Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 173 - 13. september 2005 23 tað hjá miðvøllarfelagnum, Nenad. Tað gjørdi eisini, at tað sjáldan kom nakar veru- ligur dynamikkur í spælið hjá Skála. Meira tóktist tað, sum bíðaði liðið eftir av- gerandi kontra-møguleik- anum, har teir kundu fanga KÍ-verjuna tunna. Ein møguleiki, sum sera sjáld- an kom, tí vertirnir vóru so disciplineraðir í spælskip- anini, sum tað sjáldan er sæð hjá teimum í ár. Ikki minst dugdi Hjalgrím væl at detta aftur í borðini, tá kantarnir flutt seg upp. Einstakar ferðir gjørdust gestirnir tó vandamiklir. Einar tvær ferðir var talan um stórar misskiljingar millum Ova og Meinhardt, og serliga tann eina av hesum kundi verið heilt vandamikil, soleiðis sum Meinhardt var á útferð í brotsteiginum. Størsta møguleikan fekk Skála tó beint undan steðg- inum, og tað var samstund- is ein áminning um, hvussu skjótir teir orangjulittu er at flyta seg niðaneftir. Tað var annars KÍ, sum við einum horna helt seg hava seinasta møguleikan undan steðg- inum. Men Nenad fangaði bóltin, og eini trý sekund seinni var Bjarni Jørgensen um at sleppa heilt leysur, men skotið gjørdist bæði skeivt og neyðarsligt. Gjørdist rótut Seinna hálvleik byrjaði Skála, har teir sleptu, og Meinhardt mátti alt fyri eitt sláa gott skot frá Bjarna uppum, men so líðandi gjørdist dysturin kanska meira intensur og spenn- andi, heldur enn væl spæld- ur og undirhaldandi. Ikki minst kom hetta av, at Skála nú hevði tipt vandamiklu vinstru síðuna hjá KÍ. Heðin slapp mest sum ikki at kapprenna við kantarnar, soleiðis sum hann hevði gjørt tað í fyrra. Samstundis helt KÍ fram- vegis fast í taktiska upp- legginum. At vera væl skipaðir í verjupartinum. At geva tol, tá bólturin skuldi flytast niðan. Og so at gera skjótt av, tá møguleikin beyðst yvir kantarnar. Nakað sum kanska ikki gekk so væl, tá ein troyttur Kurt Mørkøre varð tikin út tíðliga í seinna hálvleiki. Júst Kurt er kanska eitt kapittul fyri seg á liðnum hjá KÍ. Tað man standa øllum greitt, at hvørki formurin ella vektin í dag er í nær námind tí, sum talan var um í gullárinum, 1999. Men sálarliga hevur hann framvegis stóra ávirk- an, og leikligi týdningurin skal heldur ikki undirmet- ast. Í øllum førum, so var hann millumstøð í nógvum av tí, sum KÍ skapti fyri steðgin, og tann parturin av spælinum, har álop byrjaðu við longum bóltum beint á áleypara, hvarv í øllum førum, tá Kurt var farin út. KÍ á veg upp Rótuta spælið, sum eyð- kendi seinna hálvleik, gav sjálvsagdar ábendingar um, at talan væl kundi gerast um ein málleysan javnleik, og í øllum førum mundi tey flestu vænta, at fór nakað mál at koma, so skuldi hetta vera eftir tilvildar- ligan bólt av onkrum slag. Tann bólturin kom ong- antíð, tó at heimamenninir høvdu bóltin í kassanum ta einu ferðina. Men tá hevði bólturin verið av baklinjuni áðrenn, staðfesti linju- verjin. Móti dystarenda, so vóru tó ábendingar á, at Skála kanska skuldi taka sigurin. Í øllum førum mest sum gavst KÍ at spæla, tá vísarin var farin um 90. At sjálvs- álitið hjá einum botnliði ikki altíð er í topp, kom greitt til sjóndar, tá teir brádliga fullkomuliga góv- ust at spæla sítt egna spæl, men heldur bara lossaðu burtur. Tað gav Skála møguleikan at leggja eitt veruligt trýst á hesa sein- astu løtuna. Eitt trýst, sum við bara eitt sindur av hepni kundi givið bonus. Tað gjørdi tað so ikki, og tí minkaði leiðslan hjá Skála í oddinum. Men teir eru enn á odda, og so verð- ur spennandi at vita, hvussu leikur fer, tá HB vitjar á Skála næsta vikuskifti. Ein dystur, sum væl kann vísa seg at hava stóra ávirkan, tá gullmerkini skulu plaserast. Tey kann KÍ enn bara droyma um. Fyrst og fremst, so ræður nú um at venda tonkunum móti teimum báðum komandi uppgávunum móti VB og ÍF. Tveir avgjørdist lykla- dystir, sum kunnu lyfta KÍ langt burtur frá øllum nið- urflytingarvanda og krepputosið. Og verður avrikið og innsatsurin, sum tey vóru sunnudagin, so skal tað vera løgið, um KÍ ikki fær fulla úrtøku tær báðar ferð- irnar. Liðformaðurin hjá KÍ var nøgdur um avrikið sunnudagin, men hann ásannaði, at tað kanska hevði staðið ov nógv á seinastu løtuna FÓTBÓLTSPRÁT Jákup Mørk Tað mundu vera mong kring vøllin við Djúpu- mýri sunnudagin, sum undraðust á, at KÍ liggur so niðarliga á stigatalv- uni. Og í øllum førum mundu tey flestu vera samd um, at var inn- satsurin av hesum slag hvørja ferð, so var støðan ein heilt onnur,. Tað tykist, sum er álv- arin í støðuni nú runnin upp fyri spælarunum, og eftir dystin var liðfor- maðurin á liðnum, Heðin á Lakjuni, partvíst samd- ur í hesum. - Tað kanst tú gott siga. Eg haldi í øllum førum, at vit hava tikið okkum væl saman síðani summ- arsteðgin. Vit hava spælt nakrar góðar dystir, men tað er tó ikki í øllum, at vit hava fingið nøkur stig. Í dag spæla vit so 0- 0, og sjálvir trúgva vit í øllum førum uppá, at uppgávan kann loysast, helt hann. Tað sær eisini út til, at tit halda øgiliga fast í spælskipanini, soleiðis at óneyðug hol ikki koma í verjupartin? - Ja. Tað royndu vit eis- ini í Gøtu, og tað tykist rigga hampuliga væl. Vit vistu jú undan dystinum, at Skála er sera vanda- miklir í kontraspælinum, og tí máttu vit royna at halda teimum burtur frá hesum møguleikunum. Og tað eydnaðist nærum til fulnar. - Ístaðin vóru tað vit, sum bíðaðu eftir okkar møguleikum, og vit áttu kanska at skora onkra ferðina í fyrra hálvleiki. Men seinastu løtuna sær út til, at tit missa takið. Er tað kanska tað so eyðkenda fyri eitt botnlið, at nervarnir gera um seg seinastu løtuna? Heilt víst. Kanska eis- ini tí, vit eru vorðnir ov vanir við at tapa teir tøttu dystirnar. Hyggur tú at talvuni, so hava vit bara tríggjar ferðir - tá er hesin dysturin roknaður við - megna at hildið fast um javnleikin. Tí rennur tað sjálvandi í tankarnar, at vit kunnu missa stigið. Tað er kanska ikki nóg gott, at vit seinasta kor- terið á heimavølli bara dúva upp á javnleikin, men vit eru í teirri støðu, at vit mugu taka tey stig, sum vit kunnu fáa. Mugu taka tað, sum vit kunnu taka KÍ-Skála 0-0 Dómari: Georg N. Rasmussen. Royndi óávirkaður at halda eina greiða linju í dystinum, og fyri tað mesta eydnaðist hetta eisini hampuliga væl. KÍ: Meinhardt Joensen - Eyðun Klakstein, Ove Nysted, Jan Andreasen, Harley Bertholdsen - Arnold Joensen (Erling Fles, 75.), Marek Wierzbicki, Símun Joensen, Heðin á Lakjuni - Hjalgrím Elttør, Kurt Mørkøre (Kristoffur Jacobsen, 48.) GK: Hjalgrím Elttør, 35. Skála: Vlada Filipovic (Eugen Voda, 65.) - Pætur Dam Jacobsen, Rúni Rasmussen, Milic Curcic, Iulian Florescu - Bjarni Jørgensen (Arnhold Berg, 71.), Nenad Stankovic, Pauli G. Hasen, Hanus Thorleifsson - Jónhard Frederiksberg, Bogi Gregersen (Alexandur Johansen, 81.) GK: Pætur Dam Jacobsen, 66. Fakta um dystin ði Skála-maskinuni Nenad Stankovic og Símun Joensen vóru í nógvum nærdystum á miðvøllinum, og eisini teirra millum mundi talan vera um javnleik samanlagt Mynd: Bárður Lydersen Heðin á Lakjuni ivast ikki í, at heldur KÍ støðinum, so megna teir at loysa uppgávuna, sum er at sleppa undan niðurflytingarstríðnum Mynd: Bárður Lydersen