týsdagur 13. september 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 173 - 13. september 2005
Mintust Onnu
Samstundis sum ameri-
kanarar mintust tey, sum
doyðu í yvirgangsatsókn-
ini tann 11. september í
2001, mintust sviar Onnu
Lindh, uttanríkisráðharra,
sum
varð
myrd
í
Stockholm tann 11. sep-
tember í 2003.
Fleiri hundrað fólk vóru
til eitt minningarhald í
Katarina-kirkjuni
í
svenska høvuðsstaðnum.
Haðani
fór
fylgið
á
kirkjugarðin, har Anna
Lindh liggur grivin, og
maður hennara, Bo Holm-
berg, og aðalskrivarin í
svenska
javnaðar-
flokkinum, Maeita Ulv-
skog, løgdu krans á grøv-
ina.
Hendan dagin hevði
Gøran Persson, forsætis-
ráðharri, eina grein í
Aftonbladet,
har
hann
segði tað vera umráðandi,
at sviar minnast Onnu
Lindh.
- Hvørja ferð eg ferðist
uttanlands, verði eg mintur
á Onnu. Eg møti javnan
vinum hennara, og vit tosa
um tey evni, sum hon helt
hava
størstan
týdning,
skrivaði forsætisráðharrin
millum annað í greinini.
Eitt
av
hjartamálum
hennara var bardagin ímóti
mannasmugling, og á tvey
ára degnum fyri deyða
hennara varð skipað fyri
tiltøkum í tíggju svenskum
býum við mannasmugling
sum høvuðsevni.
Mijailo Mijailovic, sum
myrdi Onnu Lindh, fekk
lívlanga fongsulsrevsing.
Hann hevur greitt frá, at
hann hoyrdi røddir, sum
kravdu, at hann skuldi
myrða hana. Higartil hevur
Mijailovic sitið í einum
væl vardum fongsli, men
ætlanin er at flyta hann á
ein stovn fyri sinnissjúk.
Smáu brúkini
tjena mest
Virðið á partabrøvunum í
norskum alifeløgum er
hækkað sera nógv í ár, eftir
at tveir ríkmenn hava
keypt partabrøv fyri meiri
ennn
tvær
milliardir
norskar krónur. Eitt nú
eiga Jens Ulltveit-Moe og
John Fredriksen ávikavíst
14 og 25 prosent av stóra
alifelagnum Fjord Seaf-
ood.
Men á einari ráðstevnu í
síðstu viku segði Jens
Ulltveit-Moe, at tað er ikki
bara gott at hava stór ali-
feløg, tí tølini vísa, at tey
smáu feløgini forvinna
lutfalsliga meiri pengar
enn tey stóru. Sambært tøl-
unum minkar vinningurin,
tess størri feløgini eru,
segði hann.
Og tað er so, skrivar
Bergens
Tidende.
Ein
kanning vísir, at stór norsk
alifeløg sum Pan Fish og
Fjord Seafood hava fingið
lutfalsliga nógv minni
burturúr enn tey meðal-
stóru feløgini og nógv
minni enn tey smáu feløg-
ini.
Sambært Jens Ulltveit-
Moe fáa alifeløgini ikki
meiri burturúr við at keypa
onnur alifeløg upp. Tað
rætta er harafturímóti at
keypa fóður- og góðsk-
ingarvirkir og at samskipa
raksturin, so framleiðslan
frá smolti til lidna vøru
verður so bílig sum gjør-
ligt, sigur hann.
Ákæra prest
fyri fólkamorð
Myndugleikarnir í afri-
kanska landinum Rwanda
hava ákært ein katólskan
prest fyri at hava med-
virkað til fólkamorðið har í
1994.
Tann 60 ára gamli prest-
urin, Guy Theunis, sum er
ættaður úr Belgia, er tann
fyrsti útlendingurin, sum
er ákærdur í sambandi við
fólkamorðið. Sorgarleik-
urin var, tá hutuar lupu á
tutsiar, og eftir stuttari tíð
kostaði fólkamorðið um-
leið 800.000 mannalív.
Belgiski uttanríkisráð-
harrin, Karel de Gucht,
segði um vikuskiftið, at
hann er skelkaður av tíð-
indunum
úr
Rwanda.
Stjórnin í Bruxelles hevur
fingið boð um, at Guy
Theunis er tikin og settur í
varðhald, og hon bíðar nú
eftir einari frágreiðing um
handtøkuna, skrivar Reut-
ers.
UTTAN ÚR HEIMI
Stórtingsvalið í
Noregi í gjár var eitt
tað mest spennandi
nakrantíð - í hvussu
er sambært veljara-
kanningunum, men
valstríðið var eisini
øðrvísi hesaferð
VAL
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Norðmenn vóru í tveimum
at kalla líka stórum bólk-
um, tá teir í gjár skuldu
manna Stórtingið av nýggj-
um, og undan valinum
spáddu eygleiðararnir tí, at
hetta valið fór at verða
kanska tað mest spennandi
nakrantíð.
Tann seinasta veljara-
kanningin gav annars and-
støðuni, Arbeiðaraflokkin-
um, Sosialistiska Vinstra-
flokkinum og Miðflokkin-
um, 88 tinglimir, meðan
teir tríggir stjórnarflokk-
arnir,
Høgri,
Kristiligi
Fólkaflokkurin og Vinstri,
stóðu til at fáa 81 tinglimir
saman við Framburðsflokk-
inum, sum hevur tryggjað tí
borgarliga vonginum meiri-
luta.
Men valkøn vístu á, at
munurin í tingmannatalin-
um segði ikki allan sann-
leikan, og tá fyrivarni varð
tikið fyri tí vanliga ivanum
í veljarakanningum, stóð
tað í veruleikanum á jøvn-
um ímillum teir báðar part-
arnar.
Vælferð
Vælferðin var høvuðsevnið
í norska valstríðnum hesa-
ferð. Ein skuldi kanska
hildið, at norskir politikarar
hava ikki so nógv at tosa
um, tá tað snýr seg um væl-
ferð, tí OECD hevur júst
enn eina ferð kosið Noreg
sum heimsins besta land at
liva í.
Men medaljan hevur sum
kunnugt altíð eina baksíðu,
og hagtølini vísa, at mun-
urin ímillum rík og fátæk í
Noregi veksur støðugt.
Harafturat vísa tølini, at
meðan alt fleiri norðmenn
gerast múgvandi og enntá
sera múgvandi, veksur á
teimum
fátæku
eisini.
Samstundis hevur ein fjøl-
miðlasøga fyri og onnur
eftir avdúkað, at tey eldru í
Noregi hava tað ikki betri
enn gott.
Lítið um umhvørvi
Eitt annað, sum hevur ser-
merkt hetta valstríðið, er, at
flokkarnir gjørdu lítið burt-
ur úr umhvørvismálum,
men tað kann hava sam-
band við munin á flokkun-
um, sum hóast alt skulu
samstarva, skulu teir skipa
stjórn. Eitt av málunum,
sum hevur samband við
umhvørvið, er spurningurin
um oljuvinnu í Barentshav-
inum. Arbeiðaraflokkurin
er fyri at fara undir vinnu
har, meðan Sosialistiski
Vinstraflokkurin er ímóti,
og valstríðið avdúkaði ikki,
hvat flokkarnir gera við
tann spurningin, verða tað
teir, sum skulu mynda
næstu stjórnina.
Valúrslitið kann eisini fáa
týdning fyri norska uttan-
ríkispolitikkin. Eitt nú er
Sosialistiski Vinstraflokk-
urin anti-amerikanskur og
krevur, at Noreg tekur sínar
hermenn úr Irak og Af-
ghanistan.
Verður
tað hann?
ella hann?