Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-13, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 173 - 13. september 2005 27 TB-B36 1-2 (1-1): TB tráðurin er nú ógvuliga klænur Tvørámenn kendu ikki sína vitjunartíð í 1. hálvleiki, og eftir steðgin kom tað alt meiri til sjóndar, at B36 hevur størri breidd TB-B36 Jóannes Hansen TB hevur kós móti 2. deild, og B36 hevur kós móti FM heitinum. Tað sigur støðu- talvan. Men á vøllinum var leingi ikki serliga stórur munur. Allan Mørkøre legði B36 framum eftir stórt korter. Ingi Højsted spældi hann leysan, og veteranurin, sum er betri fyri nú, enn hann hevur verið í fleiri ár, rann frá verjuni, áðrenn hann setti bóltin framvið Predrag Markovic. B36 tóktist hava tað á tí, og alt bendi á, at teir endi- liga - í triðju royndini í ár - skuldu fáa fulla úrtøku móti TB. Men so kiksaði tað tvær ferðir í verjupart- inum hjá B36. Dejan Tomic og Hallur Christiansen fingu góðar møguleikar, sum teir misnýttu. Men TB fekk um endan, og B36 legði seg seinna partin av 1. hálvleiki aftur á vøllin. TB stýrdi, teir høvdu málmøguleikar - eitt nú sendi Jon Johannesen í tvørtræið - men teir fingu bara mál, tá ið Óli Johanne- sen eftir horna og umvegis Klæmint Matras sendi bóltin í málið. Tá vóru fýra minuttir eftir til hvíldina. Eftir steðgin var TB framvegis framfýsið, men tá hevði B36 fingið betri tak á verjuspælinum, og teir dúvaðu upp á mótálop. Tá ið tað restaði eitt lítið korter skoraði Fróði Benja- minsen sigursmálið. Eftir horna og út frá fekk hann bóltin frá mótstøðumanni og royndi úr stórari fjar- støðu. Bólturin sigldi mill- um fleiri í TB brotsteigin- um, og so var B36 á sigurs- kós. Eftir leiðslumálið vóru teir á heimaliðnum noyddir at sleppa í verjuni og í roynd at fáa eitt stig at flyta fólkið longri fram á vøllin. Tað eydnaðist ikki TB at javna, og heldur ikki B36 fekk fleiri mál. Men teir høvdu risa møguleikar at økja um leiðsluna. Serliga innskifti Tummas Hans Rubeksen oyðslaði. Tríggjar ferðir var hann í støðum, sum avgjørt áttu at borið mál við sær, men hann kiksaði. Talan var á ongan hátt um serliga ógvusligt spælda uppgerð. Tí var tað serliga harmuligt, at tað skuldi enda við útvísing til TB, sum ber við sær, at teir longu undan ferðini norður á Mølina eru skerdir. - Støðutalvan ber boð um, at tað stendur ikki væl til. Nú hava vit rættuliga ryggin móti múrinum. Vit hava tapt og spælt javnt, tá ið tað hevur verið tætt, og tá ið vit kanska áttu at havt fingið fulla úrtøku. Soleið- is er tað ofta hjá teimum, sum liggja niðarlaga. Men vit ætla ikki at geva skarvin yvir, hóast tað sær svart út, siga teir av Tvøroyri. Í B36 eru teir ovurfegnir um, at tað eydnaðist at fáa øll stigini. - Vit hava tvær ferðir fyrr í ár misnýtt nógvar møguleikar, tá ið tað hevur endað málleyst móti TB. Hesa ferð ráddi tað um at skjóta mál og fáa øll stigini. Tað eydnaðist, og vit hava framvegis góðan møguleika at gerast meistarar, siga teir í B36. Dagfinn Olsen sigur seg hava boðað FSF frá, at hann varð sparkaður og sligin, eftir at hann hevði bríkslað fyri síðstu ferð á Sevmýri TB-B36 Jóannes Hansen Dagfinn Olsen, sum var 23. maðurin á Sevmýri sunnu- dagin, hevur sent FSF frá- greiðing um dystin, sum kann fara at vísa seg at hava óhepnar avleiðingar fyri heimaliðið. - Talan var um uppgerð, ið gekk fyri seg í rættuliga góðum ítróttarligum anda. Í yvirtíðini fekk Jon Jo- hannesen reytt kort, tí hann tveitti bóltin eftir hjálpar- venjaranum hjá B36. Sam- bært ásetingunum skal hetta roknast sum harð- skapur í fótbólti, sigur Dagfinn Olsen, sum hevur lagt meiri afturat í frá- greiðingini. - Tá ið eg hevði bríkslað fyri síðstu ferð, kendi eg meg hóttan. Eg varð sligin og sparkaður, og tað havi eg boðað FSF frá. Eg haldi, at hetta var spell, og eg haldi, at tað hevði borið til at sloppið undan hesum, um trygdarskipanin hevði riggað betur. Hvat hugsar tú um? - At heimaliðið eigur at verja dómaran og hjálpar- dómararnar. Hetta fingu feløgini álagt fyri nøkrum árum síðani, tá ið tað sama gekk fyri seg í Klaksvík. Síðani hevur hetta virkað væl í einum fýra plássum, men ikki alla staðni, tíverri, og tað er harmuligt, sigur Dagfinn Olsen, sum eisini er formaður í Dómarafel- agnum. Felagið er kallað til fund- ar, og dómararnir síggja sera álvarsamt upp á støð- una. Hvat fer at spyrjast burturúr fundinum var ikki greitt í gjár, men dómarar- nir nevna møguleikan, at teir ikki fara at átaka sær nýggjar uppgávur, um trygd ikki fæst fyri trygd- ini. Bjarni Mortensen er fyrr- verandi formaður í fót- bóltsdeildini hjá TB, har hann framvegis er nevndar- limur. Hann sigur, at ein av nevndarlimunum hjá TB beinanvegin eftir dystar- enda var hjá dómaranum, og at ein annar var skjótur á staðnum. - Um dómarin sigur, at hond er løgd á hann, og um hann hevur sent FSF frá- greiðing um hetta, so rokni eg við, at FSF fer at biðja okkum um frágreiðing í málinum, og tað fara vit so at gera, sigur Bjarni Mort- ensen, sum sjálvandi harm- ast um, at sáttligur fótbólts- dystur skuldi enda í so- vornum skúmi, og at dómarin skal hava kent seg hóttan á Sevmýri. B68 fyribils á odda B71 helt føðingar- dag um vikuskiftið, og tað høvið nýttu toftamenn til aftur at leggja seg á odda í aðru deild 2. DEILD Jákup Mørk Tað eru framvegis bara tvey lið, sum tosað verður um, tá tosað verður um nýggjar kandidatar til Formula-fótbólt komandi kappingarár. B68 varð undan kapp- ingini rópt sum stórfavor- ittur, og tó at teir enn hava møguleikan at avgera alt sjálvir, so hava teir so ruddiliga fingið - óvænt- aða? - harða kapping frá B71 í hesum. Betri suðuroyarferð Somikið óvæntað hevur kappingin frá sandoying- unum verið, at B68 undan vikuskiftinum »bara« var á øðrum plássi á stiga- talvuni. Men fyribils er tann veruleikin so broytt- ur nakað. Sandoyingar hava nevn- liga nýtt vikuskiftið til at halda sín 35 ára føðingar- dag, og tí varð dysturin, sum teir skulu spæla móti HB í Gundadali útsettur til týsdagin. Tað gav B68 møguleik- an at leggja seg á odda- sessin - í øllum førum í nakrar dagar. Og hesum møguleikanum tóku teir so ruddiliga av. Suðuroyarferðir tóktust annars ikki vera lívrættur- in hjá B68, sum púrasta óvæntað misti stig móti Royn herfyri, men hesa ferð var tó eingin sum helst ivi um úrslitið. Longu undan steðginum høvdu gestirnir í Sumba lagt seg á odda 5-0, og so vóru seinastu trý korterini bert ein spurningur um at fáa tíðina at ganga. B36 misti í evstu løtu Tey bæði næstu liðini, sum altso kappast um bronsuna, eru AB og FSV04, og tey vunnu hvør í sínum lagi sínar dystir leygardagin. Argjamenn fingu ann- ars ein lítlan hvøkk, tá Royn legði seg á odda í dystinum á Argjum. Ein skelkur, sum argjamenn- inir tó megnaðu at vinna á. Hóast spælið ikki var so øgiliga sannførandi, so megnaðu teir at koma upp á javnt fyri steðgin, og so kundu teir báðir rutiner- aðu áleypararnir hjá liðn- um seta tingini upp á pláss eftir steðgin. Vágamenn settu hin- vegin tingini upp á pláss fyri steðgin, tá teir vitjaðu í Gøtu. GÍ sær út til at stevna beina kós niður aftur í triðju deild, og heldur ikki hesa ferð spurdist nakað stig burturúr. Tað tóktist tað annars gera hjá B36, tá teir vitj- aðu í Leirvík. Fleiri av slagnum vóru enntá í væntu, eftir at árstalsfel- agið við tveimum tøttum málum tóktist hava vunn- ið trý sera týðandi stig í botnstríðnum, men sein- astu løtuna kiksaði full- komuliga. LÍF fekk innan fimm minuttir skotið seg upp á javnt, og so mugu teir í B36 góðtaka, at teir eru eitt stig aftan- og ikki frammanfyri Royn í stríðnum um at sleppa undan dystum um upp- og niðurflyting. Úrslitini AB-Royn 3-1 (1-1) Sumba-B68 0-6 (0-5) LÍF-B36 2-2 (0-0) GÍ-FSV04 1-3 (0-3) Heldur ikki hesa ferð fekk TB ein sigur til høldar. Tapið fyri B36 fær tað av álvara at síggja svart út hjá aldursforsetanum í føroyskkum fótbólti Mynd: Áki Bertholdsen Dómarin kendi seg hóttan TB-B36 1-2 (1-1) 0-1: Allan Mørkøre 19. 1-1: Óli Johannesen 41. 1-2: Fróði Benjaminsen 77. Dómari: Dagfinn Olsen TB: Predrag Markovic - Predrag Zivkovic, Óli Johannesen, Aca Petrovic, Jon Johannesen - Dan Mortensen (Jón Tórður Holm, 65.), Aleksandar Jovevic, Einar Petersen (Allan Smedemark, 81.), Allan Poulsen - Dejan Tomic, Hallur Christiansen (Búi Mortensen, 71.) Gult kort: Dan Mortensen, Jon Johannesen, Predrag Zivkovic, Aleksandar Jovevic. Reytt kort: Jón Johannesen 90. B36: Jákup Mikkelsen - Kenneth Jacobsen, Pól Thorsteinsson, Klæmint Matras, Alex dos Santos - Ingi Højsted,Fróði Benjaminsen,Wellington Soares (Bárður H. Joensen, 75.) - Bergur Midjord (Levi Hanssen, 89.), Allan Mørkøre, Okeke Obele Onye- buchi (Tummas Hans Rubeksen, 71.) FAKTA UM DYSTIN