týsdagur 13. september 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 173 • týsdagur • 13. september 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
FSF tosar
við feløgini
fyrst
Tá vit mánamorgunin
tosaðu við Óla Holm, og
fyriløgdu honum reglur-
nar um upphavsrætt, var
tað ein púrasta avklár-
aður formaður, sum vit
tosaðu við.
- Hatta eru vit púrasta
greiðir um. Eins og FSF
hevur allan rættin, tá
sendast skal frá lands-
dystum, so eru tað fel-
øgini, sum hava rættin
til sínar dystir, og tað
verður so eingin avgerð
tikin, uttan at feløgini
eru við í hesari.
Men merkir tað ikki, at
tit illa kunnu geva ÍSF
nakað bindandi svar, tá
stjórnarfundur verður í
næstum?
- Jú, og tað fáa vit
neyvan gjørt. Sjálvandi
er FSF umboðið hjá før-
oysku fótbóltsfeløgun-
um, men í eini slíkari
støðu eru tað feløgini
sjálv, sum eiga avgerð-
ina. Vit vita sjálvandi,
hvar á leið vit flóta, men
nakra bindandi avtalu
um rættindini kunnu vit
ikki gera, staðfestir for-
maðurin.
Hann sigur seg eisini
vera greiðan um, at ein-
støk feløg í veruleik-
anum kunnu blokera
eini samlaðari loysn fyri
føroyskan fótbólt, men
sjálvur roknar hann ikki
við, at málið fer at draga
so langt út.
- Eru feløg, sum ikki
vilja ganga við í eini
meirilutasamtykt, so er
talan sjálvandi um ein
juridiskan
spurning,
sum eg ikki fái svarað
her og nú. Men eg
hvørki rokni við ella
vóni, at málið kemur
somikið langt, áðrenn
ein semja verður funnin,
sum øll kunnu ganga
við til, sigur formaðurin
at enda.
-mørk
FCK hevur framvegis
ikki tapt, og nýggja
føroyska felagið hev-
ur burturúr seks
teimum síðstu dyst-
unum bara fingið trý
stig
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Í fyrrakvøldið á midnátt var
ikki loyvt at keypa og selja
spælarar í superliguni. Ein
av síðstu flytingunum var,
at Rógvi Jacobsen flutti úr
KR í Reykjavík og til Had-
erslev og SønderjyskE, sum
hevur leigað hann fyribils
fram til nýggjárs.
Harvið eru tríggir føroy-
ingar í bestu donsku deild-
ini - Súni Olsen í AaB, Joh-
an B. Hansen í Horsens og
Rógvi Jacobsen.
Besta úrslitið hjá hesum
trimum feløgunum megn-
aði í vikuskiftinum Hor-
sens. Uppflytararnir vóru í
Silkeborg, og har eydnaðist
teimum at fáa øll stigini.
Horsens vann 1-0, og
harvið tvífaldaðu teir talið
á málum, sum teir hava
skorað í átta teimum fyrstu
umførunum.
Johan B. Hansen var ikki
á vøllinum í Silkeborg
sunnudagin.
Súni Olsen var heldur
ikki á vøllinum, tá ið AaB á
heimavølli stóð fyri enn
einum vónbroti í Aalborg.
Heimaliðið svam í møgu-
leikum, men tað vóru gest-
irnir úr FCN, sum løgdu
seg á odda, tá ið teir fingu
mál burturúr fyrsta og ein-
asta
málmøguleikanum.
AaB javnaði, men áskoðar-
arnir og AaB spælararnir
vóru vónbrotnir av úrslit-
inum, sum avgjørt ikki var í
samsvari við spælbýtið.
Súni Olsen var á næst-
besta AaB liðnum, sum
leygardagin vann 2-0 á úti-
vølli í Danmarksseriuni.
Teir spældu í Randers, og
Súni Olsen skoraði seinna
málið í 25. minutti.
Felagið hjá Rógva Jacob-
sen er næstaftast. Leygar-
dagin taptu teir 3-0 í
Brøndby.
Harvið
reisti
Brøndby seg, eftir at teir
næstsíðst vórðu hølvaðir av
á útivølli móti AGF. Peter
Sand er ein av nýggju lið-
feløgunum hjá Rógva Jac-
obsen. Hann er tvíburða-
beiggi Ebbe Sand.
Brøndby er trý stig aftan-
fyri oddaliðið. Hóast teir í
summar skiftu nógv fólk,
so gongur tað strúkandi hjá
FCK. Sunnukvøldið vunnu
teir 2-0 í Odense. Í OB
vóru teir vónbrotnir, tí teir í
1. hálvleiki høvdu havt gott
tak á FCK. Nýggja álops-
stjørnan hjá FCK, svenski
landsliðsspælarin Marcus
Allbäck, skoraði bæði FCK
málini.
Í Herning vóru teir
vónbrotnir av, at FCM ikki
megnaði meiri enn 1-1 móti
Viborg, sum í longum løt-
um var niðurspælt, og í Es-
bjerg stendur heilt illa til.
Hesa ferð taptu teir 1-0 á
heimavølli móti AGF. Har-
við er støðan tann, at Es-
bjerg, sum undan kapping-
arbyrjan droymdi um at
blanda seg millum fýra tey
bestu, er aftast, og nú verð-
ur tosað um og gitt, at væl
dámdi venjarin og fyrrver-
andi bankastjórin Ove Ped-
ersen verður næsti venjarin
í superliguni, sum fer at fáa
sekkin. Esbjerg hevur bara
fingið fimm stig burturúr
átta teimum fyrstu umfør-
unum.
Í 9. umfarinum, sum
verður á skránni næsta
vikuskifti, sær skráin so-
leiðis út: AGF-AaB skulu
spæla
leygardagin,
og
sunnudagin verður spælt
soleiðis:
OB-Silkeborg,
FCN-Horsens,
Sønder-
jyskE-Esbjerg,
Viborg-
Brøndby og FCK-FCM.
Enn er ikki avgjørt,
hvørt FSF vil ganga
við í eina kollektiva
avtalul um rættindi at
senda frá føroyskum
ítrótti. Men tað slepp-
ur FSF heldur ikki
einsamalt at gera av.
Rætturin til fótbólts-
dystir liggur suverent
hjá feløgunum
UPPHAVSRÆTTUR
Jákup Mørk
Vilja feløgini ikki spæla
við, so hava hvørki ÍSF ella
FSF loyvi at gera nakra
avtalu um rættin at senda
ljóð ella myndir frá bestu
føroysku fótbóltsdeildini.
Somikið greið eru boðini
frá Jógvan Páll Lassen,
sakførara.
Orsøkin til spurningin
skal finnast í greinum, sum
vit skrivaðu her í blaðnum
fyri tveimum vikum síðani.
Her var spurningurin, hvørt
tað skuldi eydnast Kring-
varpinum at fáa eina avtalu
við ÍSF, soleiðis at rættind-
ini at senda ljóð og myndir
frá dystum í Formula-deild-
ini framvegis kunnu vera
hjá almenna stovninum.
Stóri knúturin her hevur
verið, at almennu loftmiðl-
arnir konsekvent hava sýtt
fyri at nýta heiti sum t.d.
Formula-deildin í sínum
sendingum. Ein støða, sum
væl kann hava við sær, at
FSF missir stóran sponsor-
sáttmála. Og tí segði FSF
seg undir verandi fortreyt-
um hava ringan hug at
ganga undir eina kollektiva
avtalu millum ÍSF og
Kringvarpið.
Feløgini hava bóltin
Stutt eftir hetta sendi KÍ út
tíðindaskriv, har felagið
sigur seg ikki kunna góð-
taka framferðarháttin hjá
ÍSF. Og at tey vilja hava, at
tað skal verða FSF, sum
skal samráðast vegna fel-
øgini.
Og er hetta støðan hjá KÍ,
so kunna hvørki ÍSF ella
FSF í veruleikanum ikki
gera tað heilt stóra.
- At skipa fyri ítrótt-
artiltøkum er ein partur av
lógini um upphavsrætt. Og
í so máta eru slíkir dystir
vardir á sama hátt, sum eitt
nú konsertir, sjónleikir v.m.
Tað vil við øðrum orðum
siga, at tað eru feløgini,
sum suverent hava ræisrætt
á, hvør - ella um nakar -
sleppur at senda ella taka
upp, tá slíkar hendingar
fara fram.
- Lógin um upphavsrætt
er klokkuklár í so máta, og
hon varð eisini uppstramm-
að í 2001. Tað vil so siga, at
gamla avtalan millum ÍSF
og Sjónv- og Útvarpið sum
so var í lagi. Men ein líkn-
andi avtala kann ikki gerast
í dag, uttan at einstøku fel-
øgini geva sítt samtykki.
Sjálvandi kann til dømis KÍ
ikki her og nú bara siga seg
úr eini avtalu, sum teir hava
verið partur av. Men teir
kunnu nokta at fara undir
eina nýggja avtalu. Og tað
sama kunnu øll onnur
ítróttarfeløg í landinum
eisini, staðfestir sakførarin.
Kunnu eisini standa
einsæris
Tað merkir í fyrstu atløgu,
at FSF illa kann koma við
einum bindandi svari til
ÍSF, tá stjórnarfundur verð-
ur um málið í hesum mán-
aðinum. Í øllum førum skal
FSF fyrst hava samband við
øll føroysku fótbóltsfeløg-
ini, og væntandi verður eitt
slík mál ikki viðgjørt, fyrr
enn í fyrsta lagi seint í
heyst, tá árligi fundurin við
feløgini er á skránni. Og
halda
vanligu
manna-
gongdirnar, so hendir einki
formligt í málinum fyrr enn
á aðalfundinum hjá Fót-
bóltssambandinum,
sum
verður í februar mánaði.
Og í aðru atløgu er heldur
ikki víst, at ein aðalfundur
kann greiða málið. Ein
ímyndað støða, har kanska
fimm feløg ikki taka undir
við eini avtalu, ger í veru-
leikanum, at hesi fimm fel-
øg ikki eru partur av henni.
Óansæð um ein meiriluti á
aðalfundinum hevur sam-
tykt hendan. Tí meirilutin
ræður altso ikki meira enn
so, at tað er einstøku feløg-
ini, sum suverent gera av,
hvør sleppur at senda ella
ikki frá teirra dystum.
Meira ítróttur í morgin
Vegna plásstrot, var ikki rúm fyri øllum ítróttinum í
blaðnum í dag. Greinar um Formel 1 kappkoyring og
ein samanumtøka av 22. umfarinum í Formula-deildini
verða tí í mikudagsblaðnum
-mørk
Kappingin líkist sær sjálvari
Feløgini eiga allan rættin
Kringvarpið, ÍSF og FSF kunnu samráðast so galið tey vilja.
Ein avtala um rættindi at senda ljóð ella myndir frá
føroyskum ítrótti kemur ikki upp á tal, uttan at einstøku
feløgini eru partur av hesi