týsdagur 13. september 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 173 - 13. september 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Her er ein mynd av
konfirmantum í Havnar
kirkju 18. apríl 1909. Vit
hava øll nøvnini men kenna
ikki allar persónarnar á
myndini. Vónandi kann
onkur av lesarum okkara
hjálpa til við at fáa nøvnini
upp á pláss.
Aftara rað f.v.: ókendur,
ókendur, Olava Gurine
Margrethe Nielsine Krogh,
Mourits Bernhard Mohr,
ókendur, ókendur, Hans
Sigurd Lindenskov, ókend-
ur, ókend.
Fremra rað f.v.: ókend,
ókend, Susanne Cathrine
Niclasen (Sanna í Bók-
handlinum),
og
Sigrid
Simonsen.
Tey nøvnini sum vit
mangla at fá upp á pláss
eru: Ellen Malene Nicolaj-
sen, Susanne Julie Theodo-
sia Justinussen, Alexandra
Christine Hansen, Johannes
Nicolajsen, Jacob Pauli
Jacobsen, Einar Danielsen,
Johan
Magnus
Arge
(Argir), og Andreas Martin
Rubeksen.
Tey, sum kenna fólkini á
myndini, verða biðin um at
seta seg í samband við
Birgar Johannessen á tel.
214647 ella 314647.
Tíðindaskriv
Um vikuskiftið tók Antinis
Poulsen, kavari, úr Klaks-
vík prógv sum bjargingar-
kavari hjá kavaraskúlanum
Faroe Dive í Klaksvík.
Antinis hevur í eina tíð tik-
ið bæði skrivligar og han-
daligar royndir í evninum
bjarging í og á sjónum.
Vit hava sett John Høj
Joensen úr 9. a í
Stranda skúla nakrar
spurningar um tað at
vera í starvsvenjing
STARVSVENJING
Dia Johansen
John Høj Joensen er 15 ára
gamal og gongur vanliga í
9. flokki í Stranda Skúla.
Hann er nú í starvsvenj-
ing í heilsøluni hjá Poul
Michelsen í Havn – PM-
heilsøluni, og honum dám-
ar sera væl at vera har.
Tað vanliga arbeiði hjá
honum er at seta vøru upp á
pláss við trukkinum og
gera ordrar klárar, men í
gjár setti hann bara vøru
upp á pláss.
– Hetta er sera áhugavert,
heldur hann.
Eisini plagar hann at
koyra vørur út til bygdirnar
og tað heldur hann eisini
vera stuttligt. Tann eina
dagin var hann við sølu-
manninum ein túr og vitjaði
fleiri handlar.
– Eg vildi í starvsvenjing
hjá Poul Hansen, men har
var upptikið, og tí fór eg
her. Her man vera minst
líka gott, sigur hann.
Sovorðið arbeiði dámar
honum væl, men hann
hevði kortini ikki tímað at
arbeitt har altíð.
Faroe Dive, Klaksvík:
Antinis Poulsen prógv
sum bjargingarkavari
Eftir endaligu royndina á sjónum, f.v.: Antinis Poulsen,
bjargingarkavari, og Janus Joensen, kavarainstruktørur
Gott at vera
hjá PM
Mánamorgunin gjørdi John Høj Joensen ordrar klárar til
bygdirnar. Her er hann í ferð við at gera ein platt kláran
Mynd: Jens Kr. Vang
Tórshavnar alfrøði:
Konfirmantar í 1909