týsdagur 13. september 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 173 - 13. september 2005
Margreta Vilhelm
í Klaksvík, andaðist á
Klaksvíkar sjúkrahúsi 11. september, 82 ára
gomul. Kistan fer úr kapellinum mánakvøldið
klokkan 18. Jarðarferðin verður týsdagin klokkan
13 úr Betesda.
Kistan við Ninnu Jacobsen, fyrrverandi lærari,
ættað av Kirkju, búsitandi í Hoyvík, fer úr Lands-
sjúkrahúskapellinum mánakvøldið klokkan 18.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju týsdagin
klokkan 13.00. Sungið verður úr sálmabókini.
Tey, ið vilja minnast Ninnu kunnu lata Føroya
Felag móti Krabbameini eina gávu.
Kistan við Honnu Magnussen fer úr kapellinum á
Landssjúkrahúsinum mánakvøldið klokkan 20.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni týsdagin
klokkan 15.
Karolina Weihe, fødd Joensen, Sørvágur, fór til
gravar úr Kedron mánadagin klokkan 13.00.
Andlát og jarðarferðir
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Sagt verður frá at okkara kæra mamma, omma,
vermóður, systir og dóttur
Hanna Magnussen
andaðist 9. september, 60 ára gomul.
Kistan fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum
mánakvøldið 12. september kl. 20.00.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
týsdagin 13. september kl. 15.00.
Fyri tey avvarðandi
Vilhjálmur, Elsa, Marianna og Ólavur
Kunngjørt verður at
Margreta Vilhelm
Klaksvík
andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 11. september,
82 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Betesda
týsdagin 13. september kl. 13.00.
Vegna tey avvarðandi
Odda og Jens Vilhelm
Kunngjørt verður at okkara kæra mamma,
vermamma, omma og langomma
Karolina Weihe
Fødd Joensen
Sørvágur
andaðist á Ellisheiminum í Miðvági fríggjadagin
9. september, 90 ára gomul.
Fyri tey avvarðandi
Pál, Klæmint og Martha
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt
vístu samkenslu og hjálptu til, tá ið okkara góða
mamma, vermamma, omma og langomma
Bertha Joensen
Fuglafjørður
andaðist og fór til gravar.
Børnini
Dagurin
13. september. Cyprianus, deyður í 258. Hann var
sakførari og lærari í Kartago, men 45 ára gamal
gjørdist hann kristin og varð tvey ár sinni valdur til
biskup. Hann skrivaði nógvar lærubøkur og
søgubøkur, og handrit hansara eru týdningarmiklar
keldur til søguna hjá fornkirkjuni. Hann var tikin av
døgum undir Valerianus keisara.
Ein vakran heystardag
fyri góðum ári síðani,
andaðist mín høgt elsk-
aða mamma, 84 ára
gomul.
Hóast rúm tíð er frá-
liðin, nívir sorgin og
saknurin er framvegis
stórur. Elskaða mamma,
tað er við inniligum
takksemi í hjarta, at eg
siti og minnist aftur á
barnaárini og tíðina, ið
farin er. Takk fyri allar
tær mongu ferðir, tínar
signaðu hendur troyst-
aðu, leiddu, stuðlaðu og
hjúklaðu um mín lítla,
hjálparleysa barnakropp. Sera klár eru minnini um tær
løturnar sum barn, har tú hvørt kvøld sat við songar-
stokkin og segði frá søgum, og tá so eyguni tyngdust av
svøvni, bað tú faðir vár, signaði meg og til seinast sang
tú góða mamma eg vil sova ella nú dagurin at enda er,
so lótust barnaeygu aftur, eymliga kýndi tú barnakinn,
og við einum brosi varð eg tryggur leiddur inn í
dreymaland.
Upp í gjøgnum øll barnaárini var tað tú sum myndaði
heimið, pápi hevði sítt starv á sjónum, so tú syrgdi fyri,
at vit systkin fingu tað sum vit høvdu tørv á, bæði
andaliga og handaliga. Ófør var tú til hendurnar, bæði at
seyma, brodera og binda, og var tað ikki so lítið, sum lá
eftir teg, nú tú endaði lívsleið tína, hesi minni goyma vit
sum dýrgripir. Takk fyri at tú í tolni, trúfesti og kærleika
stríddist øll árini frá morgni til myrkurs fyri at skapa
trivna, hugna og vælferð í okkara barnaheimi; og síðst,
men so sanniliga ikki minst fyri tær bønir tú sendi upp
til hin livandi Gud.
Eitt sum hevði tín stóra áhuga, var urtagarðurin sum
tú var sera glað fyri, og sum tú røkti fyrimyndarliga;
serliga var tað rhodondendrontræið við sínum mongu
bláu rósum á hásumri tú frøddist yvir, hugnaligt var at
støkka inn á gólvið og síggja hvussu tú gleddist yvir at
siga frá hvussu nógvar rósur nú vóru á komnar, ella at
tú hevði skorið rabarburnar o.s.fr. Urtagarðurin gav tær
nógvar ríkar løtur, tú plagdi mangan summardag sita á
havabeinkinum og líta á
blómurnar, eftir at hava
lúka og hampa um, hetta
vóru løtur, tá tú kanska
hugsaði um barnaárini
inni í Skúla, har tú vaks
upp ella hendingar á
longu lívsleið tínari.
7. september, ein vak-
ran heystardag, tá urta-
garðurin ílatin í heystar-
búna, tá rósurnar á træn-
um vóru følnaðar, tá all-
ur vøkstur ger seg kláran
til vetrarsvøvn, tá flyti-
fuglar eru á veg yvir um
hav, andaðist mín elsk-
aða mamma, lívsleiðin
var enda, fjørðurin rógvin, árarnar lagdar inn fyri
seinastu ferð, men kortini grønt og vakurt alt árið, hóast
tú er farin úr hesum heimi, so eru minnini eftir tær eins
og tey grønu bløðini. Takk fyri, at tú var mamma mín.
10. september í fagrasta heystarveðrið var mamma
jarðað undir liðini á maka sínum, hóast sorg, fløvaði tað
hjartarøtur, at síggja ta stóru mannafjøld sum sýndi
mammu tann seinasta heiður, takk fyri øll somul.
Eg vil at enda takka øllum tykkum í grannalagnum,
sum vóru so góð við mammu, takk til tykkum á Hædd
fyri trúfesti ímóti heimi okkara og tit við Sjógv, sum
mamma nógvar ríkar løtur hevði saman við.
Har eingin grætur og eingin pína er
ei myrkar nætur, sum undir homrum her,
teg einglar leiða í Harrans blómugarð,
og tú skalt eiga so vøkur blomstur har,
sum her vit breiða á svørðin fyri tær.
Hvíl í friði.
Finnbogi
Minningarorð um Nicolinu Hansen
fødd 21. juli 1920 – deyð 7. september 2004
www.sosialurin.fo