týsdagur 13. september 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 173 - 13. september 2005
15
að – og tað fjórða fyllir 100 í juni!
køkur, men hetta var ov
lítið, og tí varð neyðugt at
seta tvey borð upp aftrat.
Tá ið saman um kom,
sótu tilsamans 217 fólk til
borðs.
Hugnalig løta
Á Eysturoyar Røktar-og
Ellisheimi siga tey, at hetta
var ein sera hugnalig og
væleydnað løta, har fleiri
góðar røður vórðu hildnar.
Tað var Tordur J. Nicla-
sen, leiðari, sum vegna
stovnin beyð vælkomin.
Síðan tók sonur, Karin,
Charles Fríðberg yvir og
greiddi frá, hvussu borð-
haldið fór at verða skipað.
Familjan hjá Karini hevði
gjørt eitt fitt sanghefti við
sálmum, sangum og áhuga-
verdum myndum, sum lýsa
ein part av lívinum hjá
Karini og familju hennara.
Tað var Bjarni Djurholm,
varaløgmaður, sum legði
fyri,
og
á
Eysturoyar
Røktar- og Ellisheimi siga
tey, at varaløgmaður helt
eina sera vakra røðu, har
hann bæði var persónligur
og menniskjansligur, sum
tey taka til.
Petra J. Joensen, stjóri á
Almannastovuni segði eis-
ini nøkur orð og handaði
Karini eina gávu á 4.000
krónur, sum Almannastov-
an letur fólki, ið náa slíkar
føðingardagar.
Tordur J. Niclasen bar
føðingardagsbarninum eina
heilsu, og tá ið hann var
komin til endans av síni
røðu, boðaði hann vegna
starvsfólkið frá, at tey
høvdu yrkt ein sang til
Karina í samband við høv-
ið.
Borgarstjórin í Fugla-
fjarðar kommunu, Sigurd
Simonsen, heilsaði eisini
bygdarkonuni við eini góð-
ari og áhugaverdari røðu.
Eins og Charles Fríðberg,
sonur Karin, hevði røðu,
bar eisini Karin Toftegaard,
sum er ommudóttir føðing-
ardagsbarnið, fram eina
frálíka røðu, sum var bæði
álvarsom og stuttlig. Í røð-
uni greiddi Karin frá tí,
sum hon mintist um ommu
sína og heimið.
At enda takkaði Charles
Fríðberg øllum, sum høvdu
verið við til at gjørt føðing-
ardagin hjá mammuni so
hugnaligan og minnisríkan.
Á Eysturoyar Røktar- og
Ellisheimi eru 46 búfólk,
og haraftrat eru átta á Um-
lættingarheiminum
í
Syðrugøtu.
Karin Joensen
Karin Joensen, fødd Elias-
en, er sum nevnt ættað úr
Fuglafirði,
og
foreldur
hennara vóru Líggjas við
Gjógvará og Katrina, fødd
Toftegaard.
Tey vóru fimm systkin,
tríggir dreingir og tvær
gentur.
Hon giftist í 1934 við
Eliasi Joensen av Skipa-
nesi. Hann arbeiddi í mong
ár sum snikkari hjá Jákupi
Oluf Jacobsen í Fuglafirði.
Karin og Elias fingu trý
børn, dóttrina Rigmor, gift
Toftegaard og Kaj Eli Blá-
bjørg, sum bæði búgva í
Fuglafirði, og Charles Fríð-
berg, sum býr á Argjum.
Karin gjørdist einkja í
1989, tá Elias doyði, 80 ára
gamal.
Síðan oktober 1996 hev-
ur hon búð á Eysturoyar
Røktar- og Ellisheimi í
Runavík.
Karin Joensen eigur 10
ommubørn og 18 lang-
ommubørn.
Á Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi dekkaðu tey til 200 fólk, men
tað rakk ikki til. Neyðugt var við tveimum borðum aftrat,
soleiðis at 217 fólk sluppu til borðs
Mynd: Judith Johannesen
Vit plaga at siga, at tað er ikki á hvørjum degi, at fólk fylla 100, men á
Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi hava trý búfólk fylt 100 í ár
Mynd: Judith Johannessen
Á Eysturoyar Røktar-og Elllisheimi høvdu tey pyntað til dagin og kvinnurnar, sum búgva á
heiminum, høvdu allar verið hjá »frisør« til dagin
Mynd: Judith Johannessen
Landsstýrismaðurin, Jógvan á Lakjuni, skrivar í gestabókina, nú bygdarkonan, Karin Joensen,
fyllir 100 Mynd: Judith Johannessen