Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 173 - 13. september 2005 17 Finnbogi Ísakson var ein politikari, sum tordi at ganga ímóti fólkaviljanum tá ið tað kravdust, men tann, sum ikki hevði ráð til at vera vin- maður hansara, var fátækur, heldur Hergeir Nielsen, sum er tann politikari í tjóðveldisflokkinum í dag, sum hevur arbeitt mest saman við Finnboga Ísakson FINNBOGA ÍSAKSON TIL MINNIS Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Finnbogi Ísakson hevði eitt sjáldsamt politiskt handalag og hann hevði eini sjáldsom evni at greina og greiða eina politiska støðu. Tað er hetta, sum allar- fyrst rennur Hergeir Niel- sen, løgtingsmanni, til hugs, tá ið vit spurdu hann, hvat eftirmæli hann hevur hug at geva Finnboga Ísak- syni, nú hann doyði, bara 62 ára gamal. Finnbogi Ísakson var ein av okkara markantastu politikarum seinasta mans- aldurin. Mikumorgunin doyði hann bara 62 ára gamalur og sunnudagin fylgdi stór mannfjøld hon- um til gravar. Hergeir Nielsen er tann politikari í tjóðveldisflokk- inum nú, sum hevur arbeitt mest saman við Finnbogi og so mikið høgt í metum hevur Hergeir verið, at hann var biðin um at bera Finnboga til hansara sein- asta hvíldarstað. Hergeir Nielsen og Finn- bogi komu at arbeiða sam- an í 1979, tá ið Hergeir varð landsstýrismaður og fekk tey málsøkið, sum Finnbogi Ísakson hevði umsitið valskeiðið framm- anundan, harav tey størstu vóru samferðslumál og skúlamál. Síðani hava teir arbeitt saman í politikki, tó at teir eisini hava verið burturfrá við millumbilum. Sjáldsom evni at greina og greiða Og hann sigur, at Finnbogi Ísakson hevði eini sjáldsom evni at skera eina politiska støðu út í papp. – Hann var framúr gløgg- ur og gávuríkur. Hann hevði eitt sjáldsamt hegni til at greina sjálvt teir fløkt- astu spurningarnar og síð- ani at greiða so lættliga frá teimum, at øll beinanvegin skiltu samanhangin. – Tað var tøgn í tingin- um, tá ið hann hevði orðið og tá ið hann hevði havt orðið, høvdu vit onnur altíð eitt nógv betri grundarlag at taka støðu á. – Hann kravdi ikki, at øll skuldu vera samd við hon- um, men hann dugdi í hvussu so er at greina eitt mál, so at vit onnur skiltu samanhangin og vórðu betri før fyri at taka støðu. Hergeir Nielsen vísir á, at tað var Finnbogi Ísakson, sum umsat strandferðsluna í landsstýrimum í 1975 og har var hann ein av slóðar- unum fyri, at Smyril varð keyptur og at suðuroyingar sostattt vóru fyri tí størsta frambrotinum í samferðslu- økinum nakrantíð. Saman við Jógvani Sundstein og Atla Dam var Finnbogi ein av slóðarun- um fyri at vit fingu sam- gonguna ímillum tjóð- veldisflokkin, fólkaflokkin og javnaðarflokkin eftir valið í 1974 – Hetta var ein óhoyrd politisk samanseting, men teir tríggir tordu at ganga nýggjar leiðir og burtúr tí fingu vit eisini mest fram- burðshugaða samgonguna í Føroyum, ið hvussu so er til tá. Hendan samgongan fekk eisini tikið stór tøk, eitt nú við at keypa Smyril, við at yvirtaka Postverkið og umsitingina av skúlan- um. – Hetta vóru alt málsøki, sum Finnbogi umsat í landsstýrinum. Hergeir Nielsen minni eisini á, at Finnbogi Ísak- son hevði somuleiðis dirvi til at átaka sær at umsita fíggjarmál í landsstýrinum í 1993 í størstu kreppu í søgu landsins og har hevði hann dirvi at taka tær avgerðir, sum kravdust fyri at fáa búskapin aftur á beint, hóast hetta vóru tungar avgerðir. – Og tá ið hann varð løgtingsformaður, lá tað honum nógv á sinni at geva løgtinginum betri umstøður at arbeiða undir við betri løn til tingfólki og betri løgtingshúsi. Hann var eisini ritstjóri á bókaverkin- um, sum lýsir søgu Føroya Løgtings, sum er eitt ógvuliga týdningarmikið íkast til Føroya Søgu. – Hetta vóru átøk, sum nógv fólk settu seg hart upp ímóti og hetta vóru tí ikki mál, sum politikarar kundu vænta sær at vinna atkvøð- ur uppá. Men hetta eru eisini bestu prógvini fyri, at Finnbogi Ísakson rann ikki eftir atkvøðunum. Hann hevði dirvið til at ganga ímóti fólkaviljanum og tordi at taka illa dámdar av- gerðir tá ið tað var neyðugt. Og hetta eru avgerðir, sum tingfólk nú heysta fruktir- nar av. Hergeir Nielsen sigur, at Finnbogi Ísakson var tjóð- skaparmaður burturav og hansara størsa vónbrot í politikki var, at tað ikki bar til at koma longur fram á sjálvstýrisleið. Men Finnbogi Ísakson var ikki bara politikari. Hann var eisini privat- maður og hevði eitt lív uttanfyri politikk. – Hann var stak vinarlig- ur maður og tann, sum ikki hevði ráð til at vera vin- maður hansara, var fátækur. Hann kundi vera kontantur, men hann var avbera áhugaverdur, hugnaligur og stuttligur at vera saman við og hann hevði eisini tær sjáldsomu gávur at hava ikki sørt av sjálvspeið- semið, sigur Hergeir Niel- sen. Finnbogi hevði eini sjáldsom evni at skera politikk út í papp Vesturkirkjan var fullsett til jarðarferðina hjá Finnboga Ísakson sunnudagin Myndir: Jens Kristian Vang