Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 173 - 13. september 2005 11 Og so spentu tey avstað Klokkan var 15 leyg- ardagin, ella nakrar minuttir yvir, tá fleiri enn 1000 fólk fóru frá Badmintonhøllini. Fleiri enn túsund fólk tóku lut í Fólka- heilsurenningini í Havnargøtum FÓLKAHEILSU- RENNING Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Fyrst var upphiting og síð- ani nøkur vegleiðandi orð, innan Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður fekk orð- ið. Hann fegnaðist um stóru luttøkuna. 1025 høvdu tekn- að seg at renna, men nøkur løgdust afturat í síðstu løtu. Síðani varð talt niður frá 10 og stóri hópurin av børn- um, monnum og kvinnum, yngri og eldri, helt avstað. Summi við fullari ferð, onn- ur smárennandi og uppaftur onnur spákandi. Og so eru tað eisini tey minstu, ið verða trillaði í vogni, men eisini tey fáa túrin burturúr. Klokkan 14:30 leygar- dagin setti Heðin Mortensen, borgar- stjóri í Havn, sølu- framsýningina Gluggaglæma í Müll- ers pakkhúsi FRAMSÝNING Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Talan er um føroyskt snið og handverk og eisini eru arbeiðandi verkstaðir at síggja. Heðin Mortensen fegn- aðist um alt, ið er at síggja á sýningini og minti m. a. á, at tá kongalig vitjan var he- rfyri, so hevði Tórshavnar Býráð samkomu júst í sama húsinum og ongin ivi var um, hvør gávan til royalu gestirnar skuldi vera, nevniliga eitthvørt tilevnað av føroyskum sniðgevum. Hann nevndi William Heinesen, og umskrivaði orð hansara eitt sindur og segði, at tað er umráðandi at skapað verður, men eisini sera umráðandi er tað, at tað eru eygu, ið síggja. Sunnudagin klokkan 15 hevði Gluggaglæma tiltak í Norðurlandahúsinum, nevnt Upprák, har útvald verk eru við til snið og handverkskapping 2005. Eisini bar til at síggja Unika borð og stólar hjá Rógva í Bø og Jógvan A. Absalonsen. Gluggaglæma í Mullers pakkhúsi er opin gerandis- dagar frá klokkan 10 til 20 og sunnudagar frá 14 til 20. Norðurlendska kapp- ingin í jazzi í Norður- landahúsinum er av. Danir vunnu, men før- oyingar stóðu seg væl JAZZKAPPING Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Norðurlendsk jazzkapping hevur verið í Norðurlanda- húsinum í dag. Talan er um kappingina Young Nordic Jazz Comets. Kappingin ferðast millum Norðurlond og er í teimum ymsu høvuðsstøð- unum. Í dag hevur kapp- ingin verið í Havn. Føroyska umboðið í kappingini var bólkurin Ben-Jammin, har Tróndur Olsen, Dávur J. Magnus- sen, Benjamin Petersen og Jan Rúni Poulsen leika við. Tað vóru danir, ið struku avstað við fyrstaplássinum. Bólkurin JazzKamikaze vann í stórum stíli, men føroyingar stóðu seg væl í kappingini, frættist. Vinnandi bólkurin vinnur eina tónleikaferð kring í Norðurlondum. Eisini var virðisløn latin til besta bassleikara og tað var bassleikarin í svenska bólkinum Millenium, ið vann tær 5000 krónurnar. Danir vunnu og føroyingar stóðu seg væl Gluggaglæma er sett