnir stóðu seg væl í farnu viku, og høvuðsmarknaðirnir rundan um okkum hækk- aðu um 2%. Ein av orsøku- num til hetta er, at Brentoljan lækkaði um 5% í farnu viku, m.a. tí líkt er til, at ein mynd nú er fingin av oyðileggingunum eftir ódnini Katrinu. Nú olju- prísirnir veruliga eru í and- glettinum, vil oljuprís- gongdin ávirka gongdina á partabrævamarknaðunum. Hesa vikuna Hesa vikuna koma fleiri lyklatøl, sum hava týdning fyri dollarakursin. Týdn- ingarmest eru prísvøksturin bæði í USA og Evropa, sum gevur ábendingar um stuttu rentuna, umframt amerikanski handilsjavnin. Nú fleiri partabræva- marknaðir aftur eru á sera høgum stigi, kann hetta føra við sær vinningsstað- festing. Hetta kann geva keypsmøguleikar, tí útlitini eru framvegis góð. Oljuprísurin verandi høgur Donsk 10-ára renta Vísital fyri norrøn partabrøv Gjaldoyru Íløgufeløg Kursur +/- % Kursur +/- % USD 600,69 0,9% Lánsbrøv í DKK 105,96 1,0% JPY 5,48 1,1% Evru Lánsbrøv 176,83 0,0% GBP 1.104,80 0,8% Norrøn Partabrøv 99,23 0,0% NOK 95,73 0,1% Altjóða Vøkstur 66,77 2,3% Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar. 3,00% 3,20% 3,40% 12/06 13/07 13/08 900 940 980 12/06 13/07 13/08 Vika 37, 2005 www.kaupthing.fo »Oljuprísirnir - enn ein avbjóðing« er heiti á seminari í Út- varpshøllini fríggja- dagin 16. september kl 13:00 BÚSKAPUR Búskaparfrøðingarnir Óli Samró, Teitur Poulsen og Magni Laksafoss viðgera, hvussu oljuprísirnir kunna ávirka fiskivinn- una og føroyska búskapin komandi árini. Teitur Poulsen, oljubú- skaparfrøðingur hjá Faroe Petroleum, metir um útlitini fyri oljuprísinum í komandi tíðum. Hann kemur at viðgera, um samfelagið skal laga seg eftir einum høgum olju- kostnaði í framtíðini. Dentur verður lagdur á at lýsa útboð, eftirspurning og møguleikarnar at finna nýggjar keldur. Í Aber- deen arbeiðir hann dag- liga við tí, sum rørir seg á oljumarknaðinum. Óli Samró fer at leggja fram metingar um, hvussu oljuprísirnir ávirka raksturin hjá føroyska fiskiflotanum í 2005 og 2006. Við grund- arlagi í datagrunninum "Nemo" og roknskapar- tølum fyri føroyska fiski- flotan verður mett um úrslitinini hjá teimum ymisku veiðubólkunum. Magni Laksafoss fer at leggja fram, í hvønn mun oljuprísurin ávirkar før- oyska búskapin. Hann granskar í løtuni sam- bandið millum oljuprísir og føroyskan búskap. Aftan á framløgurnar verður pallorðaskifti. Orðstýrari er útvarps- maðurin Jóhann Morten- sen. Seminar: Oljuprísirnir - enn ein avbjóðing Tillagingin - eitt gandaorð ella ein trongdur veruleiki