týsdagur 13. september 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 173 - 13. september 2005
Við knallhørðum
arbeiði og einum
disciplineraðum
innsatsi eydnaðist KÍ
at steðga vælsmurdu
Skála-maskinuni. Og
heimamennninir
vóru enntá nærri
sigrinum enn gest-
irnir
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Var hepnið við oddalið-
num, soleiðis sum tað oft-
ani er, so kundi Skála enn
einaferð farið avstað við
øllum í evstu løtu. Í sein-
astu sekundunum av teim-
um fimm minuttunum, sum
dómarin hevði lagt afturat
tíðini, varð innskifti Alex-
andur Johansen feldur í
gjøgnumbrotsroynd
á
brotsteigarmarkinum. Slík
fríspørk plaga at liggja væl
fyri hjá Skála, sum hevur
upp til fleiri serfrøðingar á
økinum.
Men hesa ferð vóru
marginalarnir
ikki
við
oddaliðnum. Bólturin brast
í múrin, og tá dómarin
beint eftir bríkslaði dystin
av, var stigamissurin vísur.
Óneyv innlegg
Hevði Skála soleiðis tikið
stigið í evstu løtu, so hevði
tað mest sum verið ov
mikið fyri klaksvíkingarnar
kring vøllin - sum enntá
tóktust vera í undirtali
mótvegis væl mannaða
Skála-kórinum.
Tí fyri tað heilt nógva var
ilt at síggja - ella fata - at
KÍ í ár er eitt av botnliðun-
um í deildini. Frá fyrsta
bríksli tóktust tað púrasta
greitt, at hetta var ein dyst-
ur, sum heimaliðið vildi
vinna. Teir arbeiddu knall-
hart á miðvøllinum, har
Símun Joensen og Marek
Wierzbicki fingu fatur á
nógvum. Verjan riggaði væl
við Eyðun og Harley á
bakkunum, meðan Ove og
Jan tóku sær av framherj-
unum hjá Skála. Og serliga
tóktist liggja væl fyri at
spæla upp í vinstru, har
kviki Heðin á Lakjuni
royndi seg við nøkrum
góðum renningum í fyrra
hálvleiki.
Tað gav eisini einstakar
møguleikar, men veruligar
opnar kjansir gjørdist talan
ikki um. Eina mest tí sein-
asta innleggið aloftast var
óneyvt. Eitt nú varð bólt-
urin í einum trimum førum
skotin av baklinjuni og í
føvningin á málverjanum
hjá Skála.
Fáir kontra-
møguleikar
Skála sýndi hinvegin ikki
so øgiliga nógv av tí spæl-
inum, sum hevur ført teir
heilt upp á tindin í ár.
Press-spælið á miðvøllin-
um var ikki so eyðsýnt,
sum tað plagar at vera.
Kanska var Pauli nakað
darvaður av skaðanum í
lærkrikanum, sum hann
hevur drigist við í ár, og í
øllum førum var hansara
leiklutur væl meira kon-
trollerandi, enn hann var
Tað tykist av álvara
at tynnast í hópin-
um hjá Skála, nú
topdysturin móti
HB stendur fyri
framman
SKÁLA
Jákup Mørk
Tað
vóru
farnir
65
minuttir av dystinum
sunnudagin, tá Skála var
fyri álvarsligum missi.
Vandi tóktist ikki vera á
ferð, tá stinni málverjin
hjá oddaliðnum, Vlada
Filipovic, skuldi fara út
eftir einum bólti, sum
klaksvíkingarnir høvdu
stungið nakað langt fram.
Men brádliga lá stóri
málverjin skerflatur. Tek-
ini boðaðu greitt frá, at
okkurt
álvarsligt
var
áfatt, og soleiðis var eis-
ini. Hælsinan var slitin,
og tað merkir, at Skála
má vera ein av sínum
mest týðandi monnum
fyriuttan, nú seinastu
fimm dystirnir á árinum
skulu spælast.
Hinvegin hevur Skála
ein eykamálverja, sum
ikki er heilt sørur. Eugen
Voda er kanska ikki heilt
ungur longur, men hann
hevur í øllum førum
royndirnar, sum skulu til,
og so má Skála bíða og
síggja, hvørt hetta er nóg
mikið.
Fleiri fráverur
Og sum um hetta ikki var
nóg mikið, so er í aðrar
mátar eisini farið at
tynnast út í hópinum hjá
Skála.
Einans fimm minuttir
eftir, at liðið hevði mist
málverjan,
noyddist
Bjarni Jørgensen at fara
av vøllinum. Eyðsæð var,
at talan var um vødda-
skaða, og hesin kann væl
halda honum burtur frá
fótbóltinum
komandi
tríggjar vikurnar.
Hartil er Arnhold Berg
enn ikki komin heilt fyri
seg eftir krossbands-
skaðan, sum hann fekk
tíðliga í ár. Enn tykist
knæið vera nakað óstøð-
ugt, og í vikuni skal hann
aftur kannast av serfrøð-
ingini, sum skal gera av,
hvørt neyðugt verður við
skurðviðgerð, ella um
talan bara skal verða um
enn meira venjingar.
Eisini er væntandi, at
nakrir spælarar vera burt-
urfrá, nú hondbólturin av
álvara er byrjaður aftur. Í
øllum førum tykist víst,
at Sveinur Justinussen
fer við StíF á venjingar-
legu í Danmark. Pauli G.
Hansen og Alexandur Jo-
hansen hava eisini verið
fastir fúsir á hondbólts-
liðnum, men tað er tó væl
hugsandi, at teir kortini
vera eftir á Skála, tá StÍF
fer av landinum.
Og endaliga, so kann
eisini nevnast, at Bárður
Danielsen ikki longur er
við í hópinum hjá Skála.
Vlada sleit
hælsinuna
KÍ-Skála 0-0:
Hart KÍ-arbeiði steðga
Stinni málverjin hjá Skála, Vlada Filipovic, sleit
hælsinuna í dystinum móti KÍ, og verður tí ikki á liðnum
restina av kappingarárinum