týsdagur 13. september 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 173 - 13. september 2005
9
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður í
orkumálum, hevur
boðið navnframa
Svend Auken til Før-
oya at halda fyrilest-
ur, í samband við, at
arbeitt verður við at
orða yvirskipaðan
orkupolitikk fyri Før-
oyar. Mánadagin tann
26. september 2005
kl. 14.00 fer Svend
Auken at halda fyri-
lestur í Norðurlanda-
húsinum um orku- og
umhvørvisspurning-
ar
UMHVØRVI
Hetta er annað árið á rað,
Vinnumálaráðið skipar fyri
fyrilestri um orku og um-
hvørvi í sambandi við ar-
beiðið at orða yvirskipaðan
orkupolitikk og elveiting-
arlóg fyri Føroyar. Í fjør var
tað navnframi Bjørn Lom-
borg, ið helt fyrilestur um
orku- og umhvørvisspurn-
ingar í Norðurlandahúsin-
um.
Í ár hevur Vinnumála-
ráðið valt at bjóða Svend
Auken, fyrrverandi orku-
málaráðharra,
hendan
vegin, tí hansara áskoðanir
á orku- og umhvørvi standa
í andsøgn við tær hjá Bjørn
Lomborg. Í fyrilestrinum
fer Svend Auken at greiða
frá sínum sjónarmiðum um
grøna orku og umhvørvis-
vernd, umframt at greiða
frá, hvussu ein væl skip-
aður orkupolitikkur kemur
øllum pørtum í samfelag-
num til gangs.
Svend Auken er føddur
24. mai 1943 í Århus. Hann
er útbúgvin cand.scient.pol
og hevur verið lektari við
instituttið fyri statsvísind
við lærda háskúlan í Århus
frá 1973. Í árunum frá 1988
- 1992 var Svend Auken
formaður í umhvørvis-
nevndini hjá teimum Evro-
peisku Sosial-demokratun-
um, og harumframt for-
maður fyri ST ráðstevnuni
"Miljø for Europa" í Århus
í 1998. Svend Auken er
mest kendur um okkara
leiðir sum danskur orku-
málaráðharri, og hevur
verið virkin javnaðarmaður
í Danmark síðan miðskeið-
is í 60’unum. Hann hevur
verið arbeiðsmálaráðharri
frá 1977 til 1982, um-
hvørvismálaráðharri
frá
1993 til 1994 og um-
hvørvis-
og
orkumálaráðharri frá 1994
til 2001, somuleiðis hevur
hann verið limur í formans-
skapi Fólkatingsins síðan
2001, umframt at hann
hevur sitið í fleiri ymiskum
nevndum og ráðum um-
boðandi danska javnaðar-
flokkin í orku- og um-
hvørvisviðurskiftum.
Aftaná fyrilesturin, ið
verður ókeypis og opin fyri
almenninginum,
verður
høvi hjá fólki í salinum at
seta Svend Auken spurn-
ingar.
Fleiri upplýsingar fáast
við at venda sær til Vinnu-
málaráðið á tlf. 35 60 60
ella vmr@vmr.fo .
Skrá fyri fyrilestur um
orku og umhvørvi, sum
verður í Norðurlandahús-
inum tann 26. september
2005, kl. 14.00
14.00 Bjarni
Djurholm,
landsstýrismaður í
orkumálum, bjóðar
vælkomin, og leggur
fram fyribils uppskot
til føroyska orku-
politikkin.
14.30 Svend Auken, fyrr-
verandi orkumála-
ráðharri, heldur fyri-
lestur um orku og
umhvørvi.
15.15 Spurningar úr salin-
um.
15.30 Bjarni
Djurholm,
landsstýrismaður,
tekur saman um
ÚTBÚGVING
Leygardagin 24. september
frá kl. 10.00 til 17.00 skip-
ar MFS fyri lestrarskeiði í
Føroyahúsinum í Keyp-
mannahavn. Skeiðið fevnir
um trý høvuðsumráði, ið
MFS metir hava týdning
fyri tann lesandi undir
lestrartíðini, og umráðini
eru.
1) Trupuleikin við at vera
lesandi.
2) Stilla teg fram og halt
upplegg.
3) Gerið lestrartíðina til
bestu tíðina í lívinum.
Skeiðið er ætlað øllum, ið
eru undir lesnaði og er við-
komandi fyri lesandi á
øllum stigum.
Tað verður Anette Sund-
by, ið hevur arbeitt við lesi-
taktikki og lesiteknikki í
nógv ár og hevur undirvíst
uml. 30.000 lesandi í eini
roynd at gera lestrartíðina
betri, ið kemur at standa
fyri skeiðnum. Anette er
ikki ókend í føroyskum
høpi, og hevur hon m. a.
verið í Føroyum og havt
nøkur
»Dronningetale-
skeið«, har endamálið var
at fáa føroyskar kvinnur at
tora at stilla seg fram og
halda eina røðu.
Tíverri er eitt slíkt skeið
ikki heilt bíligt og tískil
hevur MFS avgjørt, at limir
felagsins skulu gjalda 50
kr. og onnur 175 kr. Tú
kanst eisini fáa tvær flugur
við eitt smekk við at melda
teg sum lim, so tú fært
limaskap og skeið fyri 200
kr.
Tilmelding fer fram á
skrivstovuni í Keypmanna-
havn 33250210 ella á
mfs@mfs.fo
í seinasta
lagi 14. sept. klokkan
18.00 Goldið verður við
tilmelding á kontonummar
9570 000 215 4560. Minst
til at viðmerkja fult navn.
Svend Auken vitjar
Bjarna Djurholm
Gerið lestrartíðina til bestu
tíðina í lívinum!
Svend Auken
Okkurt smávegis
herverk í Havn
Onkur hevði brotið ein
rút í Tilhaldinum í Tórs-
gøtu, og onkur fór til
hendurs uttan fyri Ruba,
annars var friðarligt í
Havn leygarkvøldið og
sunnunáttina.
Heilt
nógv fólk var í býnum,
men sum heild gekk
friðarliga fyri seg.
nud
Fullir biltjóvar
í Suðuroy
Tveir
mans
høvdu
sunnunáttina stolið ein
bil á Tvøroyri og megn-
aðu at renna á tveir
parkeraðar bilar, áðrenn
løgreglan handtók teir.
Menninir vóru ávirkaðir
av rúsdrekka, siga tey av
løgreglustøðini í Havn.
Sambært vakthavandi
vóru teir fluttir á skaða-
stovuna við onkrum
smávegis snuddum.
nud
Eingin koyrdi
fullur
Løgreglan í Klaksvík
kannaði
sunnunáttina
um
bilførar
koyrdu
ávirkaðir. Rættuliga fitt
av bilum vóru steðgaðir
og blástu í kanningar-
tólið, men eingin hevði
drukkið. Annars vóru
bæði náttin og kvøldið
sera friðarlig í Klaksvík,
sigur
vakthavandi
á
Løgreglustøðini
har
norðuri.
nud
Metbíligt
breiðband
INTERNET
Nú er tvífalt so skjótt og
hópin bíligari at ferðast
við breiðbandinum hjá
Kalli
Fyrimirnir við at vera
kundi hjá Kalli gerast
støðugt sjónligari. Nýggj-
astu fyrimunirnir er høga
ferðin og lágu prísirnir á
breiðbandinum frá Kalli,
sigur Kall í tíðíndaskrivi.
Prísurin
lækkar
nú
munandi, og tað kemur
beinleiðis tær sum kunda
til góðar. Til dømis er
lægsti prísurin heilt niðri
á 199 krónum um mán-
aðin. Tað er óhoyrt bíligt
og helst besti breiðbands-
prísur her um okkara
leiðir. Harumframt eru
øll stovningargjøld strik-
að.
Tey, sum eru nógv á
internetinum, fáa ong-
antíð nóg mikið av ferð á
netsambandið, og júst
tann tørvurin er tikin við í
broytingarnar, sum nú eru
gjørdar. Ferðin hjá ver-
andi breiðbandskundum
er tí tvífaldað.
Bæði økta ferðin og
príslækkingin koma í
gildi við afturvirkandi
megi, tí tey eru galdandi
frá 1. september at rokna.