týsdagur 13. september 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 173 - 13. september 2005
Claus aftur
eitt stig
Fyri triðju ferð
endaði tað við
javnleiki, tá ið
Coventry royndi
seg á nýggja
stadion, har
venjarin heldur, at
tað kann gerast væl
meiri lívligt, enn
tað higartil hevur
verið
ONGLAND
1. DEILD
Jóannes Hansen
Tað er ov friðarligt á
Ricoh Arena,
sum
heitið er á nýggja
stadion hjá Coventry.
Hetta
hevur
fleiri
ferðir verið at hoyrt
seinastu
vikurnar.
Coventry
venjarin
Micky Adams heldur,
at Claus Bech Jørg-
ensen og liðfelagarnir
hjá honum eiga størstu
ábyrgdina fyri at gera
nakað við hetta. Aku-
stikkurin sigst vera
góður, og tað fer iva-
leyst at hoyrast, at
áskoðarar
eru
hjá-
staddir, um teir fara at
hava nakað at fegnast
um og at fagna liðnum
fyri, heldur Coventry
venjarin.
Higartil hava teir
spælt fýra ferðir á
heimavølli í hesum
kappingarárinum, og
leygardagin endaði tað
fyri triðju ferð javnt.
Reading, sum verður
roknað
at
verða
møguligur uppflytari,
vitjaði, og gestirnir
løgdu seg á odda í 1.
hálvleiki.
Coventry javnaði, tá
ið tað restaðu fýra
minuttir. Tá var Claus
Bech Jørgensen farin
av vøllinum. Hann var
millum
teir
fyrstu
ellivu hjá Coventry, og
hann varð skiftur út, tá
ið tað restaðu trettan
minuttir.
Tá
hevði
Claus tiltuskað sær
gult kort.
Eftir sjey tey fyrstu
umførini hevur Coven-
try fingið sjey stig, og
á støðutalvuni eru teir
eitt vet niðanfyri mið-
strikuna.
Rógvi Jacobsen var
alla tíðina á KR lið-
num, sum vann.
Keflavík vann eisini,
men Símun Samuel-
sen var ikki á vøllin-
um
ÍSLAND
Jóannes Hansen
Rógvi Jacobsen var í álop-
inum allar 90 minuttirnar,
tá ið hann segði farvæl við
KR og íslendskan fótbólt.
Rógvi taldist ikki millum
málskjúttarnar, tá ið KR á
heimavøllinum í vestur-
býnum vann 2-0 á Vali, sum
er næstovast.
Tað var álopsfelagin hjá
Rógva,
Grétar
Ólafur
Hjartarson, sum skoraði
bæði KR málini. Tað gjørdi
hann í síðstu løtu undan
steðginum og tveir minutir
undan leikloki.
Hetta var fjórði KR sig-
urin á rað. Hetta var sein-
asti heimadysturin í hesum
kappingarárinum. Saman-
teljingin sigur, at KR hevur
vunnið fimm ferðir á
heimavølli, og fýra ferðir
hava teir tapt. Málmunurin
á heimavølli er 12-12.
KR er á fimta plássi. Í
síðsta umfarinum skulu teir
spæla á útivølli í Akranesi
móti ÍA, sum er nummar
trý.
Nú er tað greitt, at Tordur
Þordarson næstu fimm
árini skal verða venjari hjá
KR. Hann er kent fótbólts-
navn í Íslandi. Hann er
fyrrverandi landsliðsspæl-
ari, sum fyri meiri enn
tredivu árum síðani um-
boðaði Ísland í Føroyum.
Seinastu næstan tredivu
árini hevur hann búð uttan-
lands. Hann spældi í síni tíð
fótbólt í Svøríki, Fraklandi
og Sveis, og síðani í 1987
hevur hann verið venjari í
Svøríki, Noregi og Est-
landi. Har var hann bæði
venjari hjá Flora Tallinn og
estlendska
landsliðnum,
sum hann hevði ábyrgdina
av í 58 landsdystum. Ein av
dystunum var, tá ið Føroyar
í 1997 vunnu vinardyst í
Estlandi 2-0.
Setningurin hjá nýggja
KR venjaranum, sum í síni
tíð spældi við ÍA, verður at
mynda nýtt lið, sum fyrst
og fremst skal grundast á
ungar KR spælarar.
Næstsíðsta
umfarið
royndist eisini væl hjá
hinum Føroya felagnum í
íslendskum fótbólti. Men
Símun Samuelsen var als
ikki á vøllinum, tá ið
Keflavík á heimavølli vann
2-1 móti Fram, sum fram-
vegis er í vanda fyri at
missa sessin í bestu deild-
ini.
Keflavík hevði vindin
undan í 1. hálvleiki, tá ið
teir fingu bæði málini.
Báðu ferðirnar vórðu mál-
ini skorað við høvdinum
eftir góð innlegg. Keflavík
skoraði í 8. og í 34. minutti.
Bara ein minutt eftir seinna
málið minkaði Fram um
munin, men hóast teir eftir
steðgin høvdu vindin und-
an, so fingu teir ikki mál.
Keflavík
hevði
tak
á
støðuni.
Leygardagin
verður
átjanda og síðsta umfarið
spælt, og tá skal Keflavík
spæla á útivølli móti grann-
unum í Grindavík. Teir eru
illa sperdir í botnstríðnum.
Fyri at sleppa undan niður-
flyting er neyðugt hjá
teimum at fáa fulla úrtøku
móti Keflavík, og haraftur-
at skulu onnur úrslit laga
seg teimum til fyrimunar.
Grindavík tapti í næstsíðsta
umfarinum á Laugardals-
vøllinum 3-2 móti Þrótti,
sum kortini hevur mist
rættin at halda fram í bestu
deildini.
Í næstbestu deildini fekk
Breiðablik í Kópavogi, sum
Hans Fróði Hansen spælir
við, leygardagin steypið
handað fyri at hava vunnið
næstbestu deildina. Leygar-
dagin vann Breiðablik á
heimavølli 2-1 á KA av
Akureyri. Hans Fróði var
ikki á vøllinum leygar-
dagin, tí hann var leikbann-
aður.
At KA tapti í Kópavogi
ber eftir øllum at døma við
sær, at tað verður Víkingur
úr Reykjavík, sum fer at
flyta upp saman við Breiða-
blik. KA og Víkingur hava
kappast um seinna upp-
flytingarplássið.
Men tað var bara
seinastu løtuna, at tað
var pláss fyri Toda
Jónsson, sum fríggja-
dagin vandi við full-
ari ferð fyri fyrstu
ferð síðani lands-
dystin móti Fraklandi
NOREG
Jóannes Hansen
Sunnukvøldið legði Start
seg aftur á odda í norsku
landskappingini.
Tað
gjørdu
teir
við
2-1
heimasigri á HamKam.
Venjari hjá hesum felag-
num er Ståle Solbakken,
sum var miðvallargeneralur
í FCK, tá ið eisini Todi
Jónsson hevði stóran leiklut
í felagnum. Norskir og
danskir miðlar hava leingi
róð fram undir, at Ståle
Solbakken verður næsti
FCK venjarin, men hann
arbeiðir
framvegis
í
HamKam.
Fyrra umfarið hendi lítið.
Beinanvegin eftir steðgin
løgdu gestirni seg á odda,
tá ið teir fingu fulla nyttu
burtur úr ivasomum brots-
sparki. Síðani trýsti Start á
naglan, teir javnaðu í 50.
minutti, og í 63. minutti
skoraðu teir sigursmálið.
Todi Jónsson var á vøll-
inum seks teir seinastu
minuttirnar. Tá ið Start
seinast spældi á heimavølli
og vann 5-3 móti Rosen-
borg, skoraði Todi trý mál.
Men hesa ferð metti venj-
arin hann ikki at vera nóg
góðan at vera millum teir
fyrstu ellivu. Todi noyddist
skaddur av vøllinum, tá ið
Føroyar spældu í Fraklandi,
men nú er hann komin fyri
seg aftur.
- Eg havi vant síðani týs-
dagin,
og
fríggjadagin
vandi eg við fullari ferð. Eg
kendi meg at vera nóg væl
fyri at spæla frá byrjan,
men tað er venjarin, sum
ger av, hvussu liðið skal
síggja út, staðfestir Todi
Jónsson.
Lítlu løtuna, sum Todi
var á vøllinum hevði hann
fína skotroynd, sum mál-
verjin beindi til hornaspark.
Størsti kappingarneytin
hjá Start um meistaraheitið
er framvegis Vålerenga úr
Oslo. Leygardagin vunnu
teir útsetta dystin móti
Molde 3-1, og í kvøld skulu
teir spæla í Fredrikstad í 20.
umfarinum. Undan tí upp-
gerðini eru teir eitt stig
aftan fyri Start, men teir
hava altso møguleikan at
endurvinna oddasessin í
kvøld.
Tað verður longu nógv
tosað um toppuppgerðina,
sum verður 25. september,
tá ið Start fer at fáa vitjan
av Vålerenga. Øll at-
gongumerkini eru longu
útseld til uppgerðina, sum
verður mett at fara at verða
lykladysturin í stríðnum um
norska meistaraskapin.
Viking er triðja felagið,
sum framvegis er við í
gullstríðnum. Leygardagin
vunnu teir á heimavølli 3-2
móti Rosenborg, sum eitt
skifti var á odda 2-0.
Trettan faldu meistararnir
eru í svárari kreppu, og nú
siga teir seg vera noyddar at
fyrihalda
seg
til
tann
veruleikan, at tað skal enda
við spæli um at sleppa
undan niðurflyting.
Lyn hevur verið við í
oddastríðnum, men teir
mistu nógv, tá ið teir í
vikuskiftinum taptu 2-1 á
heimavølli móti Odd Gren-
land úr Skien.
Í botninum styrkti Bodø
um sína støðu, tá ið teir á
heimavølli vunnu 2-1 á
Tromsø.
Aalesund
og
Molde spæla í kvøld.
Start aftur á toppinum
KR og Keflavík fingu fult
Rógvi Jacobsen segði íslendskum fótbólti farvæl við einum
sigri, tá hann spældi allar 90 minuttirnar fyri KR um
vikuskiftið