týsdagur 13. september 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 173 - 13. september 2005
Altjóða felagskapurin Sameindu Tjóðir er komin á
eitt vegamót. Felagskapurin er, um ikki í kreppu, so
í álvarsomum trupulleikum. Atgerðarloysi, fíggjar-
ligir trupulleikar og korruptión hava merkt stovnin
seinastu árini. Hetta er almikið spell, tí heimurin
kann heilt einfalt ikki vera ST fyriuttan. Hóast
nevndu trupulleikar er ST hóast alt tann stovnur, ið
er best skikkaður at varðveita heimsfriðin og at veita
humanitera hjálp, tá tær stóru vanlukkurnar raka.
Fyrisitingarliga leiðslan í ST við Kofi Annan á odda
hevur eisini víst ein sterkan vilja at rudda upp í
óskilinum og ST er aftur á beinari kós.
ST stendur og fellur við tí stuðli og uppbakking, ið
stovnurin fær frá stórveldunum. Tey fyrstu mongu
árini høvdu vestanveldini tað stóra orðið at siga í ST.
ST gjørdist meira og minni eitt amboð hjá vestan-
veldunum, serstakliga USA í kalda krígnum. Korea-
kríggið er var eitt gott dømi um hendan leiklutin hjá
ST. Men avkolonialiseringin í sekstiárunum gjørdi,
at stórpolitiska javnvágin í ST broyttist. Fleiri av
nýggjum londunum myndaðu saman við India,
Egyptalandi, Indonesia og Jugoslavia ein uttan-
veltaðan blokk í ST, ein blokk, sum hvørki vildi akta
USA ella Sovjet. Ein politisk fylgja av hesum var, at
USA ikki longur hevði tann stóra áhugan í ST. Ein
onnur fylgja av hesi støðu USA var, at stórveldið
sýtti fyri at rinda ST limagjald og hevur tískil verið
í eftirstøðu í áratíggjur. Hetta var ein løgin støða,
sum Clintonstjórnin royndi at koma USA burturúr.
Ein avtala um skuldina hjá USA til ST var um at
koma uppá pláss, tá forsetaskiftið varð og so kom
steðgur í. Síðan eru viðurskiftini millum ST og USA
bert versnað.
Støðan er vernsað enn meira eftir, at Bush forseti
hevur tilnevnt Bolton til umboðsmann USA í ST.
Bolton er tiltikin fyri at vera beinleiðis ímóti ST.
Hann metir ST sum eitt amboð hjá fíggindum USA,
og hann heldur onga orsøk vera til, at hesin stovnur
skal vera staðsettur í USA. Hann hevur ta principi-
ellu áskoðan, at týðandi heimspolitiskar avgerðir
eiga at verða tiknar av stórveldunum uttanum ST.
Hann kann ikki fyrigeva ST, at hesin heimstovnur
var ímóti krígnum í Irak. Hann er hart ímóti, at USA
skal rinda sína skuld til stovnin og hann dylur ikki
fyri síni vanvirðing fyri ST og øllum tí, sum ST
stendur fyri. Hetta er mikið spell, tí ST er sum nevnt
inni í eini sera týðandi menning, og stórar bygnað-
arbroytingar standa fyri framman. Alt nakað, sum
skal nútímansgera ST og menna felagskapin til tann
týðandi leiklutin sum heimsins mætasti humaniteri
og friðarvarðveitandi stovnur. At Bush hevur til-
nevnt Bolton til ST umboðsmann er eitt syndarligt
signal, sum sigur, at USA framvegis ætlar at niður-
gera og vanvirða hendan sera týdingarmikla stovnin.
Tað er mikið spell og hartil ein stór skomm fyri
landið, ið stendur sum fyrimyndin hjá mongum
frælsis- og friðarelskandi europearum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
ST á vegamóti
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Sjálvandi er hall á landsins fíggjarlóg
Sambandsflokkurin
Kaj Leo Johannesen
Tað at inntøkusíðan hjá
landskassanum í 2002 varð
lækkað við 366 mió. krón-
um um árið, var ikki ein
skilagóð avgerð. Hetta hev-
ur higartil kostað okkum
føroyingum
slakar
1,4
milliardir krónur í mistum
inntøkum, og sjálvandi
kemur hetta at merkjast í
okkara búðskapi, sum er
lítil og viðbrekin.
Nú nyttar ikki at gráta og
angra og geva øðrum
ábyrgdina av at hall er á
landsins fíggjarlóg. Hetta
var almenn vitan millum
samgongu- og andstøðu-
limir í farnu valskeiðum,
og ávaringarnar frá Sam-
bandsflokkinum
vóru
nógvar og konkretar.
Avleiðingarnar av hesum
ógvusliga niðurskurði eru
als ikki komnar í hæddina
enn. Tær byrja nústani, so
her er ikki nógv annað at
gerða enn at húsast við
teimum inntøkum, sum
framvegis eru tøkar, og síð-
ani arbeiða við skipanum
sum fremja búðskapar-
vøkstur í framtíðini.
Samsvar má vera millum
inntøkur og útreiðslur
At halda at vit kunnu økja
um tær almennu útreiðslur-
nar, samstundis sum vit
skerða so ógvusliga í inn-
tøkugrundarlagnum, vita
allir føroyingar, at tað letur
seg ikki gerða. Vit noyðast
tí at fáa tilvega slakar1,4
milliardir. Men um vit tosa
um fíggjarlógina fyri 2006,
sum nú verður løgd fyri
tingið, skulu 366 mió.
krónur leggjast afturat hes-
um talinum, umframt einar
100 - 200 mió. krónur sum
eru mistar við at heildar-
veitingin er fastfryst. Alt í
alt er hetta talið sostatt
komið uppá umleið 2 milli-
ardir krónur. Síðani skulu
vit antin spara ella fáa
meirinntøkur fyri 366 mió.
krónur um árið, hvørt ár
framyvir, bert fyri at halda
sama støði sum áðrenn
blokkniðurskurðin.
Mugu handla eftir
fortreytunum
Vit fara eisini í framtíðini
at húsast á hesum klettum,
og vit fara eisini at hava tað
gott. Eingin ivi um tað.
Men tá fólk undrast á, at
endarnir ikki røkka saman,
so er frágreiðingin so sera
einføld. Ein meiriluti av
løgtinginum hevur samtykt
at lækka blokkin við 366
mill. krónur um árið, og
soleiðis verður tað. Nú er
tað upp til sitandi sam-
gongu at syrgja fyri at av-
leiðingarnar verða so lítlar
sum gjørligt.
Jacob Vestergaard
Støðan í Suðuroynni hevur
verið nógv viðgjørd hetta
seinasta
árið.
Seinasta
dømið er ferðaætlanin hjá
nýggja
Smyrli.
Hóast
vitandi um hvussu stóran
týdning ferðasambandið til
og frá Suðuroynni hevur
fyri menningina og trivnað-
in í Suðuroynni, er ikki vilji
til at økja túratalið, nú
nýggi Smyril kemur.
At soleiðis er, er onki
nýtt. Hetta hendir nærum
hvørja fer. "Vit skylja tykk-
ara støðu, men tað kostar
ov nógv". Tað skortar ikki
við jaligum viðmerkingum
og uppskotum um batar,
men tá ítøkilig stig skulu
takast og neyðugi pening-
urin játtast, ber ikki til.
Uttan at fara nærmari inn
á ferðaætlanina, tað skuldi
ikki verið neyðugt, tí flest
øll vita hvønn týdning
ferðasambandið hevur, so
kann ein staðfesta, at ymisk-
ar grundgevingar verða
nýttar, alt eftir hvar ein er í
landinum. Á Suðuroyarleið-
ini skal ein fyrst síggja um
Smyril siglir fullur av fólki
og farmi hvønn túr eftir
verandi ferðaætlan, áðrenn
túratalið kann økjast. Sama
er ikki galdandi á hinum
farleiðunum, men tá tað
snýr seg um Suðuroynna,
kunnu slíkar grundgevingar
nýtast, og tað vísur seg tí-
verri, at tær verða góðtiknar.
Í januar mánað í ár kom
landsstýrið við einari "Suð-
uroyarætlan", sum við 10
punktum
lýsti,
hvussu
vánaliga støðan í Suður-
oynni kundi vendast.
Hóast fleiri av punktun-
um vóru staðfestingar av
betringum, sum longu eru
framdar ella settar á dags-
skrá, kundi ein fegnast um,
at politiski mynduleikin tók
støðuna í Suðuroynni í álv-
ara, og viðgjørdi hana á
hægsta stigi.
Endamálið við "Suðuroy-
arætlanini" er at javnstilla
Suðuroynna við restina av
landinum. Undir punkt 2 í
"Suðuroyarætlanini" ásann-
ar landsstýrið, at Suðuroyg-
gin er sera fjarskotin bæði tá
tað snýr seg um flutn-
ingssambandið innanoyggja
og við útheimin o.s.fr.
Hóast landsstýrið í januar
í ár ásannaði trupuleikan og
legði upp til batar, vísur tað
seg nú, at tað ikki ber til at
fáa økt túratal við nýggja
Smyrli. Viljin vísti seg at
verða góður, men tá ítøkilig
stig skulu takast - neyðugi
peningurin játtast - ber ikki
til.
Søgan endurtekur seg.
Hetta er tíverri ikki ein-
dømi, heldur ikki tá tað snýr
seg um "Suðuroyarætlan-
ina". Tí mugu allar góðar
kreftir taka seg saman,
fylgja ætlanini - tí góða vilj-
anum, sum var - upp, so vit
veruliga fáa nakað burturúr.
Vit hava ivaleyst sjálvi
ein part av skuldini, tað er
sjón fyri søgn. Sjálvt tá tað
snýr seg um eitt so upplagt
og sjálvtsagt ynski, sum at
fáa Smyril at sigla tríggjar
túrar hvønn dag, standa vit
ikki saman. Men tá tað
vísur seg tó hvørja fer, at
tað sum er ein sjálvfylgja
aðrastaðir, ber ikki til í
Suðuroynni.
Nú síðsta hond verður
løgd á fíggjarlógaruppskot-
ið fyri 2006, skal eg minna
á "Suðuroyarætlanina". Tað
er nú tann góði viljin skal
vísast í verki.
Eitt betra ferða- og flutn-
ingssamband millum Suð-
uroynna og Havnina, við
minst trimum túrum hvønn
dag, er eitt ítøkiligt stig
tann rætta vegin.
Ferðaætlanin hjá Smyrli