Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-13, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Eina løtu seinni komu Sic á pallin Teir gjørdu tann, eftir mín- um tykki, størsta brølaran, nevniliga at umbera seg sjálvar fyri at hava kenning. Ein rokkbólkur eigur ikki at umbera seg. Tað er ama- tørsligt. Men eftir at teir høvdu staðið og kynt uppundir ljóðførini kom gongd á sjálva konsertframførðslu teirra. Og eg var seldur. Fullkomiliga tikin av bóli. Tí sjálvt um eg kenni teir væl og mangan havi hoyrt teir vant, so var eg prís- givin, totalt yvirgivin. Tí her, vísti tað seg, var tann absolutt sterkasti og bein- rakni konsekventi rokkur í Føroyum nakrantíð. Alt hitt skramblið, ið verður diskað upp við, kann fara og leggja seg, tí tað skal nógv kramm og ein sannføring av teim heilt stóru til fyri at flyta Mikjal G Hansen av tí trún- uni, sum bara hann hevur rætt til í hesum rokkdeyða landi. Tí um Ozzy er "Prince fucking darkness", so er Mikjal The King, tí ongantíð havi eg hoyrt nakran Føroying rópa og skrála so nógva sál og so nógvar aggressiónir í høvdið á eini móttakandi lurtafjøld, sum stóð sum kánus og át alt rátt. Sjálvt tey trý løgini, sum teir sjálvir ikki áttu, vóru so mikið góð, at spurninguin er, um Marilyn Manson ella Korn høvdu klárað seg betur í TB húsinum hetta kvøldið. Eg ivist stórliga. Men er Mikjal einsamall- ur í Sic? Nei hann er kanska ikki einsamallur men sum ein fjeppari segði - Mikjal er Guð. Hann er so stórur á pallinum, at hinir í bólkinum boyggja seg í virðing fyri honum. Spæla alt tað teir eru mentir og geva harvið Mikjali eitt vælfortjent spark frameftir, sum so ger, at hann er ein tann virknasti sangarin eg kenni, tá tað snýr seg um samband við lurtaran. Eitt allatíðina positivt aktivt samband, sum er ein bein- leiðis av/innbjóðing inn í hansara totalt eirindaleysa himmal/helviti. Bólkurin svingaði væl og alt hekk saman, so eg hevði gásahúð næstan alla fram- førslu teirra.Teir eru góðir tónleikarar, men sangarin skarar so mikið burturúr, at alt sum stendur við hansara lið bliknar og má sanna, at har er bert eitt ljós á pallin- um. Tað at stilla seg fram um og seta meistaran í skugga krevur bæði áræði og nervar, so hetta tordi ongin. Men tað var helst av virðing fyri honum meira enn av øtta.Tí lortið hekk væl saman, og tá Eddie (okkara Edmund) var sloppin at miksa eitt sindur, hjálpti so frægt upp á tað, at tað gjørdist stuttligt at kava og drukna seg í larmin. Samanum kann sigast, at eg vóni, at tað gongur The Dreams væl í kappingini í MTV. Men egivist ikki í, at um Mikjal verður útfluttur sum tann feitasta rokkrá- vøran vit eiga, so vinna vit. Tí tað er ikki rúm fyri ein- um sovorðnum kapasiteti í Føroyum. Tað sum Eivør kann gera fyri tað inniliga og bleyta kann Mikjal í líkastóran mun gera fyri tað brutala og harða, sum ger tann tónleikin, sum Sic spæla so fantastiska spenn- andi. Og nakað annað: hví hann ikki vann AME ella hvat tað nú eitur er mær ein gáta (tað er mestur tí at dómarapaneli er so pissi konservativt). Og eg sum helt, at Heavy Metal var burtur og deytt? Nei tað er bert ein virði- ligur arvari av rokkinum í Føroyum, og tað er SIC. So tit fyriskiparar og onnur: syrgið fyri at fáa teir at koma at spæla skjótt, tí eg haldi teir skulu sleppa sær út um landaoddarnar, har virðingin fyri teirra tónleiki er størri enn í hesum tónlitaliga oyðilandinum. HEAVY METAL LIVIR GEV TEIMUM FINGURIN (ELLA BÁÐAR TVEIR) Nr. 173 - 13. september 2005 19 my nightmare