Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-13, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 173 - 13. september 2005 NSÍ hevur stórar trupul- leikar Venjarin ásannar, at tað er nógv, sum skal fáast í rættlag í verjupartinum, um hugsningur skal vera um at røkka triðja plássinum NSÍ Jóannes Hansen Eftir at tað leingi hevur gingið heilt væl, er tað tvær tær seinastu ferðir- nar vorðið púra greitt, at NSÍ hevur stórar trupul- leikar í verjupartinum. Á Sevmýri fóru fýra mál ígjøgnum, og sunnudagin royndist verjuparturin uppaftur lakari, tá ið EB/- Streymur skoraði fimm mál. - Vit leggja bragdliga fyri, og vit fáa góða úr- tøku. Teir koma afturíaft- ur, tá ið vit eru alt ov lítið nærlagdir í verjupartin- um, men eg haldi, at vit fóta okkum aftur fyrstu løtuna eftir steðgin. Tá ið teir so skora til 3-2, satsa vit eitt sindur, og tá eru teir ógvuliga vandamiklir. Tað sigur Trygvi Morten- sen, venjari í NSÍ. Hann kennir EB/Streyma spæl- ararnar, sum hann vandi fyri trimum árum síðani. - Teir eru sanir snilling- ar, men tað fjalir ikki veruleikan, at vit eru alt ov lítið nærlagdir í verju- partinum. Eftiransingar- nar eru ikki nóg góðar, og vit gera eina rúgvu av persónligum mistøkum, sum eiga at verða og vórðu sektað á hesum støðinum. Hatta mugu vit lúka burtur, sigur Trygvi Mortensen, sum sigur seg ikki hava mist mótið um at røkka bronsukrónun- um. - Vit mistu bara eitt stig sammett við Skála. Men í mun til bronsuplássið mistu vit trý stig, so nú hava vit ryggin móti múr- inum. Men vit mugu royna at koma afturíaftur. Sjálvandi eru vit vón- brotnir um, at 2-0 leiðsla skuldi enda við 5-2 tapi, men tað er ikki annað at gera enn at arbeiða miðvíst undir venjingun- um og so at vinna í Gøtu, heldur NSÍ venjarin. NSÍ-EB/Streymur 2-5 (2-2): Piotr og hansara menn halda At NSÍ hevur stórar trupulleikar í verju- partinum varð enn eina ferð rudduliga stað, tá ið teir lótu fimm mál fara ígjøgn- um á heimavølli NSÍ-EB/STREYMUR Jóannes Hansen Inntil seinnapartin sunnu- dagin vóru bæði NSÍ og EB/Streymur millum tey stinnastu síðani summar- steðgin. Eftir 5-2 EB/- Streyma sigurin í Runavík kann ikki annað enn stað- festast, at teir í Sundalagn- um rættuliga halda stílin, at teir eru væl skipaðir og ógvuliga tilvitaðir um og væl stýrdir av revinum Piotr Krakowski, hvussu teir skulu leggja spælið til rættis fyri at fáa mál, hvussu teir skulu byrgja fyri mótstøðumonnunum, og hvussu teir harvið skulu røkka fullari úrtøku. Tað boða úrslitini eisini frá. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hava teir fingið fulla úrtøku móti KÍ, HB og NSÍ, og teir hava skorað trettan mál, meðan fýra eru farin ígjøgnum. Tað boðar frá væl uppløgdum liði, sum sanniliga er mannað við spælarum, ið vita, hvat tað snýr seg um, og sum eru ógvuliga skjótir at fata og gera nyttu burturúr. Sunnudagin varð stað- fest, at moralurin er í lagi. Tá ið fyrra umfarið var hálvrunnið, var NSÍ frammanfyri við tveimum málum. Jústinus R. Hansen heilfluktaði til 1-0 eftir horna og eftir at Pacek, sum við árunum bara tykist gerast stinnari og stinnari, hevði stútað út frá. Seinna NSÍ málið stóðst eisini eftir horna og út í borðið aftur. Páll M. Joensen legði úr vinstru og tvørtur um, og Andy Olsen stútaði í kass- an. 2-0 til NSÍ. EB/Streym- ur hevði ongantíð fingið mál við Løkin, og fyrsta løtan bendi á, at tað skuldi laga seg, sum tað plagar. Men júst í hesi løtuni vístu teir í EB/Streymi, at moralurin er í toppi, og at tað einki bilar sjálvsálitin- um. Teitur Joensen, ið hevði fingið møguleikan í pláss- inum, sum var tómt eftir Hans Paula Samuelsen, er sannur bóltsnillingur. Hann torir at bjóða av ein móti einum, hann hevur eyga fyri samanspælinum, og sjálvsálitið fekk skump rætta vegin, tá ið hann hevði minkað um munin. Málið tóktist vera ætlað sum innlegg. NSÍ mið- verjan rakk ikki bóltin, Ronnie Samuelsen fekk ikki fatur á, og Jens Martin tóktist rættuliga passivur, tá ið bólturin sigldi í málið. So hevði EB/Streymur sligið tónan ann. Spælið hjá teimum var einfalt undan steðginum. Teir royndu seg ofta við longum sendingum, teir vunnu flestu nærdystir- nar, og teir vóru fyrstir á og vunnu mest sum allar retur- bóltarnar. Teir vóru knáir ein móti einum, og undan steðginum javnaðu teir. Teitur Joensen hevði frammanundan sneitt seg leysan, og tá hevði hann bæði møguleika at royna sjálvur og at spæla Sorin Anghel, sum var einsa- mallur saman við honum, men einki spurdist burturúr. Tað gjørdi tað, tá ið long sending varð send í NSÍ brotsteigin. Jens Martin royndi at boksa burtur, men bólturin stakk út til Ronnie Samuelsen, sum takkaði fyri og trillaði bóltin í málið. Rætta uppskriftin Undan steðginum hevði Tá ið hann endiliga fekk kjansin skoraði hann tvær ferðir og legði upp til eitt mál. Hann harmast um, at maðurin, sum hann loysti av, hevur brotið beinið, tí eingin kann fylla plássið hjá Hans Paula Samuelsen, heldur Teitur EB/STREYMUR Jóannes Hansen Tað var gott lag í EB/- Streyma leguni, eftir at tað fyri fyrstu ferð nakrantíð hevði eydnast at skjóta mál og at vinna í Runavík. Ein av teimum mest eyð- sýndu var Teitur Joensen. Fyrr í ár hevði hann bara tríggjar ferðir fingið møgu- leikan millum teir fyrstu ell- ivu. Tað var undan summ- arsteðginum, tá ið hann var við móti ÍF, KÍ og Skála. Eftir at hann leingi hevur verið avloysari, fekk hann møguleikan. Ein møgu- leika, sum hann upp á ein máta hevði viljað verið fyri uttan. - Eg kom í plássið hjá Hans Paula Samuelsen, sum eg havi spælt saman við síðani barnaárini. Fyri okk- um er tað stórt spell, at hann hóskvøldið breyt beinið undir venjing. Eingin kann spæla sum Hans Pauli. Men maður skal setast í mans stað. Eg fekk møguleikan, og eg eri fegin um, at tað royndist so væl hjá okkum, sigur Teitur Joensen. Tú skoraði tvær ferðir, eina ferð legði tú upp, og tú hevðí ein annan stóran møguleika? - Fyrra málið var innlegg, sum fekk loyvi at sigla í málið. Í hinum førunum hjálpti NSÍ verjan og mál- verjin væl vil. Ja, vit skuldu havt fingið eitt mál afturat. Eg var púra leysur og ætlaði at smekka til. Eg sá ikki Sorin, fyrrenn hann rópti. Tað var júst, tá ið eg skuldi skjóta, og so bleiv tað bæði skot og avlevering ella rættari hvørki. Men tíbetur bilti tað einki, tí vit vunnu sannførandi. Og hvussu verður móti TB? - Eg hevði verið vón- brotin, um eg ikki fekk møguleikan. TB er illa statt, so vit mugu arbeiða fyri søkini. Í hvussu so er ein mánað Hans Pauli Samuelsen verður neyvan tøkur aftur í ár. Hóskvøldið breyt hann beinið undir venjing. - Tað var í vanligari takling, at eg fekk ógvuliga nógva pínu. Magnus á Stongum var har, og hann staðfesti skjótt, at talan var um brot í fótinum. Eg var á L a n d s s j ú k r a h ú s i n u m Teitur í stórum stíli Helgi og NSÍ tóktust vera greitt omaná, men alt koppaði til gestirnar, tá EB/Streymur við fimm málum á rað setti tingini so ruddiliga upp á pláss Mynd: Álvur Haraldsen NSÍ-EB/Streymur 2-5 (2-2) 1-0: Jústinus R. Hansen 14. 2-0: Andy Olsen 28. 2-1:Teitur Joensen 29. 2-2: Ronnie Samuelsen 42. 2-3: Sorin Anghel 61. 2-4:Teitur Joensen 65. 2-5: Sonni L. Petersen 78. Dómari: Páll Augustinussen NSÍ: Jens Martin Knudsen - Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen,Viggo Johannesen (Einar Hansen, 66.), Sjúrður Jacobsen (Gert Langgaard, 75.) - Páll M. Joensen (Ikechukwu Onyema, 57.), Jústinus R. Hansen, Dánial Hansen, Andy Olsen - Helgi L. Petersen, Jónstein Petersen Gult kort: einki EB/Streymur: Rene Tórgarð - Gert Hansen, Fróði Clementsen, Andrzej Pacek, Jóhann á Stongum - Bárður Olsen, Marni Djurhuus, Ronnie Samuelsen (Brian Olsen, 65.),Teitur Joensen (Sonni L. Petersen, 77.) - Egil á Bø, Sorin Anghel Gult kort: Teitur Joensen, Fróði Clementsen FAKTA UM DYSTIN