Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 173 - 13. september 2005 UMMÆLI Orð: Karl Anton Klein Myndir: Eyðun Müller Welcome to my nightmare kundi verið heitið á hesi grein, tí leingi havi eg havt tað soleiðis, at Heavy Metal hevur hingið mær langt út av hálsinum. Ein helvitis gangur, har ein hvørki hoyrir skil á tóna ella stevi.Bert ein rúgva av skríggjandi guitarum, buldrandi trummum og goyggjandi sangara. Men so var ikki leygar- kvøldið í TB Húsinum á Tvøroyri, har konsert var við teimum báðum bólkun- um The Dreams og Sic. Ì mínari verð hevur TB- húsið verið karmur um nakrar feitar rokkkonsertir. Ein góður karmur við eini sera livandi áhoyrarafjøld, sum fær tað besta upp í hvønn tónleikara. So tað var ikki við sørt av spenningi vit fóru til Suðuroyar, sum enn í dag er næstan sum at fara í útlond. Ùr Havn kl 10 á morgni ein fagran dag við eitt sindur av vindi. Men lagið á øllum var gott. Onkur eitt sindur móður og onkur eitt sindur eymur um at lata damuna vera eftir á fastlandinum. Men túrurin gekk væl, onki sjóverk ella nakað so- vorðið. Komnir til Tvør- oyrar varð sett upp og ljóð- roynd hildin. Alt gekk sum smurt. Pól Arne, sum stóð fyri konsertini, bjóðaði tónleik- arunum heim at eta grinda- búff, so allir vóru í góðum hýri og væl fyri, tá kon- sertin skuldi byrja um hálvgum eitt tíðina. Konsertin byrjaði við The Dreams The Dreams hava í seinast- uni gjørt vart við seg, bæði innan- og uttanlanda. M.a hava teir ført seg fram í MTV, har teir luttaka í eini kapping, har vinningurin er at hita upp hjá heims- stjørnuni Aastahju. Hvussu gongst har fer tíðin at vísa, og tað sæst sjálvandi á tónleikarásini. The Dreams spæla eitt bland av poppi og punki. Poppur skal spælast ordi- liga og ljóða væl. Punkur skal spælast og skal ljóða andskræmuligt. Tí var tað nokso spennandi at fara at lurta eftir teimum hetta kvøldið, sjálvt um eg hevði hoyrt teir fleiri ferðir stutt framman undan m.a. á Margarinfabrikkini. Sigast kann beinanvegin, at ljóðið var av f...... til. Har hoyrdist næstan onki burturúrmillum. Bert ein ágangandi larmur, sum gjørdi, at løgini øll ljóðaðu so at siga líka. Tað var ikki gott, tí The Dreams hava góð og sum man sigur í oyrafallandi løg, sum ikki yvirliva ein tjúkkan greyt av gruggutum ullintum óljóði. So sjálvt um teir av øllum alvi royndu at koma út um pallkantin, so syrgdi syrgiligi ljóðmúrurin fyri, at fólk lítið og onki fekk burturúr at lurta. Annars skal sigast at bólkurin var í toppform. Har vóru ongar umberingar sum t.d. eg minnist ikki, hvussu næsti sangurin eitur. Nei, her koyrdi alt við fullari ferð. Burtursæð frá nøkrum smábrekum við guitarpedalum so var bólk- urin ein vælsamansjóvað eind. Tight og Feitt. Men tíverri, ljóðið gjørdi ongan í góðum lag. Sjálvt um bólkarnir høvdu tveir manns við, (tí TB húsið ikki kundi tryggja nakran ljóðmann) so læt til, at tað lá illa fyri hjá teimum at koma fram at miksara- pultinum. So kanska varð ov nógv orka brúkt til at klandrast um knøttar enn at finna eitt gott ljóð. Líka- mikið hvør grundin var, so var ljóðið onki minni enn ein katastrofa, ella á góðum Havnamáli tann reina skrapa. Tað er ikki nóg gott í 2005 at bara síggja út til at duga. Man má eisini syrgja fyri, at vøran, sum verður seld, er borðbar. Sjálvt um bólkurin stendur og kýtir seg uppá tað allarbesta, verður alt oyðilagt av ama- tørum, sum hanga seg fast- ar í ting, sum teir ikki duga. Vit liva í eini tíð, har fólk vilja hava okkurt fyri pen- ingin. Og tað sær út til, at góðskan skal gerast verri, tí at summir halda tað vera smart at standa við oyra- telefonum og roykja, með- an óljóðið súsar runt í høvdinum, so man verður ørur . Um man ikki er fullur og í ørviti áðrenn, so gerst man tað skjótt. TB húsið er eitt feitt hús til rokktónleik, og áhoyr- arafjøldin í Suðuroy er góð. Kanska tann besta í Før- oyum tá tað snýr seg um rokktónleik. Men hví kann hon so ikki fáa ordiligt ljóð? Welcome to m