Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-13, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 173 - 13. september 2005 21 Mjølnir hevur firma- kapping Triða árið á rað skipar Mjølnir fyri firma-kapping í flogbólti FIRMA-KAPPING Jákup Mørk Kappingin verður spæld komandi vikuskiftið, og í Klaksvík vóna tey, at undirtøkan aftur í ár verður stór. Ikki minst hevur tað verið hugaligt at sæð, at talan hevur ver- ið um fyritøkur úr øllum landinum, sum hava leit- að sær norður, og í tíð- indaskrivi verður dentur eisini lagdur á, at talan er um eina kapping fyri øll. - Hetta er ein góður møguleiki hjá fyritøkum at bjóða sínum starvsfólki til ein hugnaligan dag, har kreftirnar verða brúktar eitt sindur øðrvísi enn vanligt, siga tey eisini úr Mjølni. Kappingin er fyri bæði menn og kvinnur, og treytirnar fyri at luttaka eru, at í minsta lagið eitt konufólk er á hvørjum liði. Eisini er tað ein treyt, at bara ein leikari, sum leikti í bestu deildini í fjør er á hvørjum liðið. Og í mesta lagi skulu tríggir spælarar hava spælt í landskappingini seinasta vetur. Seinasta freist at boða frá luttøku er týsdagin. Seinasta freist at boða frá luttøku er týsdagin 13. september, og boðast skal frá á tel.: 223463, Eyð- bjørn Andreasen, ella 216602, Marjun Kalsø. 10 sparki- vøllir í heyst Fótbóltssambandið er nú í ferð við at leggja gras- líki á 10 vøllir kring alt landið Hetta er liður í hat-trick verkætlanini, har FSF umvegis FIFA hevur játtað stuðul til ger av hópatals vøllum kring alt landið. Fyrstu 10 verkætlanirnar verða nú veruleiki. Eftir at vøllurin á Norðasta Horni í Havn varð tikin í nýtslu fyri tveimum vikum síð- ani, eru tað nú hesir, sum standa fyri tørni. Leirvík, Haldórsvík, Bøur, Saltnes, Miðvági, Strendur, Eiði, Tvøroyri og í Runavík. Hartil liggja longu sum er 37 umsóknir um stuðul til sparkivøllir komandi ár. -mørk – Vit hava nógv betur skúlaðar fótbóltsspæl- arar nú, enn vit høvdu fyri 15 árum síðani, men vit mangla indi- vidualistarnar, sigur Abraham Løkni, ein av hetjunum frá Landskronabragdin- um fyri júst 15 árum síðani LANDSKRONA Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað var kanska størsta løtan í føroyskari fótbóltssøgu, tá ein vágamaður eitt miku- kvøld fyri 15 árum síðani, knallaði bóltin í málið í Landskrona. Tað var fullkomiliga óver- uligt, at eitt føroyskt landslið í sínum fyrsta veruliga und- ankappingardysti í altjóða fótbólti skuldi fáa eitt mál. Og at hetta so gjørdist tað vinnandi málið ímóti eini sterkari europeiskari fót- bóltstjóð, gjørdi bara alt meira óveruligt. Sparkið hjá Torkil Niel- sen gjørdist sensatiónin, sum rungaði um heimin. Føroyingar vóru fullkomi- liga við síðuna av sær sjálv- um í langa tíð, og málið kickstartaði eina nýggja tíð í føroyskum fótbólti við regluligum altjóða uppgáv- um, framgongd og pengum. Síðani hava føroyingar spælt einar 80 altjóða dystir í EM og HM-undankapp- ing, og seks ferðir síðani hevur tað eydnast føroying- um at vinna, men eingin sigur hevur verið sum tann í Landskrona, og tað fer neyvan nakar at vera aftur sum hann. Tað var tað fyrsta stigið – arbeiðssamir amatørar, sum bastu stórsnútaðum yrkis- spælarum. Alt var nýtt og stórt, og tí var sensatión størri, enn um Føroyar í dag skuldu gjørt eitt bragd og vunnið á eini stórari europeiskari fótbóltstjóð. Stríðsvilji og heppni 11 mans spældu við í dyst- inum í Landskrona, og teir avrikaðu allir nakað óvan- liga stórt. Helst mundi tað vera størsta fótbóltsløtan hjá teimum øllum, tá ið teir skaptu eina tí størsta sen- statiónina í europeiskum fótbólti nakrantíð. – Tað var stórt fyri meg, tá ið eg spældi við OB fyri fyrstu ferð, men dysturin ímóti Eysturríki er tann størsta løtan, sum eg havi havt í fótbólti, sigur Abra- ham Løkin, sum spældi á miðvøllinum á føroyska landsliðnum. – Sigurin læt seg gera, tí alt bleiv fokuserað upp á vilja og stríð. Menn góvu seg seg langt út yvir tað, sum teir nakrantíð hava gjørt síðani. Eg havi dystin á videobandi, og har sæst, hvussu óvanligur stríðsvilj- in er. Takklingarnar flúgva um eysturríksku spælarar- nar, og tað er púra vilt, hvussu vit stríðast. Tað var eisini niðurstøð- an hjá altjóða fjølmiðlun- um, sum eftir sjokkið royndi at koma fram til eina frágreiðing um, hví før- oyska liðið hevði vunnið. Stríðsviljin og kollektivið sigraðu. – Eysturríksku spælarar- nir undirvurderaðu okkum uttan iva heilt alvorliga nógv, og so skulu vit heldur ikki gloyma, at vit høvdu neyðuga heppnið í dystin- um, sigur Abraham Løkin. Saknar profilar Nú 15 ár seinni spælir før- oyska fótbóltslandsliðið framvegis ímóti teimum stóru, og úrslitini eru á góð- ari leið, hóast tað er langt ímillum sigrarnar. – Tað er nógv hent í før- oyskum fótbólti hesi 15 árini. Graslíkið broytti fót- bóltsspælið. Spælararnir gjørdust tekniskt betur fyri og kundu spæla nógv skjót- ari á tí góða undirlagnum. Men eg veit ikki, um hetta hevur gjørt so stóran mun, tá ið vit spæla á grasi. Tað vísir seg, at um grasvøllur- in ikki er heilt slættur, so hava vit trupulleikar, sigur Abraham Løkin. – Feløgini gera eitt mið- víst ungdómsarbeiði, FSF hevur fleiri ungdóms- landslið, og tí hava vit nógv betur skúlaðar spælarar nú, enn vit høvdu fyri 15 árum síðani. Men eg sakni indi- vidualistarnar í føroyskum fótbólti. Hyggur tú eftir Landskrona-liðnum, so var tað eitt sterkt landslið, og har vóru fleiri profilar, sum kundu gera tað óvæntaða. – Høvdu spælararnir, sum mannaðu Landskrona-liðið, vant fimm ella seks ferðir um vikuna, sum spælararnir gera nú, so veit eg ikki, hvat tað kundi blivið til, sigur Abraham Løkin. Betri umstøður til teir bestu Abraham Løkin heldur, at skal føroyskur fótbóltur menna seg enn meira og fáa enn betri úrslit, so mugu umstøðurnar hjá teimum bestu spælarunum gerast betur. – Landsliðið er nú so væl skipað á vøllinum, at tað fær valla verið betur. Allir spælararnir kenna sínar leiklutir og vita, hvat teir skulu gera. Men tá ið vit troyttast, gera vit onkur mistøk, sum gera at vit tapa dystirnar. – Skal føroyska lands- liðið gerast enn sterkari, so ber tað ikki til, at spælar- arnir arbeiða dagin langan og venja fimm kvøld um vikuna. Vit mugu hava yrk- isspælarar, og í løtuni er loysnin á tí, at spælararnir fara uttanlands at spæla. Vit skulu ikki halda, at bara tí at vit skifta venjaran, so fer alt at broytast, sigur Abra- ham Løkin. Hann og hinir á tí tiltikna Landskrona-liðnum hava eina uppliving saman, sum teir ongantíð fara at gloyma. Tað var størsta løt- an í føroyskum fótbólti nakrantíð. Kvøldið tá ið Føroyar stóðu fyri størstu sensatiónini í europeiskum fótbólti í nógv ár – ja, kanska nakrantíð. Tað var 12. september, tá ið Føroyar vunnu 1-0 á Eysturríki. Føroyskur fótbóltur manglar profilar EM-undakapping, Idrottsplatsen, Landskrona 12. september 1990 kl. 19.00. 1.266 áskoðarar 1-0:Torkil Nielsen, 62. Føroyar: Jens Martin Knudsen, NSÍ – Julian Hansen, Stenløse, Mikkjal Danielsen, MB, Jóannes Jakobsen, HB, Tummas Eli Hansen, B36, Jan Dam, HB – Allan Mørkøre,KÍ,Abraham Hansen,NSÍ,Torkil Nielsen, SÍF, Kári Reynheim, B36 – Kurt Mørkøre, KÍ Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Kaj Leo Johannesen, HB, Poul Enok Hansen, GÍ, Magni Jarnskor, GÍ, Jens Erik Rasmussen, MB, Gunnar Mohr, HB. Venjari: Páll Guðlaugsson FØROYR - EYSTURRÍKI Føroyar vóru á gosi eftir sigurin á Eysturríki fyri 15 árum síðani. Málið hjá Torkil Nielsen var við til at kickstarta eina nýggja tíð í føroyskum fótbólti