Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. september 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 174 - 14. september 2005 Young Nordic Jazz Comets 2005 Leygardagin var ein spennandi kapping í Norðurlandahúsin- um. Talan er um eina kapping millum ungar jassbólkar úr norðanlondum, og tá skuldi norðurlanda- meistarheitið finnast. Sjey bólkar kappaðust um tann stóra vinn- ingin, sum er ein konsertferð í Norðan- londum við minnst 8 spælingum JAZZKAPPING Rókur Jákupsson Jakobsen Í teimum flestu londunum hava undankappingar verið, men soleiðis var ikki í Føroyum. Hetta tí, at kravið er, at tey luttakandi skulu verða undir 26 ár, og man hevur mett at tað ikki loysir seg at hava eina undan- kapping í Føroyum, tí at umhvørvi er somikið lítið. Í staðin er ein bólkur mann- aður við ungum, spennandi tónleikarum at umboða okkum, og hesum sloppu teir væl frá. Raðfylgjan á konsertini var avgjørd frammanundan. Fyrstir á pallin vóru norðmennirnir. Bólkurin »Listen« er ein spennandi trio sum rættiliga ótraditiónelt er manna við klaveri, saxofon og eini tuba. Teir komu inn, og tú legði beinavegin merki til at teir vóru væl fyrireikaðir. Teir høvdu ongar nótar við á pallin og útstrálaðu, at nú var eitt tjekkað upplivilsi fyri framman. Og so koyrdi tokið – teirra besta lag var tað fyrsta, Fresh Air, sum ikki sørt minti um norður- lendskan »fjell jass« sum vit m.a. kenna hann frá Jan Garbarek. Lagið var vakurt, og serliga var samanspælið millum tuba og klaver spennandi, meðan saxofon- in hevði fríðari teymar. Hendan bólkin koma vit heilt sikkurt at hoyra meiri til í framtíðini. Lesið meir á www.listentrio.net Føroyingar á pallin Aftan á Listen komu okk- ara egnu Ben-Jammin á pallin. Tað hoyrdist eisini á áskoðarafjøldini at hesir ungu menn vóru á heima- vølli. Manningin er: Trónd- ur Olsen (19), trompet - Jan Rúni Poulsen (17), trumm- ur - Dávur Juul Magnussen (20), trombon - Benjamin Petersen (17), guitar. Kvartettin legið fyri við eini vakrari balladu sum eitur »Niðan á fjall at laga varða«, og beinavegin hoyrdi tú at her var talan um dugnaligar tónleikarar. Teir spældu ógviliga av- marka (uppá tann góða mátan), og teir vóru rætti- liga smakfullir. Eisini vístu teir sínar teknisku dygdir framm í onkrum av fylgj- andi løgunum, har teir spældu okkurt sum líkist fusión tónleik við skeivum taktartum. Um man skal kritisera Ben-Jammin fyri nakað sum helst, so kundi tað verið at tað til tíðir gjørdis rættiliga óruddiligt hja teimum. Ikki tí at tað ikki er loyvt at verða órudduligur, men tað var kanska serliga í teimum leysari brotunum, at tú saknaði ein bassist sum allatíðina knýtti alt saman. Men eg vil gjarna staðfesta, at okkara menn hava eina bjarta framtíð fyri framm- an. Teir umboða allarhelst tað, sum Plúmm var fyri nøkrum árum síðan - nem- liga krem de la krem í tí føroyska tónleikalívinum. Summir av manningini í Ben-jammin er vanliga at hoyra og síggja til jamsessi- on á Manhattan mikukvøld, so tað er bara at halda seg frammat. Tað er ikki heilt vanligt at síggja so ungar tónleikarar royna seg við jassinum her heima, so hetta var eitt gleðiligt upp- livilsi fyri tey sum dáma jass her á landi. Síðan komu Álendsku »Jassvanten« á pallin. Teir løgdu fyri við eini útseting av »Vem kan segla forutan vind«, sum var vøkur, men sanniliga eisini keðilig. Hon var trygg og ófarlig, og rættiliga feilplacera í eini kapping, ið skuldið skíðra tey stórstu tónleika- talentini í norðurlondum. Teir spældu trý løg afturat, og hesi vóru væl frægari, men tað kom ongantíð ordi- liga upp at koyra hjá teim- um. Alt var for trygd og keðiligt, er mín meining – teir líkasum leitaðu ov nógv eftir hvussu ið jassur eigur at verða spældur, heldur enn at endurupp- finna jassin. Eg søkkið niður í stólin og næstan durvi eina løtu. BANG, nú hendir okkurt - »Stryknin« úr Íslandi komu og langaðu mær ein framm- aná. Her stóð ein samling av monnum sum saman vóru ein orkubumba av teimum heilt stóru. Trumm- ur og el-bass og 2x trom- bon, spældu eina blanding millum funk, rock og jass. Teir vóru supertjekkaðir allan vegin – teir høvdu ein rótutan, men trendy klædnastíl sum líkasum gav meining tá ið teir vóru á pallinum. Fyrsta lagið æt (og eitur nokk enn) »MachineGun«, og hetta var líka sum stílurin. Tað var eitt fríkst lot at hoyra ein supersvingandi botn (trummur og bass), sum virkiliga arbeiddi fyri sak- ina. Vónandi sleppa vit at hoyra meir til teir í fram- tíðini. Og so kom tað Nú sat eg í einum rúsi og trippaði til hetta vælleik- andi orkestur, so tað var eitt antiklimaks, tá ið teir vóru lidnir og pakkaðu saman. Hvussu kundi nakar yvir- ganga hesar íslendarar??? Eg skuldi ikki bíða leingi eftir einum svari: Jazz- Kamikaze!!! Danska íløgan hendan seinnapartin í norðurlanda- húsinum, var ein kvintett sum spæla undir heitinum »jazzKamikaze«. Teir løgdu út sum eitt óløgi. Teir spældu okkurt sum kanska kann doypast sum fresuttur precisiónsjassur… t.v.s. at teir spældu ótrúliga nógv og skjótt og markeringarnar vóru serstakiliga væl spældar. Teir útstrálaðu eis- ini eitt sceniskt yvirskot, so her var nakað fyri eygu og oyru. Meðan teir spældu, sat tú við eini kenslu av at hesir vóru upplagdir kandi- datar til at vinna tað heila. Allir hinir bólkarnir bóru brá av yvirvenjing í forhold til JazzKamikaze. Tá hugsi eg um at teir flestu bólkarn- ir hendan dagin høvdu til- rættislagt løgini í so væl, soleiðis at tað fríða ele- menti (the meaning of jazz) líkasum fellur burtur. Men JazzKamikaze spældu við einum trygleika í sær sjálv- um, og tordu tí at sleppa takinum á forminum. Og serliga tá ið teir óruddaðu bleiv tað feitt, tí at tað ongantíð gjørdist óruddiligt uppá tann keðiliga mátan - altso so óruddiligt at bólk- urin fer út at sigla. Jazz- Kamikaze vóru stílreinir, farligir, feitir, aggressivir og alt. Teir vóru kul. Sound of the Millenium vóru óiva tað stuttligasta íkasti leygardagin. Teir spældu ólukkusáliga væl, og so spældu teir við eini sovorðnari ironi, at man skuldi trú tað var lygn. Teir spældu vøkur brot, bara fyri at sleppa at oyðileggja tey við yvirspæli og drønið. Tað var forbiðið stuttligt at uppliva teir á pallinum, og tað var líka við at ein hevði hug til at kalla teir kandi- datar til tann ultimativa heiðurin, tí at teir spældu virkiliga yvirbevísandi. Men spurningurin er, um ein hevði orka at hoyrt eina heila konsert við einum tílíkum bólki – helst ikki. 25 minuttir var perfekt, men so vilja vit gjarna víð- ari. So var tíðin komin til tann seinasta bólkin. Tað vóru finsku reactor-5. Teir eru eitt seksmanna orkestur sum m.a. brúkar sampling- ar og nógvar effektir á ann- ars aukustisk ljóðføri. Teir spældu ein atmosferiskan, sveimandi jass. Teir vóru góðir, men skarðaðu tíðan- verri ikki framúr. Avgerðin Nú var stundin komin. Nú skuldi vinnarin finnast. Og tá ið Kristian Blak kunn- gjørdi at JazzKamikaze vóru bestir, var tað so gott sum ein samdur salur sum klappaði fyri teimum. Teir vóru heilt einfalt betri enn hinir bólkarnir hetta kvøld- ið, hóast tað er trupult at vurdera tónleik í einum kappingarhøpi. So her var eingin ivi. Ben-Jammin vóru eitt superflott umboð fyri land okkara, og vegna teirra unga aldur, fara teir allar- helst at luttaka fleri ferðir í Young Nordic Jazz Comets. Aftaná konsertina (tí hetta líktiskt meir eini konsert enn eini kapping) var tað bara keðiligt at staðfesta at her vóru so fáir áskoðarar. Eg hugsi ikki at her vóru meir enn eini 70 fólk til staðar, og tað haldi eg var spell tá ið vit hugsa um, at hetta var ein verulig dygdarkonsert, sum enntá var gratis! Spell, men kanska vistu fólk ikki hvat ið tey vóru snýtt fyri. Men tó so, vit sum vóru til staðar fingu eina drúgva, men sera góða konsert at hoyra, og vit gleða okkum longu at hoyra meiri til okkara spennandi, dugnaligu menn Ben-Jammin. JAZZKAPPING Rókur Jákupsson Jakobsen – Tað var mega feitt at spæla, sigur Benjamin, tá vit fingu eitt stutt prát við hann aftan á konsertina. Hann er natúrligur front- figurur í Ben-Jammin, og afturat hesum er hann eitt stórt, stórt talent á guitar- inum. Maðurin er ikki meir enn 17 ára gamal, og tað skerst ikki burtur, at hann stóð seg sera væl millum allar guitarleik- ararnar leygardagin. Sjálvur hoyrdi eg okkurt tutl í onkrum króki, sum rósti Benjamin uppum skýggini. Tá eg hugdi afturum meg, sá eg, at tað vóru mennirnir í JazzKamikaze sum rósti honum. Sig so tað!!! Benjamin fortelur, at tað var ein sonn fragd at spæla í Norðurlandahúsinum. Serliga vóru tær góðu umstøðurnar gleðiligar, men hann sigur eisini at tað var stuttligt at spæla saman við so nógvum góðum tónleikarum. Hann heldur, at hjá Ben- Jammin gekk tað betur enn væntað. _ Vit hava bara vant í einar tvær vikur, so vit høvdu ikki rokna við tí stóra, sigur hann. Bólkur- in er samansettur til enda- málið, men hetta merkir tó ikki, at teir ikki verða at hoyra aftur. Teir ætla at halda fast í hesi manning- ini, og onkrar spælingar eru allarhelst fyri framm- an. Hann var serliga glaður fyri, at teir hava møtt so nógvum feitum tónleikar- um, og hetta gevur jú eis- ini kontaktir, sum kunnu vísa seg at verða nógv verdar. _ Tað gevur eitt spark í reyvina, sigur guitarsnill- ingurin at enda. Vit kunnu bara bíða í spenningi eftir at hoyra meir til hendan gávuríka bólkin. Teir vilja fegin við aftur í næsta ár, men so skulu teir venja væl meir, sigur Benjamin. Benjamin Petersen: – Tað var feitt at spæla