týsdagur 13. september 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 173 - 13. september 2005
25
a stílin
spælbýtið
verið
javnt.
Andy Olsen var raskur á
NSÍ liðnum, har verjan tó
vísti seg at hava stórar
trupulleikar.
Eftir steðgin lagaði tað
seg fult og heilt eftir fyri-
treytunum hjá EB/Streymi,
og NSÍ trupulleikarnir í
verjuspælinum, sum 4-4 á
Sevmýri hevði givið ábend-
ingar um, vórðu lagdir á
blik. Marni Djurhuus og
Ronnie Samuelsen vóru
stinnir á sentrala miðvøllin-
um, og Sorin Anghel stað-
festi, at kurvan hjá honum
framvegis gongur rætta
vegin.
Tá ið EB/Streymur legði
seg framum 3-2, hjálpti
NSÍ væl til, áðrenn Teitur
Joensen spældi inn um
verjuna til Sorin Anghel,
sum
smekkaði
upp
í
hornið.
So var neyðugt hjá NSÍ
at leggja meiri fyri í álops-
partinum. Tað fingu teir
einki burturúr, m. a. tí
Rene
Tórgarð
í
EB/Streyma málinum var
ógvuliga stinnur, men í
hinum
endanum
bar
hugflogið hjá gestunum og
holini í NSÍ verjuni, sum
minti mest sum illa skrætt
trol, tvey mál afturat við
sær. Teitur Joensen skoraði
til 4-2, tá ið hann smoygdi
sær framum Jens Martin og
stýrdi innleggi úr høgru frá
Egili á Bø í málið, og
innskifti Sonni L. Petersen
setti síðsta naglan í móti
sínum gomlu liðfeløgum.
Fyrst vann hann bóltin av
NSÍ, spældi Sorin, sum
setti ferð á, legði upp á
tvørs aftur til Sonna, sum
takkaði fyri, og so hevði
EB/Streymur fyri fyrstu
ferð vunnið í Runavík, og
tað var vorðið sum sigur. 5-
2 og staðfesting av, at EB/-
Streymur í løtuni er mest
undirhaldandi liðið at vera
eygnavitni til.
fríggjadagin. Í fyrstu atløgu
hava teir givið mær ein
stivla at stuðla fótinum. Um
brotið liggur so væl, sum
teir siga, at tað ger, so
verður talan um steðg í fýra
vikur. Um tað ikki liggur
væl, so verður talan um
skurðviðgerð,
staðfestir
óhepni Hans Pauli Samu-
elsen, sum heldur tað vera
lítið sannlíkt, at hann aftur
fer at spæla í ár.
- Eg havi ongantíð áður
havt serligan skaða at drag-
ast við. So nú eri er noydd-
ur at bíta hetta í meg, og
móti NSÍ stóðu teir seg
sanniliga væl, men tað er
einki stuttligt at vera uttan-
fyri!
Hóast teir vóru und-
irmannaðir seinna
partin av 2. hálvleiki,
so megnaðu fuglfirð-
ingar at stríða seg til
eitt stig, eftir at teir
høvdu ligið undir við
tveimum málum
ÍF-VB
Jóannes Hansen
Vágbingar vóru bæði fegnir
og ikki, tá ið teir sunnudagin
fóru úr Fuglafirði. Tað
hevði eydnast teimum at fáa
stigið, sum teir framman-
undan kanska høvdu viljað
selt dystin fyri, men teir
høvdu mist sigurin, sum teir
í steðginum tóktust hava kós
ímóti, og sum teir seinna
partin av 2. hálvleiki áttu at
havt góðar fyritreytir at
hildið tørn um. Vinstri
vongverjin hjá ÍF, Rúni
Elttør, fekk gult kort í 34.
minutti, og tá ið hann í 68.
minutti aftur sá gult fyri
takling, sum dómarin, Eiler
Rasmussen, metti vera so
mikið ógvusliga, at kort
skuldi gevast, so varð hann
rikin av vøllinum, og harvið
átti mótbrekkan hjá ÍF at
verði uppaftur brattari.
Tá var støðan 3-2. Mið-
vallarin í høgru, Atli Peter-
sen, hevði tríggjar minuttir
eftir steðgin givið heima-
liðnum mót av nýggjum, tá
ið hann uttanvert brotsteigin
hevði smekkað til. Tað var
tjúkt fyri, og bólturin tók í
onkran og snýtti Bjarna
Johansen í VB málinum.
At munurin minkaði til
eitt
mál
tóktist
geva
heimaliðnum mót um, at
tað skuldi bera til at fáa stig
burturúr. Teir vóru meiri
nærlagdir, enn teir høvdu
verið síðstu løtuna undan
steðginum, og eisini eftir at
teir høvdu mist ein mann,
vístu teir góðan hugburð.
Lønina fingu teir, tá ið
tað restaðu níggju minuttir.
Miðverjin og veteranurin
Símun Eliasen, sum hevur
sera stóran týdning fyri ÍF
liðið, royndi seg við frí-
sparki væl uttanfyri brots-
teigin, og bólturin small í
nettakið.
Tað var eisini ÍF, sum
legði bragdligari fyri. Bart-
al Eliasen var í ÍF álopinum
saman við Sylla, meðan
Poul Ennigarð var í mið-
verjuni saman við Símuni
Eliasen. Bartal smekkaði í
7. minutti bóltin í málið
eftir horna úr høgru og eitt
sindur av aftur og fram.
Tríggjar minuttir seinni
javnaði VB eftir fínt álop.
John Poulsen, sum var ytstur
á miðvøllinum í høgru, átti
innleggið, og Dan Djurhuus
var leysur í brotsteiginum og
smekkaði í málið. Hetta var
áttanda málið hjá honum í
landskappingini í ár.
Og so var tað, at fugl-
firðingar ikki tóktust hava
givið sær far um, at dómar-
in hevði lagt tveir minuttir
afturat vanligu leiktíðini í
1. hálvleiki. Í hvussu so er
góvu teir hesa løtuna VB
ófatuliga nógv pláss, og tað
takkaðu vágbingar sjálv-
andi fyri.
Í báðum førum var álops-
spælarin Nenad Zivanovic
málskjútti. Í báðum førun-
um var hann leysur í brots-
teiginum, og í báðum før-
unum vóru fýra fuglfirð-
ingar í nánd av honum, tá ið
hann setti bóltin í málið!
Sum nátt og dagur
Hjá teimum, sum stríðast
fyri at sleppa undan aftastu
plássunum og harvið møgu-
leikanum fyri niðurflyting,
vísir tað seg ofta at vera
stórur munur á avrikunum.
Tílík lið eru ofta ikki nóg
støðug. Soleiðis var tað
eisini sunnudagin. Báðir
partar høvdu undan botn-
gysaranum givið til kennar,
at talan var um sonevnda
seks stiga uppgerð, og báðir
partar høvdu gjørt nógv fyri
at seta seg upp.
Hjá ÍF stemmaði einki í
1. hálvleiki, tá ið teir vóru
jánkasligir. VB var leikliga
omaná, og teir kndu havt
fingið fleiri mál. Milan
Kuljic, sum enn eina ferð
vísti seg at vera ein tann
besti miðvallarin í landin-
um, sendi fríspark í tvør-
træið aftanfyri Jacob Kaas.
Saman við Kuljic var Ed-
vard Ble á sentrala miðvøll-
inum, og hann var sannur
brandur.
Eftir steðgin var hugburð-
urin
hjá
heimaliðnum
góður, og tá megnaði VB
ikki at halda tørn.Heldur
ikki hóast teir seinna partin
av 2. hálvleiki vóru yvir-
mannaðir.
Nú skal ÍF í Gundadal at
spæla móti B36, og VB
skal til Klaksvíkar. Hjá
báðum er talan framvegis
um møguleika at detta
burturúr bestu deildini.
ÍF-VB 3-3 (1-3):
VB misti trygga leiðslu
Vágbingar hildu seg hava fult tamarhald á øllum. Men eftir steðgin koppaði javnvágin, soleiðis at fuglfirðingar kortini fingu eitt kærkomið stig - meðan VB misti
tvey, sum vildu verið minst eins kærkomin
Mynd: Álvur Haraldsen
ÍF-VB 3-3 (1-3)
1-0: Bartal Eliasen 7.
1-1: Dan Djurhuus 10.
1-2: Nenad Zivanovic 45.
1-3: Nenad Zivanovic 45.
2-3: Atli Petersen 48.
3-3: Símun Eliasen 82.
Dómari: Eiler Rasmussen
ÍF: Jacob Kaas - Áki Petersen,Poul Ennigarð (Bárður
á Lakjuni, 58.), Símun Eliasen, Rúni Elttør - Atli Pet-
ersen, Emil Nolsøe Leifsson, Høgni Zachariassen,
Hanus Eliasen - Sylla D. Ahmed (Jonn Thomsen
79.), Bartal Eliasen
Gult kort: Rúni Elttør, Bartal Eliasen, Emil Nolsøe
Leifsson
Reytt kort: Rúni Elttør 68. (tvey gul kort)
VB: Bjarni Johansen - Mortan úr Hørg, Súni í Hørg,
Anders Nielsen, Jákup Olsen - John Poulsen (Birni
Kjærbæk, 88.), Edvard Ble, Milan Kuljic, Poul N.
Poulsen (Jón K.Poulsen,90.) - Dan Djurhuus,Nenad
Zivanovic
Gult kort: Milan Kuljic, Anders Sørensen
FAKTA UM DYSTIN