Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 173 - 13. september 2005 Søgan um høga aldurin á Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi endar ikki við 100 ára føðingardegnum hjá Karini Joensen, sum var leygardagin. Trý búfólk á heiminum eru nú farin um tey hundrað í ár, og um góðar níggju mán- aðir, 27. juni komandi ár, fyllir Jacob Hansen, sum eisini býr á Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi, 100 ár! HØGUR ALDUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Ikki kann sigast annað enn, at tey gomlu hava tað gott á Eysturoyar Røktar-og Ellis- heimi í Runavík. Í øllum førum mugu vit gleðiliga staðfesta, at tey gomlu, sum búgva á heiminum, náa høgan aldur. Bara í ár eru trý av bú- fólkunum farin um tey 100, og fellir eingin frá næstu stívliga níggju mánaðirnar, verða tey, sum farin eru um tey 100, heili fýra í tali! Karl Jacob Sigvardsen, ættaður frá Gjógv, fylti 100 ár, 27. februar í ár, og 16. august í ár fylti leirvíks- konan, Frida Jacobsen, eis- ini 100 ár. Og nú seinasta leygar- dag, 10. september, fylti fuglfjarðakonan, Karin Joensen, 100 ár! Sostatt eru trý av búfólkunum á sama heimi nú farin um tey hundrað… Men søgan um høga ald- urin á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi endar ikki her, tí um góðar níggju mánaðir, nevniliga 27. juni komandi ár, fyllir Jacob Hansen, sum er ættaður av Glyvrum, eisini 100 ár. Eingin kennir morgin- dagin, og tá er tað líka- mikið, um tú ert ungur ella gamal. Føðingardagurin Á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi høvdu tey gjørt nógv burtur úr við at pynta og gera heimið hugnaligt til 100 ára føðingardagin hjá Karini Joensen leygardag- in. Men tað var ikki bara heimið, sum var pyntað. Tað vóru búfólkini, sum øll vóru við til borðhaldið, so sanniliga eisini. Øll konufólkini høvdu gjørt sær hárið, og bæði kvinnur og menn høvdu lat- ið seg í góð klæði, tá ið há- tíðarløtan byrjaði klokkan 15 leygardagin. Tað var familjan hjá Karini, Eysturoyar Røktar- og Ellisheim og Fuglafjarð- ar kommuna, ið saman vóru vertir við 100 ára føðingardagin, har eitt nú almenn umboð, stýrislimir fyri heimið og umboð fyri bý- og bygdaráðini í Eyst- uroy vóru boðin at koma á gátt at heilsa Karini. Annars varð føðingar- dagurin skipaður sum »opið hús«. Borðreitt varð fyri 200 fólkum til smyrjibreyð og Tað man nærkast eini "guinnes-rekord": 46 búfólk: Trý farin um tey hundra Tey búgva øll á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi – og eru 300 ára gomul tilsamans; Karin Joensen (ytst til vinstru) fylti 100 ár leygardagin, Karl Jacob Sigvardsen fylti 100 ár 27. februar og Frida Jacobsen (ytst til høgru) fylti 100 ár 16. august. Eingin kennur morgindagin, hvørki ungur ella gamal, men um góðar níggju mánaðir fyllir fjórða búfólkið á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi, Jacob Hansen, eisini 100 ár Mynd: Judith Johannessen Bjarni Djurholm, varaløgmaður, heilsar føðingardagsbarninum á 100 ára degnum Mynd: Judith Johannessen