Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-13, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ungu menninir hjá HB sluppu framat, tá Julian Hansen fyri fyrstu ferð stóð á odda fyri besta lið- num hjá felagnum FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Nýggi HB-venjarin fekk júst ta byrjanina, sum hann ynskti sær, tá HB sunnu- dagin fór undir sætta sein- asta dystin á kappingar- árinum. Ikki nóg mikið við at HB vann ætlaða og væntaða sigurin á einum GÍ-liði, sum enn er langt frá fortíð- arinnar stórbæri. Stigamiss- urin hjá Skála hevði sam- stundis við sær, at HB nú aftur kann avgera alt FM- stríðið. Kravið er »einans« at liðið vinnur teir fimm dystirnar, sum eru eftir á skránni. Greiður sigur Tað vóru í nógvar mátar skaðar, sum høvdu neyð- ugar broytingar við sær á HB-liðnum. Við Hans á Lag, Jóhannis Joensen og Tór-Ingar Akselsen á skaðalistanum, vantaðu tríggir av teimum meira royndu spælarunum, og tí máttu aðrir setast við. Tað merkti hesaferð, at Svenn Jacobsen aftur var í miðverjuni, og at Hallur Danielsen var á høgra bakki. Á álopspartinum varð talan so um tríggjar mans frammi, og var Rókur Jespersen her sentrali mað- urin millum Jákup á Borg og Bárður Mortansson. HB hevði greiða yvirvág at kalla allan fyrra hálvleik, og tað var eisini heilt í tráð við spælbýtið, at Rókur legði vertirnar framum, tá hálvur tími var farin av fyrra hálvleiki. HB setti tó ikki ferðina niður, og tað gav eisini bonus undan steðginum. GÍ-verjan var ikki heilt vakin, tá innkast varð tveitt avstað í høgru, og brádliga stóð Jákup á Borg púrasta leysur, so- leiðis at hann kundi senda í netið. Eftir steðgin dovnaði spælið nakað. Gøtumenn komu betri við í dystinum, og nakað av spenningi kom eisini í, tá Krzystof Pop- czynski átti seinasta fótin á eftir lítlum korteri. Eina løtu ridlaði sjálvsálitið í HB-hópinum, og við neyv- leika og hepni kundi GÍ hesa løtuna av álvara strítt seg aftur í dystin. Men eitt korter fyri dyst- arlok var liðugt. Jákup á Borg átti enn einaferð uppspælið, tá hann sendi høgt inn um gøtu-verjuna. Har fann bólturin innskifta Hendrik Rubeksen, og so var leyst og liðugt. At Uni Arge so enn einaferð sýndi máltevið, tá hann stútaði hornaspark í kassan til sítt 179. mál fyri besta HB- liðið, hevði meira kosmet- iskan týdning fyri úrslitið. Men fyri sjálvsálitið er einki at ivast í, at hetta eisini munaði væl. Skála bíðar Og so er av álvara lagt upp til stórdyst, tá HB vitjar á Skála komandi vikuskifti. Fyribils hevur HB aftur lagt seg heilt fram í oddastríðið, har teimum nú ikki tørvar nakra hjálp av nøkrum slag. Spurningurin er so, hvørt liðið eisini er ført fyri at taka seinasta fetið, soleiðis sum teir hava gjørt tað trý ár á rað. Í øllum førum er fyribils staðfestingin, at HB'arnir avgjørt ikki skulu avskrivast, og sum fleiri av áskoðarunum hava tikið til í ár, so hevur liðið enn ikki sýnt spæl av slíkum flokki, sum teir eru førir fyri. Men tað kemur kanska komandi vikuskiftið. 26 Nr. 173 - 13. september 2005 Fakta um dystin HB-GÍ 4-1 (2-0) 1-0: Rókur Jespersen, 31. 2-0: Jákup á Borg, 45. 2-1: Krzystof Popczynski, 58. 3-1: Hendrik Rubeksen, 77. 4-1: Uni Arge, 89. Dómari: Jens Petur Brattalíð HB: Bárður Johannesen - Hallur Danielsen, Svenn F. Jacobsen, Rasmus Nolsøe, Janus M. Joensen - Rúni Nolsøe (Rani D. Christiansen, 81.), Kári Nielsen,Vagnur M. Mortensen - Jákup á Borg, Rókur Jespersen (Hendrik Rubeksen, 70.), Bárður Mortansson (Uni Arge, 76.) GK: Hallur Danielsen, 71. GÍ: Poul N. Joensen – Jónreid Dalheim, Robert Rzeczycki, Kaj Ennigarð, Hans Pauli Petersen – Símun Louis Jacobsen (Hanus Jacobsen, 53.), Magni Jarnskor, Sam Jacobsen, Áslakur Petersen – Sámal Joensen – Krzysztof Popczynski GK: Áslakur Petersen, 44., Símun Louis Jacobsen, 49., Magni Jarnskor, 53. RK: Áslakur Petersen, 80. (2Xgult kort) Fakta um dystin Julian Hansen var hampuliga væl nøgdir um fyrsta dystin sum HB-venjari, men hann ásannaði, at størri uppgávur enn hendan liggja beint fyri framman HB-VENJARIN Jákup Mørk Eftir at hann í einar tíggju dagar hevði koyrt á spæl- ararnar undir venjing, var tað álvari hjá Julian Hansen sunnudagin, tá HB tók ímóti GÍ. Tað var ein uppgávu, sum tey flestu roknaðu við, skuldi bera til at loysa, og við einum 4-1 sigri varð kravið í so máta eisini upp- fylt. - Jú, tað gekk rímiliga væl, men tað var nú heldur ikki tann truplasta uppgáv- an, sum vit høvdu hesaferð. Longu komandi vikuskifti eitur mótstøðuliðið Skála, og tó at eg ikki havi sæð teir spælt, so ljóða teir sum eitt sera sterkt lið. Og stigatalvan staðfestir eisini, at hetta er ein sera týðandi dystur, heldur Julian. Hyggur ikki at navnabrævinum Tosið millum HB-viðhalds- fólkini eftir dystin snaraði seg nógv um, at fleiri av ungu monnunum høvdu fingið møguleikan í dystin- um. Ein veruleiki, sum Julian kanska ásannaði, men hann staðfesti, at hetta so avgjørt varð gjørt tilvit- að á tann hátt, at hann held- ur vil nýta yngru kreftirnar á liðnum. - Eg gjørdi alt fyri eitt greitt, at eg hugsi hvørki um nøvn ella aldur, tá eg seti liðið. Tað verður bara sett út frá tí, sum eg haldi tænir heildini. Er tað ikki eisini ein fyri- munur hjá einum nýggjum venjara. Hetta at tú ikki skalt taka atlit til at alt ov nógvar lutir í so máta? - Tað kann gott vera. Í øllum førum havi eg ikki á sama hátt nakrar meiningar um hvønn einstakan spæl- ara, sum ein venjari annars hevur, tá hann hevur verið leingi í einum felag. Sjálv- andi eru einstakir spælarar, sum fáa meira kreditt enn aðrir, men sum heild havi eg kanska tann fyrimunin í løtuni. Um uppstillingina, sum HB spældi hesa ferð - eina framrættaða 4-3-3 - sigur nýggi venjarin, at hetta so als ikki er nakað, sum hann hevur læst seg fastan á. - Nú fáa vit at síggja. Enn havi eg ikki sæð Skála spælt. Men sum eg havi skilt tað, so spæla teir skjótan fótbólt. Serliga í kontra-fasuni, og so mugu vit finna útav, hvussu vit stilla upp mótvegis tí. Meistarin og lærlingurin Júst dysturin móti Skála kann á ein hátt nevnast sum dysturin hjá lærlinginum móti meistaranum. Johan Nielsen var venjari hjá HB nógv tey flestu av árunum hjá Julian í felagnum. Hann var eisini maðurin, sum skúlaði Julian til tann í Føroyum so heimskenda leiklutin sum álopsbakkur, og yvir høvur tykist upp- gávan eisini vera nakað, sum Julian gleðir seg til. Johan er í øllum førum ein framúr dugnaligur venj- ari, sum kennir hvønn tann einasta spælara í landinum. Eg havi eisini tosað nógv við hann seinastu tíðina, og tað er einki at ivast í, at eg gleði meg til uppgávuna. Ikki minst á teknibrettin- um, har hann sjálvandi kennir meg og tað, sum eg standi fyri. Men hinvegin kenni eg eisini hann. So fáa vit at síggja, hvussu støðan verður. Tí eitt er teori, men tað er so í praksis, at alt verður avgjørt, heldur hann. Julian sigur annars, at tað sum so er avmarkað, hvussu hann hevur sett sítt merki á spælarahópin. - Sjálvandi havi eg míni hugskot, men tá tíðin er so avmarkað, so kanst tú ikki kollvelta øllum. Heldur havi eg valt at royna at læra meg so nógv um hvønn ein- stakan spælara sum gjør- ligt. Vita, hvussu teir rea- gera í givnum støðum, soleiðis at eg á tann hátt kann gera mína egnu fatan. Eg havi so eisini nøkur ting, sum eg havi roynt at potað inn í venjingina, men yvir høvur ræður tað hesar vikurnar um at fáa tað besta fram í einstøku spælarun- um. Og so mugu vit bara vóna, at tað røkkur, sigur Julian Hansen at enda. Heiðursløta fyri Katrini Olsen Uttanfyri neystið, har Knørrur heldur til við Skálatrøð í Havn, var í kvøld hugnalig heiðurs- løta. Róðrarfólk, politikarar og onnur vóru komin saman at heiðra Katrini Olsen, sum hevur verið við til at vinna silvurmerki í HM róðri fyri dupult- fýrara RÓGVING Dagfinn Olsen Róðrarfelagið Knørrur skipaði klokkan 18 í kvøld fyri hugnaløtu uttanfyri neystið við Skálatrøð. Hornorkestur spældi og politikarar og onnur fóru á røðarapall- in. Katrin Olsen er orsøk til løtuna. Barndómsfe- lag hennara vildi á henda hátt heiðra henni, nú hon hevur verið við til at vinna silvur í HM róðri fyri dupultfýrara. Katrin lesur í Danmark, men hevur traðkað sínar róðrarligu barnaskógvar í Knørraneystinum. Røðarar fegnaðust um avrikini, ið Katrin hevur avrikað. Hon hevur eis- ini verið við til at vinna Danmarksmeistaraheit- ið, og røðarar handaðu henni blómur og gávur. Røðarar vóru Jógvan á Lakjuni, mentamála- ráðharri, Jógvan Arge, Tórshavnar Býráð, Jan Herman Hansen, RSF og Jennet D. Jacobsen, forkvinna í Róðrarfelag- num Knørri. Fitt av fólki var komið saman at heiðra Katrini Olsen og løtan gjørdist sera hugnalig í neysta- túninum. Horntónleikur setti dám á og handan røðarapallin kom slupp- in Westward Ho at bryggju, meðan sólin sendi dagsins seinastu geislar yvir Havnarvág. Størsta uppgávan fyri framman HB-GÍ 4-1 (2-0): Nýggjur venjari við nýggjum spælarum Hóast hann ikki hevur tað so gott á myndini, so var Jákup á Borg veruliga í hopla sunnudagin. Eitt mál og trý assist stóðu á kontini, tá dómarin hevði bríkslað seinastu ferð Mynd: Jens Kristian Vang